28.4.17

Hummarakvøld


Hóskvøldið borðreiddu Hallstein og Sâlik Qivitseq í garasjuni hjá Terja við hummara, sum var tikin saman dag í Kaldbaksfirði. Størru hummararnir, langoustine norvegicus, eru spilllivandi og verða sendir beint á borðið hjá Putin og øðrum viðskiftafólkum í hesum vælbjálvaðu flutningskassunum.


Tá ið Christian X kongur vitjaði her á sumri í 1921, vóru fyrstu hummarar settir út á teir føroysku firðirnar. Teir nørdust tó ikki á Trongisvágsfirði, í Vágsfirði, Oyndarfirði og Fuglafirði.

Í dag er einki hummaraloyvi sunnanfyri Tangafjørð. Ein frágreiðing hjá Havdirektoratet frá 1937, altso sekstan ár eftir at fyrstu hummarar vóru settir út, staðfestir, at hummarin er nørdur, og er komin fyri seg á teimum firðunum, sum hann heldur til í, í dag. Longu tá kundi sigast, at sunnanfyri Tangafjørð var einki at finna. So botnurin kring Sandoynna og Suðuroynna er also øðrvísi, sanna smakksgranskarar kring borðið, meðan Sâlik spælir nýggjasta grønlendska tónleikin.


Væl smakkar, og kanska er føroyski hummarin eitt vet søtari enn í øðrum grannalondum. Við grønari pesto og norskum konjakki omanyvir, fara smakkirnir eisini aðrar vegir. Endaliga verður loyst upp fyri góða føroyska tangahummarasmakkinum við turrum Riesling víni úr Alsace, sum hevur ein farra av sitrón. Manga takk!