Skip to main content

Leygardagur reyði


Í gjár, langa fríggjadag, fóru vit um summarmála. Kalendarin sigur, at nú er hægsta sátíð, at lundin kemur, og at nú byrjar summarhálvan. Tað er ikki bara leygardagur, men leygardagur reyði.


Úti í heimi hevur hesin dagur mong nøvn, tí hetta er seinasti dagur í stilluviku. Men tað hoyri eg ikki ortodoksar føroyingar siga so nógv um, kanska tí at páskirnar byrja ikki fyrr enn í morgin, og vara bert í tveir dagar. Aðrastaðni hevur dagurin so ymisk nøvn sum leygardagur svarti og ljósins leygardagur. So alt velst um grundsjónarmið og sjónarhorn. Tí fór eg í býin í dag at fanga bjartar litir í dagsins ljósi henda leygardag í leysum lofti. Fyrsta fotostopp var úti við Strond, har gamla Bukkevald var. Har er ruddiligt, og tað sum ikki er lagt undir asfalt, er koyrt í konteynarar, ein grønan og ein bláan. Aftanfyri bláa konteynaran hómast vitin á Hoyvíkshólmi.


Í fjørðuni brýtur brimið og tunga aldan vindur alt upp í skúm, hóast veðrið er av tí besta.


Gamlir rustaðir kongar og slitnir betongkantar á kommunalu avfalstromini eru enn sjónligir, og skapa ein spennandi grafikk, meðan aldan sýgur inn og út.


Við Eysturskúlan í Hamarsgøtu stendur ein brandgulur kassavognur upp móti rósulíknandi vegginum, har Tróndur Patursson fyri meir enn 30 árum síðan lýsti ferðina vestur um hav við skinnbátinum Sankta Brendan.


Nudlavirkið er sloppið inn í nýskapta hornið í Smæruni, sum hevur hin besta litin í øllum umhvørvinum á hesum bletti. Ein góð adressa við góðum liti.


Klárt grønari, og í reyðum karmi, er gamla Sjónleikarhúsið frá 1926, sum nú er í full sving við at gera biograffilm í fullari longd um ein fyristøðumann, sum í somu húsum upplivir mangt og hvat. Spennandi fyri film og fyri Havnina.


Grannahúsini, gula Vertshúsið, sum Tórgarð eisini teknaði, stendur páskaskært í gulum liti upp móti reyðu grannahúsunum.


Vendir tú tær við, sært tú hesi bjart gulu timburhús við blondugardinum ovast í Niels Finsens gøtu.


Fert tú niðan á endan á Niels Finsens gøtu og runt eftir Villumsgøtu, sært tú henda søguliga vegg úr mosaikki, har málingahandilin hjá Villa Reinert var fyri.


Framman fyri er restaureraði Kommunuskúlin, sum ikki kundi brúkast og fyri stuttum var lívshættiligur fyri bæði næmingar og lærarar, men nú sær út til at blíva mest attraktiva oasa í miðbýnum.


Snarar tú um Mimirshornið, har sum Tróndargøta fer omaneftir, og velur Varðagøtu niðaneftir, so stendur Sankta Frans skúli framman fyri tær, Føroya størsti træbygningur. Aftur eitt meistarligt Tórgarðsverk í miðbýnum.



Undir yvirskriftini Hin gloymdi dagurin skrivaði Poul F. Guttesen á heimasíðuni hjá Sprotanum í fjør um júst henda dag, at ”í farnum døgum varð hesin dagur merktur við reyðum í kalendaranum, tí hann var mitt í eini høgtíð. Eingin serstøk hending er tongd at honum, ein vanligur gerandisdagur, sum klývur heiludagarnar í tvey. Men aðrastaðni fær hann eitt vet meira tign og verður róptur Holy Saturday, leygardagur heilagi.”



So eru vit á verðsliga Bryggjubakka, har Búgvi siterar Vitu Andersen, sum einaferð segði, hvat sunnudagar vóru til.


Undir Bryggjubakka eru speglingarnar bláar í Suzukibilinum undir Bátafelagnum og framman fyri Norðlýsinum. Blátt í blátt.


Marglittu bátarnir liggja við bátabrúgvarnar og spegla sær í stillu vágni í heimsins marglittasta høvuðsstaði.


Teir spenna í árarnar á Argjabátinum meðan ein ung og mælsk kvinna situr aftur í rong og leggur teimum lag á.


Á Tinganesi hevur Birgar vundið Merkið í húnarhátt.


Yvirav er Skansin, sum í góðveðrinum er tjóðskaparliga ímyndin sum ber av øllum.


Annan páskadag fara tey at rulla páskaregg meðan gomlu grafittistavirnir enn standa á Skansamúrunum og øsa fólk í stilluviku.


Ternan ger klárt til 20 heimakonsertir í Nólsoy í dag, og páskaguli liturin kappast við reytt og svart í gomlu Páskahavnini.


Eisini úti við Skipasmiðjuna hava bjørtu gulu páskalitirnir hug at kappast við blátt, svart og alt tað, sum fyri er ein reyðan leygardag í Havn.


Í garðinum uttanfyri Fountainhúsið fer ein bláur maður framvið, og gulu páskablómurnar og gulu pizzasymbolini kappast um sjónligheitina í tinghúsglugganum við Tinghúsvegin.


Magda Guttesen úr Sørvági bjóðar okkum inn í Smiðjuna í Lítluvík. Við einum Sony AX58 hevur hon fotograferað Kópakonuna í 2014 og prentað hana á lørift í risastórum formati. Her vísur hon okkum myndina í postkortstødd í túninum, niðast í Conradsbrekku, og á niðaru myndini inn í Smiðjuni, har Herfinn Thomassen hevur gjørt stóra løriftsprentið, sum er í fokus. Magda, ið er heilsuhjálpari hjá Heimatænastuni í Vágum, hevur síðan roynt seg við øðrum myndaevnum, sum hondini á Mikkjali á Ryggi og sjáldsomum mynstrum á steinum.



Poul F. Guttesen endar áðurnevndu grein um leygardagin reyða við hesum orðum: ”Heimurin livir í hesum leygardegi, undir tess eirindaleysu fortreytum, men trúgvin sær morgunroðan, ímeðan tað enn er myrkt. Nýggi dagurin er longu byrjaður, eitt sinnopskorn hult í moldini, eitt lyfti at alt, ið skapt er, skal fylgja honum í hansara uppreisn, lýsingin, ið skilir leygardag vónloysins og hin nýggja morgunin. Heilagur? Ja, tí hann er dagurin, tá einki sæst, men ljósið festir í myrkrinum røtur, ið festa dagin bjarta.”

Málningurin, sum sýnir fyrireikanina til Kristi grøv, er eftir Vittore Carpaccio (1472-1526) úr Venezia.