24.4.17

Monokromur morgun


Hóast flaggdagur er í morgin, og maimánaður byrjar, tá vikan er úti, so er kavi og myrkt í morgun so langt eygað sær. Ferðslan er rakt um alt landið sigur Landsverk í Útvarpinum, sum meistarliga fortelur okkum, hvat fer fram í føroyska skúlanum, longu innan klokkan átta. Har er so nógv at siga frá úr skúlanum, at man kundi havt eina heila sending, sum burturav var um skúla og skúlaviðurskifti ein tíma ella so hvørja viku. Bara ein tanki henda gráa og lítið várliga mánadagsmorgun, nú sólin kom fram úr sortanum.


Hinumegin síggi eg nú grønt, sum sprettir ovast á runnunum.

Birgar, sum hevur skrivað upp hvussu veðrið hevur verið í Havn í fleiri ár, sigur, at tað irriterar hann, tá fólk, ár um ár, mjarra um kava í apríl.

- Taka vit veðrið seinastu 10 árini, er tað bara í 2009 og í 2014 at ongin kavi hevur verið í apríl. Í 2010 og í 2012 kavaði tað enn í maimánað. So tit, sum elska at knarra um veðrið: Tað er onki nýtt fyribrigdi at kavi legst í apríl, sigur Birgar í dag,

Kanska er tað ikki so svart og hvítt kortini. Um eina viku byrjar mai. Góða arbeiðsviku, hina seytjandu í ár.