6.4.17

Rasisma í Jerúsalem og ein lívstíðarfangi í USA

Heimildarfilmur hevur aldri staðið sterkari enn í dag. Biografar, public service rásir og stroymingartænastur sum Netflix varpa aktuellan og avbjóðandi heimildarfilm inn í hvørja stovu, sum er opin og íbundin. 

Her eru tvey páskauppskot um nýggjan góðan heimildarfilm, Forever Pure og The Fear of 13, sum bretska filmsfelagið Dogwoof umboðar.

Fyrstu ferð eg rendi meg í Dogwoof var, tá Filmsfelagið fyrrárið vísti amerikanska Leviathan í Havnar Bio við Fiskimannafelagnum sum stuðli. Afturvið Sluppøli og skipskeks vístu vit henda ultraløga heimildarfilm frá einum norðuratlantiskum fiskitúri, har manningin varð útgjørd við við go-pro myndatólum á hvørjum liði. Giti, at øll, sum vóru til staðar, minnast fiskitúrin úti í myrkrinum og fiskasúpanina omaná.

Ovast á listanum hjá Dogwoof beint nú er ein filmur um Norðurírska fótbóltsspælaran George Best (1946-2005). Men Dogwoof hevur tveir aðrar nýggjar heimildarfilmar, sum eg vil viðmæla, tí eg sá teir á donsku sjónvarpsrásini DR2, meðan eg lá við krími í farnu viku.


Annar er um rótfesta nasistarasismu í fótbólti í Jerúsalem. Tað er í filminum Forever Pure, sum hin unga Maya Zinshtein, niðanfyri, hevur gjørt, og vunnið virðislønir fyri í Tromsø og ikki færri enn tvær í heimbýnum Jerúsalem. Hesi vóru orðini, sum dómsnevndin á Jerusalem Film Festival gav Maya Zinshtein fyri filmin í fjør:
By placing it in a wider socio-political and historical context, the film transcends its nominal subject, football and explores issues such as racism, mob mentality and abuse of power.

Forever Pure er so skakandi, at eg øtist. At jødar á eystari beinki á fótbóltsvøllinum hjá fótbóltsliðnum Beitar í Jerusalem einki hava lært um rasismu og nasistiska rasurøkt, og av einum so opnum jødahjarta fremja nútíðarhatur og ágang mótvegis fótbóltsleikarum, ið ikki eru av rætta jødaslagnum, er mær óskiljandi. Men í hesum ísraelska filmi er sjón fyri søgn. Far og hygg, sigi eg bara. Eftir hetta fari eg hvørki til Ísraels ella fótbóltsdyst. Ætlaði mær annars bæði, men nei. Ikki til hasar heidningarnar.


Hin heimildarfilmurin er bretski The Fear of 13, har leikstjórin David Sington, niðanfyri, lýsir amerikanska lívstíðarfangan Nicholas Yarris.


Í 23 ár situr Yarris í fangahúsi, lærir seg at lesa, megnar at lesa túsund bókur eftir trimum árum, og sigur livandi frá, við egnum sjálvskaptum ljóðeffektum, beint í kamera. Í hesari gongdini lærir hann seg torfør orð, og setir tey inn í repeterandi dagssetningar, sum til dømis triskaidekaphobia, ið er ræðslan fyri talinum trettan. Hetta er sonn og livandi storytelling, sum er ein beint framman á. Eins hugtakandi og skakandi. Og so verður hann leyslatin.

Hesir báðir heimildarfilmar, Forever Pure og The Fear of 13 verða báðir viðmældir, nú teir verða sýndir á public service rásunum kring okkum, og helst eisini eru tøkir á Netflix og líknandi rásum. Og so eru teir eisini góðir páskafilmar. Annar úr heilaga býnum, sum í veruleikanum er devulsettur, og hin um ein lívstíðarfanga, sum verður vælsignaður av einum anda, ið eg vil kalla heilagan.

Góðar filmspáskir!