11.4.17

Runt sum egg, fer um allan kirkjuvegg




Í eini gamlari gátu fann eg loysnina á ættaróskilinum, sum almenna gitibrævið bar upp fyri øllum føroyingum í gjár:

Runt sum egg, fer um allan kirkjuvegg.

Ættirnar eru ikki tær vanligu, sum vit síggja í kumpassini hjá teim sjófarandi. Nei, í eini roynd at sjikanera Kringvarpið, verða tær fýra ættirnar myndaðar av landkrabbastavunum, sum eftir klokkuni úr erva og runt geva orðið N-E-W-S.

Tíðindini verða framleidd av egghøvdum, sum mala av ymsum ættum, tí tey dugu ikki ættirnar, og øll standa tey á høvdinum fyri 80 demokratiskt innheintaðum milliónum. That's it.

Hetta var ársins rebus, borin fram í einum gitibrævi, og settur inn í eitt egg á páskum.

Glad påsk!