24.4.17

Sakte TV í Sámalandi


Sjálvt slow TV, hava norðmenn eitt orð fyri - sakte TV, hvat tá. Eftir at hava varpað ljós, mynd og ljóð á tok, bátar, fuglalív og sálmasang uttan slit frá kirkju til kirkju, so er NRK nú farið undir eina beinleiðis maraton sending í samfullar seks dagar og nætur, har reinsdjórahald hjá sámum er evnið. Einki annað enn reinsdjóradrift, beint av vidda. Her er útgerðin hjá NRK.


Umframt at vera ein avbjóðing fyri norska hyggjaran, er hetta eisini ein viðurkenning av sámiska upprunafólkinum, sum á tjóðardegnum 6. februar í ár kundi hátíðarhalda at 100 ár vóru liðin síðan sámar fyrstu ferð høvdu landsfund í Noregi.

Her er eitt sámiskt atlas, sum Sámatingið hevur fíggjað og gjørt saman við finska bókaforlagnum Otava og bretska atlasforlagnum Phillips. Niðast er uppslagið, sum vísur Sámaland.