14.4.17

Skírisdagur úr Tórsbyrgi


Allar útferðir byrja við einum góðum matpakka. Her er tað Unn, sum sker skerpikjøt til gongutúrin skírisdag, sum Jón og Augusta í Tórsbyrgi 28 hava skipað fyri fjúrtan ferðir.


Í ár møttust vit við skúlan í Hvalvík klokkan 10 og skuldu ganga til Leynavatn, sum strikað við reyðum á kortinum niðanfyri.


Tað er ivasamt veður, skíggjað og kalt, tá vit møtast í Hvalvík. Hvítt er í tindunum, men sólin hevur hug at kaga fram. Tá er ljósspælið best.


Vit ganga niðan frá bygdini. Í ár eru vit 23 í ferðalagnum.


Komin nakað niðaná síggja vit regnið standa sum eina gardinu oman gjøgnum Saksunardal og yvir Hvalvík. Akkurát sum eg minnist sýnið úr Felagsskúlanum á Oyrarbakka, har eg gekk í realskúla. Tá regnaði á sama hátt yviri á Streymoyarlandinum. Ongantíð Eysturoyarmegin, sum eg minnist. Men minnið kann verða svikaligt, serliga tá tað umræður veður fyrr og nú.


So slítir í og sólin treingir fram úr sortanum, sum var tað úr einum ljómandi Kingosálmi.


Ælabogin er frammi, og sólin verður hvassari og kastar nú langar og markantar skuggar fram eftir bønum.


Dánjal og Jón práta um amerikanska forsetavalið, og tá teir vóru í New York og fotograferaðu av høvuðsborgini hjá Donald Trump. Undir SEV linjuni stinga søgur úr gamla Útvarpinum seg innímillum, og Dánjal heldur hugsaðu mikrofonina fram fyri Jón.


So dregur hann á luftina, følvar og verður til vátasletting tá tveir reiðmenn koma eftir gøtuni.


Samstundis koma fólk frá Tórshavnar Gongufelag, sum er ávegis til Vestmanna. Í vátaslettinginum skifta vit orð um gøtur og fjøll, og ikki minst um at taka pengar frá fólki, sum ganga í haganum.


So tvíspora teir báðir reiðmenninir avstað eftir gøtuni, sum var tað ein bíløgd ferðafólkauppliving til høvið - og púra uttan kostnað. Eitt livandi biografklipp úr einum northern, sum er ein snaring av western.


Nú kavar av møkum og vátt er at ganga.


Jón hevur skipað fyri brenni, og saman við Jens ger hann eitt lítið skótabál at fløva seg við í eini lagd. Leggið til merkis runda ílatið, sum Jón goymir knívin í.


Meðan løkurin tutlar, hevur Jón fest í bálið við nýggjastu Dimmu, sum á forsíðuni fortaldi um at skelda umborða á báti í 1971. Kanska var tað júst tann forsíðan, sum eina løtu legði støðið undir prátið um relevans í tíðindum og um útvarp.

Hvussu veðrið er, so er bálið altíð savnandi. Matpakkarnir koma fram og veðrið verður betri.


Jógvan fær sær kaffi í B36-krússi og ein bita við skerpikjøti úr Kollinum. Omaná er spik og turrur fiskur. Betri verður tað ikki kring bálið.


Og tó. Tá vit eru komin um næstu sýn er ein nógv betri staður at kynda bál og eta matpakka. Sjálvt hundurin heldur tað. Eisini veðrið er betri. Men tað verður harvið.


Nú eru stundir til fjúrtandu felagsmyndina í bønum í Heygadali. Jón ger klárt og á niðaru myndini sæst úrslitið. Nú eru vit tjúgu, tí Unn, Geyti og Summar eru farin.


Útsýnið er vakurt yvir á Mýrarnar, vindmyllurnar hjá Røkt og Loysingafjall. Jógvan sendur myndir til Anne úr øllum hagavakurleikanum skírisdag.


So kemur sólin fram, og eg kann ikki bara mær fyri at gera eina kyrrlutamynd: sól, sparlar og eitt kavablak.


Vátt og vítt er til allar síður í vakra lendinum meðan sólin spælir og skýggini reka.


Hevði hetta verið í Roswell í New Mexico í 1947, so høvdu tey tvíhildið um, at her lendu tveir marsmenn. Í somu løtu kom sólin upp og teir vórðu til grønt gras, báðir marsmenninir.


Hinumegin hálsin, tá vit síggja oman á Ærgisá, er ein torusteinur lendur. Prógvið er brenda lagdin í jørðini uttan um steinin. Tað er so vist og sætt.


Komin oman á slætt er ein brúgv úr graslíki. Stuttligt, at hava gingið í haganum allan dag, og so traðka á graslíki.


Hvussu vátt tað er á flatlendinum í Streymoynni, sæst her við Dalánna, har seyðurin gongur á biti.


Veðrið batnar og himmalin verður klárur og bláur. Í tí fjara hómast hvítir tindar.


Ein bilbóndi kemur skúmandi niðan gjøgnum Dalánna. Í grønu brekkuni eru húsini Frammi við Gjónna.


Fram við ánni liggja restir úr nútíðarmentanini. Her er ein dekorativt rustaður ljóðdoyvari. Kanska hevur hann tikið botn og lá eftir.


Í hesum frábera fríøki ber til at koyra motokross um ánna og vaða í vatninum við besta baksýni.


Men ert tú hinumegin ánna, so er at passa tær løgir at koma yvirum. Til dømis at lána stivlar, sum ein ber yvir um aftur, ella at verða borin halakukk, sum Turið, ið situr á herðunum á Jens.

Sátan er seinasta myndin. Eins og fjallið fyri endanum á vatninum standa bilar nú fyri okkum, at koyra til Hvalvíkar eftir bilunum, vit byrjaðu dagin við. Klokkan er seks og vit hava verið á ferð í útvið átta tímar. Nú liggur leiðin suður til Jón og Augustu í Tórsbyrgi at fáa suppu og breyð - og at syngja til á midnátt, millum annað óoffisiella páskaoratoriið Bohemian Rhapsody. Manga takk fyri!