10.4.17

Spunasmíð í blindum


Meðan bygdamenn á Facebook hava øst seg um eitt speirit, sum postmaðurin hevur borið teimum til morgunkaffi, havi eg nústani fingið tað í kassan eftir loknan arbeiðsdag, nú klokkan er farin av fimm. Soleiðis eru treytirnar, tá tú býrt í Havn fyri fullan prís, og ikki nýtir gott av teim ókeypis framíhjárættindum, sum falla bygdafólki í lut.


Mangt er, ið kann klúgva tjóðina. Og tað eftir mongum ásum, upp og niður aftur og fram. Men ættirnar plagdi ein sjófarandi tjóð at duga. Tí mann tað vera ein onnur orsøk, at kalla vestur fyri S, s sum í sosialismu til vinstru fyri Mykines. - Er hetta kanska eitt gitibræv eftir danskari gækkebrev-fyrimynd, har móttakarin skal gita, hvør sendi?

Endamálið tykist vera at herja á Kringvarpið, sum í speiritinum sigst fáa 80 milliónir at senda fyri. Onkur sannleiki er prinsipielt áhugaverdur. Tað er atgongdin til ókeypis sendinet. Men so er ikki meir. Hesin pástandur bendir á, at avsendarin er ein ónøgdur privatur miðlaprodusentur.


Produsenturin framleiðir eisini stuttliga orðið kulturdanskari. Kanska er tað eitt svar uppá nýggjyrðið nýføroyingar, við einum farra av uppaháldinum at vera kulturkristin mótvegis rætttrúgvandi og ektaðum kristnum. Tá er vit í Eysturoynni, helst við Skálafjørðin.


Avsendarin, sum hevur ein óroyndan politikara í búkinum, er merktur av ómegd, tí hann - hon er í hesum føri útilokað -  metir Kringvarpið sum ein ráðandi politiskan aktør. Samstundis sigur rangsnúni avsendarin, at Kringvarpið hevur gjørt tey fólk, ið bæði rinda og lurta, fremmand. Tey eru fremmandgjørd. Nú er gott, at avsendaranavnið stendur í fleirtalið, samfelags-eygleiðarar, tí nú er so floygt, at eg flúgvi vestureftir til hann, ið spurdi løgmann, hví hann gav føðideildini ein málning við hornum, tá vit vórðu 50.000.

Tó kann eg ikki annað enn undrast, at havnarmaðurin á fólkatingi, Sjúrður Skaale, í allan dag hevur garterað um hetta lítla speiritið, sum hann sigur at gøtumaðurin í Göteborg, Búi Tyril, hevur skrivað. - Tað havi eg ikki, sigur Búi, sum hevur føðingardag í dag. Tað sæst á Facebook, har eisini sæst, at fyrsti persónur at deila og bera víðari uppáhaldið hjá Sjúrði, er floksfelagin og fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen.

Eg eri rættuliga sannførdur um, at visti eg, hvør hevði skrivað hetta speirit, so risti eg bara á høvdinum. Sjúrður helst eisini. Tað er mytologiska urkraftin í tí ókenda. Styrkin ikki at vita, hvør idioturin er, og samstundis rætturin hjá hvørjum idioti til framhaldandi at vera - idiot.

Hetta er ikki fyrstu ferð at ónevnd idiotskriv verða borin í hvørt hús, adressuleyst hugsi eg, at postmenn róptu tað. Her eru tvey gomul dømi eg fann á blogginum: