Skip to main content

Tríggir filmar í mai


Filmsfelagið vísur tríggjar spennandi og summarsligar filmar í mai í ár.

Isabelle Huppert man vera kendasta franska kvinna á filmsløriftinum. Hon hevur høvuðsleiklutin í dramatisku nøtrisøgun Elle, sum hon fekk altjóða Golden Globe virðislønina fyri. Í Fraklandi vann Elle César virðislønina sum besti filmur við besta kvinnuliga høvuðsleikara.

Elle er nýggjasti filmur hjá niðurlendska Paul Verhoeven, sum áður hevur gjørt erotisku søguna Basic Instinct við Sharon Stone, og science fiction-klassikaran RoboCop.

Siri Sørensen, sum er blaðstjóri á Kvinnu, fer at introdusera Elle í Filmsfelagnum mikudagin 3. mai kl 20:00


Í filminum Elle fylgja vit sterku handilskvinnuni Michéle (Isabelle Huppert), sum er fyri innbroti, verður bukað og neyðtikin. Alt fer fram í hennara egna heimi. Hon meldar ikki hendingina, men fer sjálv at leita brotsmannin upp. Hon er sannførd um, at hann er ein, ið hon kennur. Michéle og brotsmaðurin verða drigin inn í ein ófrættakendan leik, sum hvørja løtu kann eksplodera.

Louise Kidde Sauntved skrivaði í filmsummæli í Berlingaranum m.a. soleiðis: ”Gid Paul Verhoeven må lave flere film som Elle. Film, der udfordrer os, kradser og stritter. Film, der bliver siddende i nervebanerne. Film, der tvinger os til at tænke og føle i forsøget på at forstå."


Franski filmurin En mai, fais ce qu'il te plaît, sum hevur enska heitið Come What May og danska heitið Dengang i maj, fer fram í mai í 1940, tá týskurin ger innrás í Fraklandi.


Í einum lítlum býi har norðuri í Fraklandi verða tey noydd at flýggja til strondina at finna trygd. Borgarstjórin, Paul, og konan, Mado, royna at halda lagið gott, meðan unga lærarinnan, Suzanne, ansar eftir Max, sum er blivin burtur frá pápanum, Hans, sum týskurin hevur tikið. Tá Hans er latin leysur, møtir hann skotska heryvirmanninum, Percy, sum hevur mist alt fólkið. Teir fara at leita eftir Max, og so skal Percy finna heim.


Týski August Diehl spælir Hans, og 88 ára gamli italski Ennio Morricone hevur gjørt tónleikin til filmin Dengang i maj, sum verður sýndur í Filmsfelagnum mikudagin 17. mai kl 20:00


Seinasti filmur í Filmsfelagnum í mai er italski skemtileikurin La pazza gioia, sum hevur enska heitið Like Crazy og danska heitið Springtur i Toscana. Við amerikanska kvinnuklassikaranum Thelma & Louise í tonkunum fylgja vit Beatrice og Donatellu, som møtast í einum terapeutiskum búfelagsskapi fyri kvinnur við serligum avbjóðingum.

Beatrice og Donatella verða vinkonur og gera av at flýggja, at finna eydnuna. Italski leikstjórin Paolo Virzi hevur fyrr gjørt satiriska filmin Human Capital.