Skip to main content

Tvílemba


Hesa tvílembu sá eg úti á Krossinum, har teir riðu um kapp á rossi á ólavsøku fyri hálvari øld síðan. Í dag er tað uttan fyri Nomatek og ídnaðarøkið, har sum Velbastaðvegur krøkir í Kirkjubøarveg og ein smalur vegur fer oman til Sandá. Krossgarður stendur í dag á lítla húsinum, sum plagdi at vera málstrikan hjá reiðmonnum í fyrndini í Havn. Her eru hvítu lombini í lágu sólini.


Jógvan er komin heim at vitja á páskum og sær lítla Olaf fyri fyrstu ferð.


Vit koyra ein túr til Kirkjubøar og síggja taraseyð í fjøruni, men einki lamb á túrinum.


Á veg til Syðradals eru gæs, likkur og seyður á bønum bæði niðanfyri og omanfyri vegin. Men heldur einki lamb er at síggja. Í staðin avmynda vit eina ær við Miðvági í kámum baksýni.


Niðri í Syðradali er ein so sjáldsama beinur uppdyrkingarvegur, sum higanifrá sær út, sum um hann fer hann beint út í havið.


Pálmasunnudagur er og heystlambið úr Kollinum á Eiði verður improviserað páskalamb, ið er so vælsmakkandi, at tað sum frá líður tykist fara at tosa við páskaliljurnar, ið standa á borðinum undir gula prentinum hjá Torbirni Olsen, sum er av Húsum. Væl gagnist!