17.5.17

Fjórða umfar byrjar í dag


Í dag byrjaði fjórða umfar í leiting eftir olju í føroyskum øki. Tað vil siga, um nakar áhugi er at kanna og bora. Tilboðið stendur við til 17. februar næsta ár. - Møguleiki er fyri stórum inntøkum, segði Poul Michelsen, landstýrismaður í vinnumálum. Hann er sannførdur um, at vit finna kolvetni í lønandi nøgdum.

Omanfyri sæst einasta mynd, sum í einum vísur allar tær níggju leitiboringar, sum higartil hava verið í føroyskum sjóøki, hvat ár tær vóru, hvussu tær itu, hvør stóð fyri boringunum og hvat úrslitið var.

Í eina førinum sæst eisini, hvussu nær landi eina leitiborðingin varð gjørd. Tá var oljuævintýrið bara 100 km úr landi. Myndin er á blaðsíðu 50 í Atlasinum hjá Námi, sum kom í 2014. Einki er broytt síðan tá. Ole Wich teknaði søguliga kortið, sum enn stendur við.

Í summar fer Jarðfeingi at kunnað altjóða oljufeløg í London um útbjóðingina.