Skip to main content

Fyrsti kampingvognur komin


Í morgun komu fyrstu kampistarnir til Kampingplássið Yviri við Strond í Havn. Tey eru úr Fraklandi og standa og njóta útsýnið yvir fjørðin, meðan tey bíða til vetrarlæsti bummurin fer upp. Tey komu tíðliga í morgun, og íslendska flaggið ber boð um, at tey helst fara víðari við Norrønu mikudagin.

- Kampingplassið læt upp í morgun klokkan 9, so nú er sæsongin í gongd. Opið er hvønn dag, og hvørt kvøld frá 19 til 20, og altíð tá Norrøna kemur, um tað er kvøld ella nátt, sigur Theresa Turidardóttir Kreutzmann, stjóri á Visit Torshavn, sum umsitur kampingplássið.

- Vit byrjaðu í fjør at hava opið um náttina, tí vit hildu at ferðafólkini fóru at kenna seg meiri vælkomin, um fólk vóru á staðnum, ístaðin fyri bara at koyra inn. Vit hava eisini altíð opið á kunningardiskinum á farstøðini, tá Norrøna kemur. Hetta eru ferðafólkin sera glað um, tí ofta eru ymsir spurningar og ivamál, tá tey koma mitt á nátt, sigur Theresa.

- Kampingplássið er sera væl útgjørt við 8 brúsum/wc og hvørt ár verða gjørdar umvælingar, sum koma ferðafólkunum tilgóðar. Má siga at ferðafólkini fara sera væl um, kanska tí tey síggja, at húsið er nýtt og væl viðfarið. So eru tey kanska meiri umhugsin. Í ár eru tvey fólk, sum taka sær av kampingplássinum, soleiðis at vit fáa haft longri opið, sigur Theresa.

Við kampistunum kemur summarið hvørt ár. Tað svitast ikki. Føroyska summarið, sum er so skiftandi í liti og ljósi, og ger tað so spennandi at fotografera. Tí at í næstu løtu kann tað draga saman í erva, og verða myrkt sum í sólarmyrking. So er ljóst aftur. Ein Kingosálmur klokkan átta fyri einki.