Skip to main content

Kris Kristofferson spælir á G!


Ein av heimsins mest elskaðu sangskrivarum og sangarum, Kris Kristfofferson, kemur at framføra á G! í summar. Tað verður ein solo framførsla við Kris sjálvum og kassaguitara, tá boðar G! festivalurinf rá í tíðindaskrivi í morgun.

Myndirnar eru tiknar tá eg møtti honum í Kirkjubø og í Norðurlandahúsinum í august fjør.


Kris Kristofferson, sum hevur verið í Føroyum tvær ferðir áður, kemur annars henda veg fyri at taka sær av løttum saman við føroyskum vinfólkum. Men tá ið hann frætti at tað er samstundis sum G! og at pallurin stendur opin fyri honum, so lat hann sær ikki siga tvær ferðir, men játtaði beinanvegin at spæla. Kris vil tó ikki sjálvur hava løn fyri at spæla, men letur barnaheiminum lønina sum gávu.


Í summar spælir Kris nakrar konsertir í Europa, harav ein verður á G! Festival og ein verður á Glastonbury í Onglandi.

Um Kris Kristofferson upplýsir G! festivalurin, at hann varð føddur í Texas inn í eina hernaðarfamilju. Tey fluttu til Kalifornia, har Kris las Creative Writing á fróðskaparsetrinum, Pomona College. Í frítíðini boksaði hann í kappingum. Hansara evni á fróðskaparsetrinum vóru so eyðsýnd, at hann bleiv innlimaður í elsta og hægst metta studentafelagskapinum, Alpha Beta Phi, umframt at vann eitt av heimsins hægst virdu scholarships til at lesa bókmentur í Oxford í Onglandi. Har fór hann so at lesa víðari, boksa, spæla rubgy og skriva sangir. Eftir próvtøku á Oxford fór Kristofferson í herin sum ein ‘Airborne Ranger’ tyrluskipari, har hann gjørdist kapteinur. Í 1965 segði hann nei takk til eitt arbeiði sum undirvísari á West Point hernaðarakademinum. Við íblástri frá sangskrivarum sum Willie Nelson og Johnny Cash fór Kris ístaðin til Nashville at royna seg innan tónleikin.


“Meðan eg var í herinum, var eg ein av teimum fáu, fyriuttan hansara vinir, sum visti hvør Willie Nelson var” minnist Kris. “Eg lurtaði eftir einum plátuvendara, sum var Willie-fjeppari. Hann spældi sangir hjá Willie og tosaði um hann alla tíðina. Tá ið eg so kom til Nashville var Willie longu ein superhetja hjá mær. Fyri fýrar sum meg, vóru Johnny Cash og Willie Nelson gudar. Síðani blivu eg og Willie bestu vinir. Mín fatan av Willie fór frá at mestsum tilbiðja hann, til at varnast, at hann var millum skemtiligastu lortendar, tú kanst ímynda tær.”

Eftir at hava strevast í fleiri ár í Nashville, fekk Kris stóra viðgongd í byrjanini av sjeytiárunum. Sangirnir “Me and Bobby McGee”, “Help me make it through the night”, “Sunday morning coming down” og “For the good times”, sum allir lógu ovast á hittlistunum, vóru við til at endurskapa sjálvt sangskrivarakynstrið innan countrytónleikin. Í 1987 varð mett, at fleiri enn 450 listarfólk høvdu spælt inn løg, sum Kris hevði skrivað.

Hansara dugnasemi innan sangskriving gjørdi at hann eisini fekk gongd á yrkisleiðinar sum framførandi tónleikari og filmssjónleikari. Kris Kristofferson hevur spælt við í meira enn 70 filmum. Hann vann m.a. ein Golden Globe fyri ‘besti leikari’ fyri sín leiklut í filminum “A star is born”.

Kris verður stundum lýstur sum ein listamaður fyri listafólk. Hann hevur vunnið tríggjar GRAMMY, givið út 29 plátur, harav tríggjar saman við vinunum Johnny Cash, Willy Nelson og Waylon Jennings undir navninum Highwaymen. Kris Kristofferson hevur brúkt 30 ár til at spæla konsertir kring allan heimin. Hesi seinastu árini fyri tað mesta einsamallur við kassaguitaranum, har sangirnar standa í miðdepilinum. “Tað er okkurt erligt í tí einfalda. Tað kennist sum beinleiðis samskifti við áhoyraran”, sigur Kris. “Eg havi tað stuttligari saman við bólkinum, men at vera einsamallur er frælsari onkursvegna. Tað er sum at vera ein av teimum gomlu bluesmonnunum, púrasta latin úr.”

Kris Kristofferson hevur nátt status sum ein livandi legenda og mong høvdu helst langtsíðani lagt arbeiðshandskarnar frá sær. Men Kris, sum framvegis er sera kreativur og virkin, gevur sær nærum ikki tíð til at steðga á at anda. Soleiðis koyrir hann á framvegis við konsertum, sangskriving og útgávum. Seinasta útgávan The Cedar Creek Sessions (2016), er ein dupultútgáva við live upptøkum og fevnir um stóran part av tí besta av hansara sangskatti.


Umframt ein heilan hóp av ymsum heiðurslønum, so er Kris innlimaður í Country Music Hall of Fame, hann er vinnari av høgt virda Johny Mercer Award frá Songwriter Hall of Fame, eins og hann fekk “American Veteran of the year award” í 2002. Tá ið hann fylti 70 ár í 2006, tóku vinir hansara upp eina heiðursútgávu við sangum hjá honum. Luttakandi listafólkini taldu m.a. Wille Nelson, Russel Crowe, Emmylou Harris, Roseanne Cash og mong onnur. í 2009 fekk Kris “Johnny Cash Visionary award” frá Country Music Television, og somuleiðis í 2009 fekk hann Icon Award virðislønina frá BMI. Hann fekk Frances Preston Music Industry Award í 2012 og í 2014 fekk Kristofferson GRAMMY Lifetime Achievement Award, umframt PEN Song Lyrics of Litterary Excellence Award.

Tíðindaskriv