21.5.17

So ymiskt er veðrið


Í dag er sól og stilli. Frá ringasta veðri og sitrandi duni, tá aldan í gjár sló í klettin, so alt ristist, er nú stilli og sólskin. Ikki ein ond. Í dag er veður at lesa bløðini úti, uttan at tey flúgva avstað. Hvíta skúmrondin er gróður í sjónum. Og fyrsta summarservering á terrassuni var í morgun.


Sum sæst, hevur einsamalli tjaldbúgvin givið upp dystin við brimið á grøna kampingplássinum, sum í dag er innbjóðandi tómt. Men longur úti við Strond standa seyður og gæs og njóta nýkomnu summarsólina.


Sjálvt teir vetrartyngdu flugufrensarnir fara á flog og sveima í nýkomnu Tórsbyrgislýkkunni.


Ein vespa er farin í hjálpirøturnar, at sannføra tey mest seinfatandi um, at nú er summarið komið.