Skip to main content

Tá sólin skínur yvir Víkina føgru


Um vikuskiftið vóru stór og smá í ólavsøkuhýri í miðbýarsólini í Havn. Leygardagin var ísaður fiskur lagdur upp í Tórsgøtu, skorin og gjørdur klárur til grillina og stóru suppugrýtuna við altskyns krabbadýrum og sanniliga eisini tara. Til bar at nema við bæði deytt og livandi, og so at smakka eksotisku rættirnar úr sjónum. Tað er Ein dagur á grynnuni.


Maiveðrið var so summarsliga frálíkt, at fólk hoyrdist spontant siga góða ólavsøku, tá tey høvdu prátað eina løtu undur Bryggjubakka og so gingu víðari.


Tey tilkomnu møttust longu fríggjadagin í Listaskálanum at fagna Williami Heinesen og hansara myndlist, tí framsýingarheitið William Heinesen - Myndlistamaður.


Nils Ohrt, savnsstjóri, bjóðaði vælkomin og Malan Marnersdóttir, professari, helt setanarrøðuna.

William Heinesen (1900-91) var fyrst og fremst orðlistamaður. - Tað er einki at taka seg aftur í, men alt sítt lív var hann eisini virkin myndlistamaður og arbeiddi í tøkni so sum pastellkrit, tekning, málarí og pappírsklipp. Tær munnligu myndirnar í ritverki hansara fingu her fylgi av tí sjónliga, segði Malan.

Sjálvt um William Heinesen lítillátin kallaði seg sjálvan "billedmager", var list hansara á høgum stigi. Tað er tó samstundis ein sannroynd, at rithøvundurin setti dám á myndlistamannin á tann hátt, at hansara myndir fyrst og fremst siga eina søgu, eru fabulerandi og stundum gera gjøldur burturúr onkrum.


Seinastu ártíggjuni av lívi sínum royndi William Heinesen seg við pappírsklippinum, har list hansara náddi eitt nýtt hámark, eisini í mun til originalitet.


Tey mest nágreiniligu og torgreiddu pappírsklippini hjá Williami Heinesen er ein røð við frábrigdum av einum violinleikara og eini dansandi gentu í einum fruktagóðum skógi, bæði nakin eins og í aldingarðinum í Eden. Eisini listaliga hoyra hesi klippini til tey glæsiligastu og best eydnaðu, bæði koloristiskt, prýðiliga og grafiskt.

Íblásturin til myndevnið kemur úr kendu skaldsøguni Glataðu spælimenninir (1975) hjá Williami Heinesen. Spælimaðurin er tann ungi, evnaríki Orfeus, meðan Tarira bæði er hansara dreymasjón og ein stevnismynd! Tá Orfeus til endans fer uttanlands, renna tær tvær útgávurnar av gentuni saman – dreymur og veruleiki eru endiliga sameindir.

Í pappírsklippinum ræður dreymaheimurin. Hendingin er tó ikki nevnd í skaldsøguni. Tarira minnir tó um eina lýsing av mammu Orfeus sum "ung og glað sum ein Afrodite nýliga komin á land." Og fruktagóði og litríki skógurin í klippunum er ikki langt frá lýsingini av dreyminum hjá unga manninum, sum byrjar við: "tað byrjaði at kava við marglittum eldi, glæsiligar blómur sprettu."

Pappírsklippið er bert eitt av teimum mongu listaverkunum – umleið 60 tilsamans – sum størsta partin av summarinum kunnu síggjast á Listasavni Føroya á eini framsýning, sum snýr seg um týðandi myndlistamannin William Heinesen.

At framsýningin er so stór í vavi er vegna ta stóru vælvild, sum Listasavnið hevur hitt, serliga frá teimum mongu privatu eigarunum. Tað er teimum at takka, at teirra gerandisgleði nú kann deilast við okkum øll, sigur Lisasavnið á heimasíðuni.


Duettin Svaboino, sum er Angelika Nielsen á bratsch og Ólavur Jakobsen á gittara, spældi løg hjá Svabo.


Mest spennandi haldi eg tekningarnar úr skúlabókunum vera. Ikki fyri lív og litir, men søguliga, tí tær komu á eitt so turt stað sum skúlabøkur, har hvørki grafikkur ella myndprýðing hevði havt nakran týdning, tí eingin útgevari gav øðrum enn skrivaða orðinum, bókstavatekstinum, ans. Í fyrstuni var orðið, sum skrivað stendur í skúlans bókstavamentan. Eg havi altíð hug at siga, at í fyrstuni var myndin, myndin av orðinum. Haldi ikki, at nakar hevur sum William Heinesen latið upp fyri skúlabókalesturi í gamla skúlanum. Nú eru lukkutíð nógvir myndprýðarar, eisini í litføgrum skúlabókum.


Og so er tað skemtið, skálkabrosið, ið liggur undir hesari myndini av kellingini á seiðabergi í 1929. Ein stílur, sum er merktur av so stórum listaligum yvirskoti, at hann verður beinleiðis avvápnandi. Tú flennir. Um ikki hart, so innantanna og leingi.


Og tá eg síggi hendan, Floytandi maður í haga (1955) er hon so søgusigandi, at eg fari at floyta inneftir. Lukkutíð hoyrir eingin, tá tú floytar inneftir, at verja teg móti øllum illum í íbygdum steinum millum bygda.


Tekningarnar frá nevndarfundum og barsilsgildinum í Havn er enn líka stuttligar. Kanska slítast tær ikki, nevndarmyndirnar, har vit kenna allar typurnar aftur. Men málningarnir geva eitt kærkomið brot framm eftir vegginum.


Niðri í Steinprenti letur Anker Mortensen upp framsýning við ikki færri enn 86 talmerktum verkum, flestu smá og øll á pappíri. Navnið á vikuskiftisblogginum er tikið frá framsýningini: Víkin fagra.


Í tíðindaskrivið undan framsýningini sigur Steinprent, at hetta er Anker á pappír við nýggjum steinprentum, sum listamaðurin gjørdi á verkstaðnum saman við Magnusi V. Andersson. Eisini verða vatnlitamyndir á framsýningini og ymiskar skitsur, sum eru festar á smá pappírspetti, kaffifiltur, kvittanar o.l, sum listamaðurin hevur havt við hondina júst tá hann bar eyga við eitthvørt áhugavert ella vakurt í umhvørvinum. Jan Andersson, savnsleiðari, bjóðaði vælkomin framman fyri høvuðsvegginum.


Síðan greiddi Kinna Poulsen frá um Anker Mortensen og júst hesa framsýningina. Myndamálið er grundleggjandi abstrakt, men við smáum figuratiónum av húsa- og skipaskapilsum, av steinum og haga uppi í Hoyvík, har Anker hevur búleikast í eitt ár.


Við teimum mongu smáu skitsunum er hetta ein óvanliga opin, spontan og leitandi framsýning, men listamaðurin er eisini kendur fyri at vera óvanliga leitandi í mun til hvat vit hava verið von við innan føroyska list. Myndamálið er einfalt, miðað verður eftir at lýsa ein innara, andaligan veruleika í myndunum. Íblásturin stavar altso frá upplivingum í náttúruni av vindi og sól, av mynstrum ella fuglasangi og frá bókmentum, frá yrkingum og aðrari myndlist.


Enn sum áður er poetiska útgangspunktið til staðar í myndlistini hjá Anker Mortensen. Tað sæst eitt nú á heitinum á framsýningini, sum eisini er felagsheitið á øllum prentunum, og sum sipar til yrkingina hjá Karsteni Hoydal “Ganga nú á meg minnini/ mær goymdu oyru og eygu:/ Dalurin fagri, mín barnaheimur/ millum brattar og brúnar heygar.”



Umframt abstrakt mynstur innihalda hesar myndir afturminningar til eitt sakleyst og gandað barndómsunivers uttan rationel ella realistisk mørk. Framsýningarhópurin er merktur av einum serligum samanhangi, sum bæði kemst av teirri serligu, ójøvnu og viðkvomu strikuni hjá Anker Mortensen og av mynstrum og skapum, ið ganga aftur í myndum og skitsum, verður sagt í innbjóðingarskrivi frá Steinprenti undan framsýningini Víkin fagra.

Til ber altíð at fara uppá og hygga inn í sjálvan verkstaðin í Steinprenti, at finna eina gávu ella eitt signerað og talmerkt prent til egnan heimavegg. Her er arbeiðsborið og goymsluskuffurnar við tí nógva grafikki, sum er gjørdur her og fæst til keyps. Fremst fyri er Zacharias Heinesen 


Í grannhølunum, hjá Öström, hava Joel Cole, Oda Fosaa og Malan Fosaa sniðgivið og gjørt eina nýggja røð av sofuborðum. 


Lyklaorðið er burðardygd, og tilfarið er viðurin hjá Joel Cole, sum hann hevur havt við sær úr Shakopee í Minnesota til Føroya, og so leður, skræða og kópaskinn hjá Maluni og Odu. Náttúran litað, snarað og pussað á natúrligan hátt í einum samstarvi millum brandini Joel Cole Art og Fosaa.


Samansetingar av ymsum slagi av viði, geva spennandi grafiskar brúkaraflatar á einum sofaborði.


Serliga spennani er ímyndin av sambandinum millum Føroyar og Amerika har Joel Cole sjálvur hevur gjørt samanbindandi hefti. Vakurt poleraði stovuborðsflatin fær eitt dynamiskt ófrættakent frábrigdi, sum vóru tað hospitalspentur á eini skurðstovu, ella kanska úr kjallaranum, har líkskurður júst hevur verið. Alt samalt á blanka borðinum. Ein spennandi samanrenning, sum letur upp fyri sterkum søgum millum tað glatta og javnt harmoniska og tað ráa og ótilgjørda.


Inni hjá Öström er eisini vert at hyggja eftir sofistikeraðu mappunum úr leðri, laksaskræðu og kópaskinni frá Fosaa.


Undir heitinum Ein dagur á grynnuni varð aftur skipað fyri ókeypis familjutiltaki í Tórsgøtu. Lyklaorðið í mentanargøtuni henda eina dag um árið er tilfeingið, alt sum fæst úr havinum og kann gagnnýtast. Saman við hópin av sponsorum er Bogi Andreassen skipari á grynnuni.


Marjun og Olaf hava leitað sær oman á Bryggubakka at njóta yðjandi lívið í sólini. Eins og øll onnur hava tey bæði fingið sær sólbrillur, RayBan til børn.


Børn sleppa at nema við livandi dýrini í kørunum á bryggjuni. Onkur er djarvur og torir at taka um ein sprelllivandi hummara.

Longur úti, har Flatskattabrúgvin er, ber til at kanna veruliga fiskalívið fram við landi.


Millum standmyndina av Nólsoyar Páll og Miðlahúsið er ein gummibátur, sum børnini eftir tørni kunnu sigla í við fjarstýrdum bátum.


Á uppihaldstrappuni hava fólk sett seg at njóta sólina, ein góðan fiskabita úr teltunum uppi í Tórsgøtu, ella ís og kaffi frá Norðoya Sparikassa og MBM, altsamalt ókeypis eins og sólin yvir Víkini føgru.


Trøllapætur og omman taka pallin, sum í dag er eitt ófloygt persarateppi á havnarasfalti. Undirtøkan hjá børnum úr Havn er so góð, at tað næstan fer á flog, persarateppið hjá gittar- og keyboardspælandi Trøllapæturi og ommuni.


Ímeðan tosa tey vaksnu um lívið í Havn fyrr og nú. Kanska eru tað gamlir skúladagar á Venjingarskúlanum tær tosa um í teltinum, meðan fiskurin er á grillini.


Mourits Mohr, sum sker aftanfyri Oyvind, fann uppá navnið á tiltakinum. Til gerandis er hann við Magnusi Heinason. Fyrr spældu vit á bønum hjá Mikkjali í Grønlandi.


Undir vegginum á Miðlahúsinum og framman fyri Perluna eru kvøldskúlanæmingar í føroyskum hjá Guðrun Eysturlíð. Tey hava gjørt eksotiskar rættir, sum eisini ber til at smakka í føroysku summarsólini.


Bergun Kass bjóðar hin hvítasta og bestsmakkandi toskin, og eisini hýsu. Tilgjørt so lagaliga, at fiskurin nærum smeltar á tunguni.


Bogi fær nøkur borgarlig orð frá Eyðuni, kanska um reinføri meðan gingið verður millum borðini. Vatn og sápa er beint við hondina.


Skeriborðini eru oftast væl mannaði og við kendum monnum.


Longur upp í Tórsgøtu skera teir makrel, brisling og háv.


Ein hin besti bitin eg smakkaði leygardagin á grynnuni, var hávur frá Ruben Busk.


Oman eftir gøtuni sæst feska rávøran, sum arbeitt verður við á grynnuni. Litirnir í fiskakassunum eru mangir, frá tí reyða til tað grágrøna og leopardprikkuta.


Longur úti eru kræsnagómar, feinsmekkarar, møttir undir opnum himni. Her er Karin Visth úr Sveis, sum er sommelier hjá Koks.


Dagurin á grynnuni hevur skapt ein matlistarligan áhuga, sum grør um gangandi fót her úti undir Bakka, har bíðirøðin er blivin long.


So eru stundir at ganga yvir til Terja á Skálatrøð, at síggja og njóta Føroya ivaleyst allarbestu skrivstovuútsikt.


Grundarsteinurin í fabrikkini hjá Öström stendur serliga sjónligur í sólini í dag.


Í kioskini á Vaglinum hevur Asta nýggjasta Familie Journal í skugganum av sólini, sum nú setur yvir Víkina føgru.


So nógv fólk eru í býnum, at hugsingur er ikki um at fáa borð á nakrari matstovu. Loysnin er at fara í Bónus at keypa ribe eye at grilla í garasjuni hjá Terja. Afturvið er Ray Davies í nýggjum útsetingum, har Lucinda Williams syngur Long Way From Home. Ein perla í sólini, sum nú setur yvir Víkina føgru.