20.5.17

Triði filmur er oftast hin besti


Hetta vikuskiftið varpa franskir miðlar ljós á film, nú filmstevnan í Cannes hevur 70 ár á baki.

Filmstevnan, sum byrjaði mikudagin, verður mett at vera hin týdningarmesta, tá umræður nýskapandi og listaliga áhugaverdan film heldur enn bara stjørnufongdar metsølufilmar.

Í eini roynd at finna best umtókta filmin í lívskeiðnum hjá einum filmsleikstjóra, hevur franska avísin Le Monde funnið fram til 2000 klassiskar filmar hjá 110 kendum leikstjórum og bygt úrslitið á tilfar frá 99 mió filmshugaðum brúkarum á netinum.


Henda margháttliga, men væl undirbygda kanning, bendur á, at triði filmur hjá einum leikstjóra, sum hevur gjørt nógvar filmar, oftast er hin best umtókti. Men undantøk eru.

Tann filmur, ið fær flest stig í kanningini er Que Viva Mexico!, sum, alt eftir hvussu gjørt verður upp, helst er tíggjundi filmur, sum russiski Sergueï Eisenstein gjørdi. Eisenstein, sum var úr núverandi Latvia, fær fyri henda filmin 9,3 stig av 10 møguligum. Vorðið sum dagdvølja hjá hagfrøðingum.

Avísin Le Monde, Verðin, varð stovnað í 1944 og leingi mett sum hin mest áhugaverda í teksti, heldur enn journalistikki. Upplagstølini eru fallin og eru í dag neyvan hægri enn 200.000. Internetútgávan av Le Monde kom fyrstu ferð fyri jól í 1995.