Skip to main content

Á beinkinum hjá EB


Antennan á loranstøðini á Eiði er enn eina tíð fremsta eyðkennið, tá tú hyggur niðan av gøtuni kring vatnið, beint heimanfyri EB húsið niðri á Møl, sum nú er kampingpláss. Í dag havi eg fyri fyrstu ferð upplivað at sita á beinkinum hjá EB. Tað var í skiftingarrúminum, og so í brús, eisini hjá EB. Hóast einfalt, basic, er tað eksotiskt hjá hinum føroyska ferðandi.


Hóast einfalt, er alt, ið kampisturin hevur fyri neyðini, her. Vatn, streymur og internet. Og eitt fiski- og hoppiborgsparadís hjá børnum í góðveðri.


Nýrakaður kanst tú seta teg við búgvið borð á Mølini, har útsýnið av grøna vøllinum er av tí besta. Unn hevur borðreitt við fransbreyði, rullupylsu og kola, og afturvið eru Beatles, Brian Wilson og ein føðingardagsgáva frá abbasoninum.

Besta byrjan av kampingplássinum niðri á Møl, er ein túrur um vatnið við iPhone. Og tó. Orkar tú og tímur tú at bera, so er eisini gott at hava eitt ordiligt kamera á hesum leiðum. Ein fjald fotoskrá á hesum bloggi er at bera saman iPhone lummatelefonina við eitt full frame kamera.


Á flestu plássunum standa føroyskir kampingvognar parkeraðir. Tað kostar 20 krónur um dagin. Men svevur tú, og brúkar streym og teir fasilitetir, sum her eru, so kostar tað 200 krónur um dagin. Tað gera nokkso nógvir útlendingar, sum eisini liggja í telti. Tey, sum eg heilsaði uppá í køkinum, vóru úr Italia, Niðurlondum og Kekkia. Nøkur teirra heilt tilkomin, onnur ung á súklu og motorsúklu. Øll klædd og gjørd út til aktivt útilív av tí slagnum, sum kampistar dáma. Mest sjáldsami bilur var hesin Buschtaxi, ið sær út sum ein grønur Beatles-kavbátur, klárur at taka upp várróðurin á Norðhavinum.


Gongur tú eftir Umvarpinum, kanst tú møta Eiðisfólki, sum ganga morguntúr. Ein teirra var Sigrun, sum hvønn morgun gongur henda túr við hundi, heimanifrá, oman gjøgnum Skýlindal og runt vatnið. Hon fegnast um góða veðrið í dag, men heldur at havið er nakað óroligt.


Her er nógv terna á Umvarpinum, og hyggur tú hin vegin, heim móti bygdini, so er hetta grøna summarsýnið.


Eftir ein rundtúr í bygdini, koyra vit niðan á Loranstøðina, sum nú er niðurløgd, hóast antennan stendur enn. Aftanfyri støðina er tó danska Søfartsstyrelsen enn í gongd og tryggjar at nákvæmt arbeiði, so sum tunnlar, oman og niðansjóvar, kunnu møtast og bindast saman innan ein centimetur. Vit parkera í túninum hjá Søfartsstyrelsen og elta eitt reyðspógvapar.


Vit ganga móti vatninum, Eiðisvatni, sum tey lokalu kalla Suðri á Vatni, mótvegis hinum, sum kallast Niðri á Vatni. Her er nógvur fuglur í haganum, so eg ivist ikki í, at hetta eru egg, sum ein óður kjógvi hevur tikið og smildrað í helluna, helst bara til stuttleika. Var tað fyri at gera sær dælt av eini góðari máltíð, so hevur hann verið órógvaður, tí morgunmaturin liggur eftir á steininum.


Men tann frágreiðingin heldur neyvan í jarðfrøðiliga rættinum. Hetta er bara eitt av mongu spennandi fyribrigdunum, sum spríkja upp úr undirgrundini, ella teim skónunum, sum liggja tjúkkar á steinunum. Onkur steinur í haganum sær út sum ein strandaður hvalur.


Og so er tað søgan um tussarnar á Tussatindi, sum klandraðust so illa, at fjallið smeltaði, sakk í jørðina sum eitt kjarnorkuverk. Her, fremst fyri, síggjast syrgiligu restirnar av Tussatindi, niðurbræddar framman fyri Slættaratindi.


Summstaðni er vátt at ganga, og onkustaðni eru tjarnir, har fjøllini speglast, meðan fuglurin vísur, hvussu óførur hann er at finna túgvur og sjónlig støð.


Her er ein krógv við sýni út í Flógvan. Nú dregur hann á luftina og tað kenst úr honum.

Unn hyggur niðan á Slættaratind, har einki sýnið tykist vera á toppinum í dag.


Fram við vatnbyrgingini hjá SEV hongur lesull í hegninum, og bæði seyður og gæs undrast yvir, hvat fremmandafólk vilja á hesum leiðum.


Og so setur sólin yvir Eiðismøl og øllum kampistum á hesum leiðum. Nú styttast dagarnir aftur. Hetta var tað. Takk fyri hesu ferð, og at tygum fylgdu við.