24.6.17

Fimmstjørnað servering í Gásadali


Katrin serverar ein tallerk við føroyskum viðskera fyri 150 krónur í nýggju kaffistovuni í Gásadalsgarði í dag. Hjá hinum føroyska ferðandi er skerpikjøtið úr hennara egna haga sjálvandi fremst í huga. Men tað mest sjáldsama er, at í heyst og í vetur er matstovan eitt sláturhús.


Staðbundni autentisiteturin, ið eg sum ferðandi altíð seti í hásæti, er nærverandi í øllum húsunum, tá eg seti meg niður. Skuldi eg ivast, er at hyggja upp undir loftið og síggja parkeraðu taljuna og sløktu neonljósini. Tá flettingin er fyri, verða tey tendraði, loftslampurnar tiknar niður og kaféborðini sett til viks.


Mitt fyri er garderoba gjørd úr tveimum hurðum, eins og inni á vesinum aftanfyri. Jakkarnar eiga niðurlendskir motorsúklukoyrarar.


Veggjaplátur og alt innbúgv er snøgt og funktionelt, eins og kantarnir niður móti gólvinum.


Betri verður tað ikki. Her hava nógvar bygdir og sokallaði matstøð nógv at læra. Autetentisitetur er fyrsta loysunarorðið. Reinføri er annað, estetiskur funktionalitetur er tað triðja loysunarorðið. Restin er njótilsi.


Gjøgnumførdi reinleikin er eisini at síggja á almenna vesinum við parkeringsplássið í Gásadali. Alt er gjørt til heiðurs fyri hin vitjandi. Her er annað skil og onnur uppskrift enn á skitna vesinum í Klaksvík, ið eg seint fari at gloyma.


Hevur tú ikki fyri neyðini at gista í einum av fýra tvímanskømurum á Gásadalsgarði, so er at fara út um at møta ferðafólki, sum leita eftir heimsins kendasta fossi á okkara leiðum, Múlafossi.


Vit ganga við ferðafólkunum Inn á Bakka til høgru, fara um eitt grønt portur, kenna vætuna frá fossinum í vindinum, og ganga fram til trappurnar oman á støðna. Har er ikki loyvt at ganga longur. Men tá hevur tú Múlafoss til høgru. Púra ókeypis hevur tú heimsins kendasta føroyska myndaevni beint framman fyri tær. Klikk og tjekk!


Nú er spurningurin, um nakað føroyskt motiv kann metast javnt við hetta av Múlafossi. Men jú, í næstu bygd eru tey farin at hoyggja. Tann bygdin, Bøur, er ikki minni vøkur, heilt frá gomlu kirkjuni í fjøruni, til bríkirnar við grasi og modernaðu húsini við flagtekju. Hetta var dagsins túrur fyri hin ferðandi í egnum landi. Alt av grønari náði. Takk!