Skip to main content

Fjallabrúður


Uppi á Eiðiskolli veksur gulhvíta blóman við poetiska navninum fjallabrúður. Bókin Føroysk Flora sigur, at hon blómar hesa tíð og veksur á turrlendi í fjøllum. Enn ein bók hjá Føroya Skulabókagrunni, Føroya Náttúra, sigur, at blóman veksur einans á Eiðiskolli, omanfyri Gásadal og á hægstu fjøllum norðanfyri. Í somu bók verður Eiðiskollur lýstur sum vetrarhagi: "Eiðiskollur er dømi um ein vetrarhaga, ið vegna sína serligu støðu sum at kalla avbyrgt nes hevur verið friðaður fyri seyðabit um summarið síðan 1823. Hetta er helst ein av fleiri orsøkum til, at hann hevur ein heilt serligan gróður. Tað eru óvanliga nógvar sjáldsamar plantur á Eiðiskolli, ið neyvan høvdu verið har, um hagin varð bitin um summarið."


Úr Námi og Próvstovuni eru vit farin starvsfólkaútferð til Eiðis, sum trivnaðartoymið hevur lagt til rættis. Í góðveðrinum koyra Mouritsens bussar okkum norður, og suður aftur eftir eftir ein góðan bita hjá Sigfríði.


Lukkutíð er bussurin ov stórur til at skora seg gjøgnum króktutu vegirnar á Eiði, so vit steðga á Kirkjuvegnum. Ein póllendingur úr Gdansk spyr um næsta buss til Slættaratind, og Gunvá sigur okkum frá um Vaglið, trappur og kioskir úr hennara uppvøkstri. Vit ganga út á Bø at fáa matpakka við turrum fiski, epli og spiki. Tá vit koma oman aftur, eru vit fleiri ið halda, at nógva staðni hevur summargrønskan hug at horva yvir í blátt. Kanska er tað bláa havið, ið eyguni hava sogið ein drúgvan summardag á fjøllum.


Lesull liggur fram við gøtuni út á Torvanes, og langt niðan í hagan síggja vit vælvaksnar fliður, ið tjøldrini hava drigið og etið.

Eftir ein avstingara út í Beingjógv og hæddirnar móti Norðahvinum, fara vit aftur á slóðina niðan móti Kollinum, sum er dagsins mál.


Minnist ikki frá fyrr, at trapputrin vórðu traðkaði í brekkuna niðan á Kollin. Onkur helt, at Arthur hevði sett fetini í vøllin, ta tíð, hann rann oman og niðan í hesum brekkum. Eiðisfólk eru sjálvdan hálv, tá tey seta sær nakað fyri.


So eru vit komin niðan á Kollin. Veðrið er av tí besta og sýnið er til heimsins enda. Í hvussu er so langt, sum vit í dag hava tørv á at siggja. Her er alt. Eystur undir Krúp, Mølin, niðri á Vatni, yviri í Gjógv, niðri í Hólmanum, uppi á Grind, suðri á Vatni, Gimbrarnar og Sundalagið, ið tónar burtur sum í einum Turner málningi.


Yngsti spælidrongur á Námsliðnum er Pól við egnum dreka. Onkra løtu er hann so langt úti á eggini, at mær dámar einki. Alla staðni hevur bláa Norðhavið eina dragandi kraft, sum tá kalvalínan hjá abba hvarv í streyminum millum Torvanes og Tjørnuvíkslandið. Tað er ikki at spæla við.


Regin sigur frá um ein av fyrstu bretsku radarum undir krígnum. Eiðismenn bygdu undir bretskari leiðslu. Radarin varð festur í hesum boltum, sum enn síggjast á stoyptu tekjuni.


Her er rúmið frammanfyri friðaða krígsradaranum á Eiðiskolli í dag.


Og her er sami berligi staður avmyndaður á sumri í 1973 saman við Anniku og Estu.


Við á túrinum uppi á Kolli fyri fýraogfjøruti árum síðan vóru eisini Jóhanna Oluffa og Elisbeth. Á kirkjuvegnum, tá bussurin er eftir okkum í dag um nátturatíð, fekk eg høvið at deila myndirnar við Anniku. Gamlar myndir eru góðar. Takk fyri túrin, bæði tá og nú!