14.6.17

Lebbur við pittu



Nei, tað er ikki ein nýggjur rættur á Etika, har tey servera lætt ristar lippur í teriyakisós, ella ein nýggj bók í røðini Pit Stop.

Søgan er tann, at í vikuni skrivaði ein stuttligur prædikumaður, ið eisini er prentari, og av teirri orsøk bekennir seg sum varðmann móðurmálsins, um konur, sum liggja við og hjá hvørji aðrari. Á mannamunni eru tær lesbiskar. Men tað verður ikki sagt í hvørkimálinum í landinum, sum ikki er, uttan í Mósebókini. Prædikuprentarin ilskast inn á lagsbrøðurnar í Útvarpinum, sum sambært honum eisini eru varðmenn samfelagsins, og tí ikki burdu havt lisið úr tíðindaskrivi frá LGBT, har skrivað stendur at ”fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin, Jóhanna Sigurðardóttir, fór at koma til Føroya „saman við KONU síni.“ Eg stúrsaði við,” sigur prædikuprentarin, sum er av kallkyni.

Hann hevur rætt. Tað skuldi verið konu hennara. Sjálvur hevði eg bara sagt konuni, uttan at heft meg við, hvør átti hana, borðið hon sat við, ella songina, hon lá í.

Tíðindaskrivið frá LGBT, við málsligum kynsfeili, stendur longur niðri á hesum bloggi, sum eftir klokkuni var fyrsti føroyski miðil at bera lebbaratíðindini, har ólavsøkan, heldur enn kynsognin, hvør eigur bøkkin, er í miðdeplinum.

Onnur søgan av somu leiðum, tað er sunnanfyri heimliga nalvan, er, at ein skilagóður málfrøðingur, sum er av kvennkyni, setti nøvn á uppsløg við eini naknari gentu og einum naknum drongi. Ørindini vóru at seta virðilig og vísundalig borðbær nøvn á pissiling og pissikonu, ella murt og fisu, nøvnini eru mong. Men í kliniskari stovnsrøkt á landi skulu hesir báðir likamslutir nú eita pittur og pitta. Havi ikki hoyrt tey fyrr, hesi heitini.

Hví lær og nalvi skulu behalda sítt kristna navn, veit eg ikki. Men millum lær og nalva eru nú pitta og pittur. Stuttlig nýggjyrði, sum kanska fáa eitt undirlív við beinum at ganga á.

Men hvat eitur so likamsopið aftanfyri, haðan mannatrekkur kemur, og tey hava opning?

Ber til at taka orð úr kollektiva málinum, stilla tey á null, og so vinda tey upp á okkurt nýtt sannleiksstøði, sum øll skulu brúka?

Nei, eg bara spyrji innan eg fari at keypa rundstykki. Kanska eita tey okkurt heilt annað í morgun, rundstykkini.