28.6.17

Luther á føroyskum


Nýggjasta útgávan hjá skúlabókaforlagnum Nám er ein teknirøð um hin søguliga Luther. Hon hevur heitið Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin.

Uni Næs, dómpróstur, skeyt upp, at í sambandi við 500 ára haldið fyri reformatiónina, kundi Nám átæka sær útgávuna og gera eina temasíðu um Luther á undirvísingarportalinum Snar.

Saman við Oliviu Weihe Hansen, lærara í Fuglafirði, hevur Nám gjørt temasíðuna lidna og givið út teknirøðina um Luther.

Dann Vinther, ið hevur fyritøkuna Prosa, hevur umsett teknirøðina. Hann sæst omanfyri við nýggju føroysku teknirøðini.

- Fyritøkan Prosa hevur altjóða samskifti sum sergrein. Men tað var stuttligt eisini at sleppa at skriva til føroysk skúlabørn - og so lærdi eg nógv nýtt um hendan megnar mann, Martin Luther, sigur Dann Vinther í viðtali, nú teknirøðin er komin í handlarnar.