Skip to main content

Luther í skúlanum


Fólkakirkjan og Mentamálaráðið hava heitt á Nám um at gera eina temasíðu um Luther og reformatiónina, sum tók seg upp fyri 500 árum síðan.

Sjálvur dagurin er merktur í álmakkanum at verða týsdagin 31. oktober í 2017 við orðunum ”upphav trúbótar Luthers”, sum sæst niðanfyri. Tað var tann dagin í 1517 at Luther negldi tær 95 tesurnar á slotskirkjudyrnar í Wittenberg.


Myndin omanfyri sýnir bretska filmsleikaran Joseph Fiennes, ið er høvuðsleikari í filminum Luther (Eric Till 2003). Hann sæst við teim 95 tesunum, sum vórðu settar á kyrkjudyrnar í Wittenberg hin 31. oktober í 1517 og elvdu til reformatiónina. Filmur fæst til láns í Námi.

Olivia Weihe Hansen, lærari í kristni, hevur skrivað flestu tekstirnar á temasíðuni um Luther og gjørt uppgávur til teir. Eisini hava Theodor Eli Dam Olsen, prestur, og Sólrun Michelsen, rithøvundur, skrivað hvør sín tekst um Luther; Theodor um, hvat Luther hevur at týða í dag, og Sólrun sigur frá eini ferð úr Føroyum til Týsklands í fótasporum Luthers í vár. Ein tíðarlinja er gjørd yvir lívið hjá Luther, og slóðir við uppgávum eru til útvarpssendingar um Luther og konuna Katharinu von Bora.


Tekstur og uppgávur eru um gamlar og nýggjar kirkjur og samkomur, teirra knýti til fólkið og tað almenna, um kirkjuskatt og tíggjund, og um at lesa Bíbliuna á móðurmálinum í anda Luthers.


Á temasíðuni um Luther eru eisini uppgávur um avlát og katekismus, og upplegg til kjak, hvørt tað er rætt, at brúka hin søguliga Luther í inntøkugevandi ferðavinnutiltøkum, og at selja hann sum leikutoy. Spurningar eru eisini um holocaust og ateismu.

Búmerkið við mynd av Luther er brúkt við loyvi frá eini týskari teknistovu. Hóast loyvið einki kostar, hevur teknistovan øll rættindi á øllum heimsins málum til búmerkið. Temasíðan um Luther sæst á undirvísingarportalinum Snar.


Í námsætlanum fyri kristnikunnleika og átrúnað verður kravt, at undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni í fólkaskúlanum. Í partinum kjarnaøki verður sagt soleiðis um høvuðstættirnar í kristnari trúgv, list og mentan í søguligum og nútíðar høpi:

”Hetta kjarnaøki hevur til endamáls at fáa næmingin at skilja, hvønn týdning kristin trúgv hevur fyri menniskjað. Víst verður á, hvussu kristindómur hevur havt ávirkan á menniskju og samfeløg í øldir, og hvussu henda ávirkan ger seg galdandi í dag. Dømi verða tikin bæði úr søgu og gerandisdegi. Undirvíst verður í evangelisku luthersku læruni. Ein týdningarmikil partur av hesum kjarnaøki eru trúargreinirnar og sakramentini. Næmingar í sama flokki kunnu vera úr ymsum samkomum, og tí eigur atlit at verða tikið at hesum. Roynt verður at fata og virða tær ymisku hugsanirnar um átrúnaðarligar spurningar, og viðkvom evni verða viðgjørd sakliga, so eingin kennir seg særdan. Dentur verður lagdur á høvuðstættirnar í kristnu trúnni og tað, sum kristin trúarsamfeløg eru felags um.”

Uppgávur eru eisini gjørdar til mótmælissálmin Vár Guð er føst og haldgóð borg og til filmin um Luther (Eric Till 2003), sum fæst í Námi. Myndin niðanfyri eru úr hesum filmi.


Í kolofonini á temasíðuni verður mælt til, at skúlaárið 2017/2018 verða undirvísingargongdir lagdar til rættis í øllum flokkunum úti á skúlunum við støði í nýggju temasíðuni hjá Snar um Luther, 500 ár eftir at hann var atvoldin til at reformatiónin byrjaði.

Luther verður viðgjørdur í bókini Kristni 7 (Nám 2011). Bókalisti við tilfari í Námi sæst niðast á temasíðuni á undirvísingarportalinum Snar. Og so er ikki at villast í mongu heitunum, sum verða brúkt um skiftið frá katólskari til lutherska trúgv, sum fór fram hjá okkum um ár 1540: reformatiónin, trúðarskiftið, siðaskiftið og trúbótin.


Skotið verður upp, at lærarar í kristni, søgu og føroyskum finna saman, at leggja stuttar undirvísingargongdir til rættis, har lyklaorðini kunnu verða reformatión, mótmæli og at breiða út tekst við samtíðar miðlum á móðurmálinum.

Í sambandi við at 500 ár eru liðin síðan reformatiónin tók seg upp, fer Nám at geva út eina teknirøð um Luther, sum Dann Vinther hevur umsett. Her sæst perman og nakrir brellbitar úr teknirøðini "Martin Luther - munkurin, sum broytti heimin" (Nám 2017).