2.6.17

Mentanarnáttin sett í Havn


Vælkomin til Havnar, vælkomin á mentanarnátt, nú hvør hurð verður latin upp, mentanarlig og handilslig.

Hóast heima í Havn, so brúka vit ofta fremmandar orðamyndir. Vit siga at sól til viðar fer, hóast vit ikki hava við av tí skógarvaksna slagnum, sum sólin kann seta yvir.  Vit hava heldur ikki lokomotiv, allíkavæl kunnu vit siga, at Havnin er lokomotivið og øll fata orðamyndina beinan vegin og á sama hátt.

At Havnin er føroyska lokomotivið.


Havnin sum høvuðsstaður og ikki bara Havnin við nesinum hjá løgmanni, sum sker seg út í vágna og skilur vágirnar við Tinganesi í eina eystaruvág og eina vestaruvág. Ytsta nesið í Havn fer frameftir, út í vágna, út á fjørðin, út í heim.

Vit kunnu leggja styrki, samtykki og framdrift í deyðu orðini.

Eisini tá vit gera nýggj orð og nýggjar orðasamansetingar.

Um dagarnar leitaði eg eftir listafólkum á netinum. Á einum Facebookprofili skrivar ein listakvinna úr Eysturoynni um egið arbeiðslag og lýsir seg “kreaktiva”.

Eg smíltist og hugsaði, at hatta var ein stuttligur slagfeilur. Kreaktivur. Ein kreaktiv listakvinna. Í hvussu er meira kreaktiv enn Trump, tá hann í vikuni skrivar “covfefe” til alla verðina á tvitrimaskinuna, har bara 140 tekn rúmast í heimsmyndini.

Tá er kreaktivari á bygd í Føroyum.

Eg goymdi mær orðið, tí tað smakkaði so væl hetta nýsamansetta orðið, eitt nýggjyrði, sum fyri mær er ein sjálvsøgd hugmynd av at vera proaktivur á ein kreativan hátt, kreaktivur, í sínum gerandisyrki sum listafólk á bygd og í bý.

Skrivaði tað á talvuna á arbeiðsplássinum, har vit annars bara fáast við teldur og ikki skriva við hond. Og har stendur tað enn.

Kreaktivt.


Í ár hátíðarhalda vit Luther og hansara nýfunna áhuga fyri fólksins móðurmáli fyri 500 árum síðan. Nýggja útbreiðslan av hansara meiningum, reformatiónin, varð tá borin fram av prentkynstrinum, sum eisini legði støðið undir 4. statsvaldið, prentaðu pressuna.

Í dag er hon ójøvn og oftast veik, hóast hon júst í dag er fantastisk, prentaða privatpressan, tí vit persónliga hava fingið ta ivasomu styrki, at brúka netið í hvørjari stovu, og helst Facebook, at breiða meiningar út við egnum nevi og felagsnevnara. Høvdu vit dugað at vart okkum fyri fake news, so kundi hetta verið ein brotpartur av eini óslitnari og áhaldandi reformatión, sum hevur staðið við í 500 ár. Og ótálmað ger tað enn, reformatiónin.


Gamaní, eru eisini aðrir meiningsskapandi miðlar, men á Facebook savnast fólkið og ikki aðrastaðni. Til gerandis er tað fólksins bókasavn og fólksins vagl. Hvar kritiska, sterka, representativa og meiningsdannandi almannapressan er í hesum reformatiónsmeldri, bíða vit spent eftir at fáa eitt ítøkiligt og sannførandi boð uppá. Tí ein frí og virkandi pressa er altíð støðið undur einum tiltaksførum fólkaræði og tí dynamiska kjaki, sum byggir landið.

Men vit kunnu eisini sleppa pressuni eina løtu og savnast í RL, sum skúlanæmingarnir siga, in real life.

Tað gjørdu fiskimenn mánadagin, tí eitt týdningarmikið mál var fyri á tingi. “Vit vilja brúka okkara demokratiska rætt”, varð sagt. Leygardagin undan savnaðust onnur fólk til eisini at ávirka tingið. Veit ikki at siga, um hesi tiltøk í Havnargøtum vóru kreaktiv og eintýðugt uppbyggilig, men reformatiónin helt so óbrotin fram - ikki minst týsdagin. Tiltøkini í Havnargøtum fingu meg at hugsa um fólksligt engasjemang og samanhangskraft hildin upp móti tí øvugta. Apati og sundurlyndi.


Hugsa tær, um øll menta- og listafólk savnaðust persónliga og in real life, hvørja ferð eitt avgerandi mentamál var fyri? Ikki so nógv fyri at taka ræði uttan fyri parlamentið, men heldur at møtast og vísa demokratiskt andlit. Tað hevði verið eitt kjøtiliga kreaktivt føraralokomotiv.

Í vár hoyrdist úr lítlu bygdini Dali, at har fóru tey sjálvboðin undir eitt tiltak, “Leika og Lær”, sum tók støði í skúlanum, fólkinum og søguni í bygdini. So nógv hava meldað seg til, at ikki øll sleppa við.

Tað ljóðaði so kveikjandi, at eg vóni og vænti, at tað fer at smitta. At eitt hugsað mentanarlokomotiv fer at koyra úr Dali og út um alt landið. Tað hevði verið kreaktivt.

Men hvussu er á tingi, á mentanartingi?

Hóast upphæddirnar at síggja til eru stórar, er mentanin fátækslig á almennu kontuni, tá læraralønir, søvn og bygningar eru goldin. Í somáta hava vit eitt konserverandi mentanarsýni. Mentan er á savni. Har eru ógvuliga avmarkaðar krónur til útinnandi mentan, kreaktiva mentan, sum listakvinnan í lítlu bygdini skrivaði kanska av óvart.


Mentanargrunnurin hevur verið til síðan eftir kríggið. Øll hesi ár hevur hann megnað at ota seg upp á 7.8 mió kr. Tað eru nógvir pengar, segði ein Hvannasundsreiðari í sjónvarpinum, tá tann miðilin var spildurnýggjur. Og so legði hann ertandi afturat: “Hjá honum, sum ikki eigur pengarnar, er tað ikki nógv. Men í mínum lógva er hattar nógv.”

Hugsið tykkum, tá fyrsta føroyska milliardafyritøka fer at seta á stovn ein professionellan mentanargrunn til okkara mongu listafolk at søkja. Hugsi tykkum, tá fyrsta føroyska fyritøka ger tað. Hugsi tykkum, hvussu nógvar aðrar fyritøkur kundu latið seg inspirerað, og lagt seg í smittandi kjalarvørrin á fyrsta føroyska privata mentanargrunninum við eini professionellari leiðslu.

Ein privatur mentanargrunnur, við adressu úti á bygd, sum fyrsta árið kundi byrjað við at veri 10 ferðir størri enn tann almenni við adressu í Havn.

Ein rúsandi kreaktivur tanki. Úr okkara egna veruleika.

Sum eisini hevði loyst upp fyri polariserandi og óneyðuga tyngjandi tosinum í bygdapressuni um tey, “sum ikki gera annað enn at ganga millum húsini í Havn”. Tey í Havn og vit á bygd.


Og júst ein sovorðin upphædd var frammi í almenna rúminum herfyri, tá Taks í Havn og eitt reiðaravirki í Gøtu vóru ósamd. Haldi ikki, at nakar sat við turran munn og gekk kaldur, um upphæddin fór her ella har. Stóð tað til mín, og tað ger tað ikki, so var upphæddin startskotið til Føroya fyrsta professionella privata mentanargrunn. 10 ferðir størri enn almenni mentanargrunnurin. Við adressu í Havn.

Privata engasjemangið má blíva ein størri mentanarligur medspælari enn at keypa nakrar bøkur, tá ið útgávudagur er. Rithøvundurin og málrøkjarin er hin mest proletariseraði arbeiðarin á Føroya landi. Tá øll hini hava fingið sítt, hevur hann einki, rithøvundurin. Ikki uttan so, at hann er ein av teim heilt fáu metsøluhøvundunum.


Í summarsliga mentanarlandslagnum bíða vit bara eftir einum privatum kreaktivum føraralokomotivi.
Tí almennu miðbýarpallarnir eru mangir, góðir og vælfunderaðir. Teir hava gjørt upp við gomlu stevnurnar, og seta nýggjar og tíðarrættari felagsupplivingar á skrá í staðin.

Dagurin á Grynnuni hevur stutt síðan verið, og nú er hesin dagur og henda nátt, Mentanarnáttin. Og so er Voxbotn á jóansøku, Tórsfest í juli og so krúnan á verkið - ólavsøka!

Tað grør um gangandi fót í miðbýnum.


Handilsgøturnar og handlarnir hava leingi opið, her eru opnar matstovur á altjóða støði, framsýningar og kirkjur og samkomur, big band í Norðurlandahúsinum, fado í modernaðu Smæruni, sum portugisiski konsulin skipar fyri, nú landið við fado-sangi vann í evropeisku sangkappingini, og Føroyar hava útlit at vinna á fótbóltstjóðini Portugal síðsta dagin í august. Minni kann sjálvandi eisini gera tað. Javnleikur til dømis. Og í kvøld kunnu børnini uppliva sjúkrahúsverkið í egnari eygnahædd, við bamsu og ambulansu, lækna og sjúkrarøktarfrøðingi. Og Birgar, hann er í Býarsavninum heilt til á midnátt.

Tí tað er kreaktivt fevnandi summar í Havn og í øllum Føroyum.

Skráin í Havn er long, og skulu vit náa bara ein brotpart av tí, sum vit ætla, so er at fara umborð á kreaktiva mentanartokið beinanvegin.

So lat meg gevast og takka fyri, at ein bygdabloggari í Havn slapp at seta Mentanarnáttina. Takk øll tit í Visit Tórshavn, sum skipa fyri, og fáa mentan og handil at ganga saman.

Við hesum orðum fari eg at lýsa Mentanarnáttina í 2017 at verða setta og lova Havnar Hornorkestri framat.



Allar myndirnar eru tiknar í miðbýnum í Havn seinrapartin í dag.