23.6.17

Road trip


Eftir tveir góðveðursdagar á kampingplássinum niðri á Møl á Eiði, fóru vit til stroks við autokamparanum uttan avtalur og ætlanir, bara stýrd av veðrinum. Marjun hevur tikið orðið rót tripp, so tað verður við hitt enska, road trip, hóast øll sneisaørindi altíð eru aftur á sniðgøtur og krossgøtur av gomlum slóðum. Tað er sum í øðrum borðinum at lesa Freud, og kava niður í dulvitið, og í hinum borðinum at sýngja eina strofu úr Nánd: Hví droymir tú heldur um fjarskotin lond, enn síggja tað vakra, sum er í nánd? Fyrsta mynd er av Vatndalsskarði í trøllsliga Eiðsbotni undir fjøllunum Nón og Vaðhorn.


Nú dregur á luftina og grátt er yvir Djúpini. Hinumegin sæst eyðkenda fjallagreinin á Kalsoynni, har vit norðast síggja Kallin og Borgaran. Eitt eyðkenni úr málningum, tekningum og prentum hjá Bárði.


So dregur stóri ljósmeistarin tjaldið frá, heilt úr erva og allan vegin niður í sóljutaktu grønskuna við Gjógv.


Ruddiliga bygdin er so vælskipað við snøggum gøtum og tryggum trappum, at her ætla vit at steðga á kampingplássinum við bilinum, ið er sum ein gogguskel, ið ber alt við sær á ferðini.


Tí nú er summar, og allir litir fara upp at flákra eitt skyggjandi Gjáarbil.


Men á vælskipaða kampingplássinum er ikki ein sjel. Hvørki gogga, maður ella kona.


Vit koyra víðari, oman til Funnings, inn í botnin á Funningsfirði og út til Elduvíkar, haðan abbin kom. Í skiftandi ljósinum gongur seyður fram við vegnum.

Mest hugtakandi í Elduvík er grønskan í bønum, ið er um at bresta í dalinum, meðan áin ringir seg oman til bygdina og sjóvarmálan.


Uppreklameraða kampingplássið mitt í bygdini er einki annað enn eitt parkeringspláss. Har stendur ein útlendskur húsvognur, annars er einki tekin um lív. Vit koyra longur fram á leið. Frá kampistum hava vit hoyrt, at í Eysturoynni er Æðuvík eitt av góðu ferðamálunum. Vit koyra víðari tann vegin. Undir Gøtueiði síggja vit Søldfjarðarskarð, sum er millum Støðlafjall og Stórafjall. Eitt skarð, sum bassspælarin í Jethro Tull gjørdi meg varugan við, og sum hann vildi njóta afturvið bíbilskterotiska Hásonginum 7,3. Tað er ikki einki um tað.


Onnur myndin er tikin við iPhone, hin við full frame Canon. Í ekstrema vakstrarøkinum við teim mongu nøvnunum, Glyvrar, Saltangará og Runavík, er hugtakandi at síggja úr bilinum og beint oman á Bakkafrost, ið kann framleiða og senda vøruna beint út í heim. Hetta er ein verð í sjálvum sær, har logistikkur er loysunarorðið. Men kirkjugarðurin, sum er millum kirkjuna og virkið, órógvaði meg eitt sindur, so eg mátti venda og taka myndina av nýggjum í lægri frástøðu, so deyðin ikki varð so nærverandi.


Prógvhandanir eru kring Skálafjørðin, so allar matstovur eru fullsettar. Men á Cibo í Saltangará fáa vit pláss. Frá fryntligu Rósu hjá Rógva bíleggja vit ein sterkan heimagjørdan burgara við jalapeños. Hann var so góður, at tað gjørdu vit aftur dagin eftir. Hesin verður viðmældur!


So liggur leiðin til Æðuvíkar og fagra útsýnið mót Nólsoynni og annars út í ótamda havið. Men uppgangur er í Norðuratlantshavið. Hann øtlar veðrið og tað regnar av grimd í Æðuvík. Vit venda og síggja mest sum einki í øllum illveðrinum. Møta Ásbirni, sum gevur okkum góð uppskot at kampera í hesum vakstrarøkinum í Eysturoynni. Eitt er á Toftum, men har er so steindeytt í asfaltsoyðuni mitt í bygdini, sum er í betongrekkjum, at vit gera av at fara um fjørðin til Selatraðar. Ringja til Jákup Weihe og spyrja um pláss er. - Jú, her er nógv pláss, sigur hann, og biður okkum ringja, tá vit koma.


Tað er av ringasta veðri, tá vit koma til kampingplássið á Selatrað. Verðsonurin innkvarterar okkum fyri 150 krónur. Vit fáa lykil til vesið og brúsu, sum síggjast á ovaru Selatraðsmyndini. Tey eru rein og snøgg við góðum vatntrýsti, akkurát sum heima. Frálíkt. Streymbrúkið verður avroknað tá vit fara. Tað er dagin eftir, og kostar fýra krónur. Tá er slitið í, og sólin skínur. Vit eru einsamøll á plássinum, so hetta er ikki størsta inntøka í ferðavinnuni. Men stuttligi verturin, sum er 75 ára gamal, og reina vesið við góðu brúsuni, geva eina stjørnu í part. Tilsamans tvær stjørnur.


Á Selatrað eru nógv spennandi myndaevni, ikki minst um ein hevur ferðast á hesum leiðum, tá Sundaferjan bant norðaru partarnar av Streymoynni og Eysturoynni saman. Tá var pylsuvongur á keiuni á Selatrað og eisini hinumegin, í Hósvík. Bara kókaðar. Tað var áðrenn stokti grilldeymurin fór um landið. Men aftanfyri svørtu húsini á Selatrað eru neyst, sum ivaleyst standa, til tey falla, men ímeðan siga teirra vøkru søgu um betri tíðir, tá hetta var ein ferðamiðdepil í Sundalagnum. Dekanfari tað er dekadent.


Innan vit leggja bygdina afturum, koyra vit so langt sum slepst í bili eftir Selatraðarvegi. Hann gongur heilt upp í 895. Eg veit ikki, um nakar vegur í Føroyum hevur fleiri nummur enn hesin. Her havi eg avmyndað húsanummarið 877 á Selatraðarvegnum.


Suðurgangandi, fram við langa vegnum, síggja vit seyð, gæs - og hesar báðar skarvarnar á einum steini.


Eftir seinna umfar av jalapeñosburgara frá Rósu í Cibo, fara vit til Gøtugjáar. Her er sýnið av brúnni um Gøtugjógv við húsunum hjá Henning til høgru. Sum smádreingir plagdu vit, Tummas, Kristian, Jógvan Páll, Regin, Henning, Gundur og Kristian, og øll tey, sum ferðaðust her um sumrarnar, at klintrast alla staðni í gjónni. Kanska eftir eini sjáldsamari hjálpirót ella bara fyri at klintrast. Just for the sake of it. Tað hevði eg neyvan gjørt í dag. Masokistiska basillan, sum so mangir føroyingar eru bitnir av, at skulu klintrast, bara ein steinur er fyri, hevur mist allar fastatøkur á mær. Nokk so langt síðani. Haldi tað var á Slættaratindi í 86. Men her eru vit í Gøtu í dag.


Fyrr var brúgvin nógv smalri. Tá plagdu vit at sita og telja nummarplátur. Ikki bara telja, men eisini memorisera, hvør átti hvørja nummarplátu og hvør bilurin var. Haldi ikki at orðið nørdur var til tá. Men tá vóru nøvn sum Studebaker, Plymouth og Rambler, og modell sum Ambassador, Rebel, Matador, Marlin og Javelin. Øll amerikansk, ið vóru skutin fremri enn teir evropeisku bilarnir, sum kundu eita nakað so prosaiskt sum Ford Escort ella Taunus 17M. Og vendir tú tær við á gomlu brúnni um gjónna, so sást tí heimsins lendingarbrúgv og avskipingarhavn. Í dag vendi eg mær við og sá hetta:


Seinni bryggjuvinkulin er av parkeringsplássinum aftanfyri handilshúsini hjá Halldor Kunoy. Tey nýggju, væl at merkja. Ikki tey uppi í bygdini, har svimjihylurin og havin hjá abba og ommu vóru omanfyri. So niðan í gerðið hjá Emmanuel eftir gamla koyrivegnum.


Her er útsýnið yvir bygdina, og ikki minst til heimsins ljótasta føroyska grótbrot, eitt arr í heimsins jørð, sum aldri kann bøtast. Men tað var ikki fyrr, hetta anus mundi. Hiðani eru bara góð barnaminni hjá ommu og abba, ovast í bygdini undir Gráubrúgv og teim mjúkt grønu brekkunum.


Uppi á Eggini tóku vit skurapisur, tvær í part. Vit vóru í Klaksvíksulpu og koyrdu eina pisu niður í hvørja ermu og knýttu so fyri. Rímiligvis var ulpan útskitin, men tað var ikki okkara problem. Nú var at fara á seiðaberg og fáa mat til skurapisurnar. Onkur klókur visti at siga, at teimum dámdi betur sild. Hana fingu vit í sildamjølsfabrikkini í Syðrugøtu. Her sæst niðan á Eggina.


Fremst fyri er havin hjá Halldor. Ikki bara ein havi, sum sagt varð, men ein frumskógur og villiniborg, alt í einum.


Einaferð høvdu vit tømt ljósareyðar vattposar á vesinum, og fylt teir við grønum stikkulsberum. Vit oyddu allan vøksturin, og tað var ikki tikið frægari upp, enn tá vit brutu allar rútarnar í gamla skúlanum, bara fyri at vita, um steinurin rakk tvørtur gjøgnum skúlastovuna, inn øðrumegin og útaftur hinumegin, alt í einum kasti. Nei, dekan fari vit vóru illavorðnir. Men tað var bara forvitni, sum dróg og vant okkum. Hondina á hjartað.


Eftir henda avstingara inn í havan hjá Halldor, gekk eg oman í bøin at síggja gomlu húsini hjá ommu og abba. Jú, tey standa har enn, ovast í bygdini. Minnist ikki hvør átti bøin, men tá grasið var sligið, plagdu vit at leggja okkum flatar og rulla oman allar brekkurnar. Tað angaði so pragtfult, og her var eingin steinur. Ikki ein pirra.


Og so niðan eftir bilinum, og at koyra eftir stuttligasta vegnum í verðini. Har vegurin er brattastur og mest krókutur, undir forniska Vaktarhúsinum, sum gevur dagsins vegi navn, eru kirkjur og samkomur av øllum slag. So er trygt undir spitara og fóti. Her eru vit á Vaktarhúsvegnum, sum vit fyrr kallaðu í Tøðuni. Til vinstru búði Tummas í Mikkjalstoft og til høgru Kristian í Tøðuni.


Í Norðragøtu hevur Ósbjørn Jacobsen teknað nýggja býráðshúsið hjá Eysturkommunu, sum byggivirkið KBH stendur fyri. Her leggja teir flag á tekjuna.


Býráðshúsið fer av áarbakkanum við kirkjugarðin, yvir um ánna og tykist røkka heilt inn á handilsdiskin hjá Helgu og Jákup Frederik Øregaard, har Hiddenfjord húsast í dag. Eitt hugfarsligt spenni, sum fer gjøgnum nógvar dimensiónir og enn er funktionelt til endamálið.


Av sandinum, ið er skrásettur sum lóglig hvalvág, er arkitektoniska sýnið av tí mest innbjóðandi eg havi sæð í nýggjari tíð. Ja, síðan Norðurlandahúsið vann norðurlendska arkitektakapping, og síðan varð bygt í 1983.


So til Klaksvíkar, har kampingpláss er í stressleysa umhvørvinum við Borðoyarvík úti í Grøv. Framkomin, sigur kommunala informatiónstalvan hvar kampingplássið er og hvørjir fasilitetir eru.


Vit koyra og parkera sum fyriskrivað, men síggja bara blomsturkassar og spælandi børn.


Ein fryntligur námsfrøðingur varnast, hvat vit leita eftir, og sigur, at bíðilistin var so langur, at kommunan bygdi ein barnagarð, og mánadagin flutti kampingplássið millum Tekniska skúla og Svimjihøllina. - Kunningarstovan veit alt um hatta, sigur hann og yppir øksl. Vit oman á kunningarstova, har tvær fryntligar kvinnur gera alt fyri at selja eina vøru, sum ikki kann seljast. Eitt asfaltsstykki mitt í Klaksvík. Vit fáa kampingplássið fyri hálvan prís. Tað er í fínasta lagi. So parkera vit lógliga mitt í býnum og uttan at nakar óður bóndi kemur eftir okkum við hundi. Sýnið av nýggja kampingplássinum í Føroya næststørsta býi er til KFUM og K við tólv vindeygum, eitt til hvønn av apostlunum.


Svimjihøllin er næsti granni, og fryntligi leiðarin bjóðar okkum brúsu mitt í hesum byggiplássi, sum hurlibýurin við húkinum er blivin.


Nýggja kampingplássið brúkar tey almennu vesini, sum eru niðanfyri svimjihøllina, og sum avdúka, at menn í Klaksvík drekka myrkt øl og spýta langt og skeivt, tá teir snúsa. Eg skal spara tykkum fyri ta sjónina, og sjáldsama rustaða radiatorin eisini, men her er almenna pissikumman, ikki hon hjá Duchamp í 1917, men í Klaksvík hundrað ár seinni. Bláa renniskógvin á vinstra fóti eigi eg.


Men sólin skínur í Klaksvík, og á Varpabrúnni møti eg Hans Eli Hansen, sum stundar til tey 75. Vit arbeiddu saman í Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð fyri tjúgu árum síðan.


- Her spældi eg við bátar sum smádrongur, og tað geri eg enn, sigur Hans Eli og sigur frá um Dragan og felagslív í Klaksvík.


Framman fyri Draganum liggur deksbáturin Norðan, sum pápi Amariel Norðoy átti, fyrst undur navninum Norden, og sum Amariel síðan hevur brúkt sum myndaevni og støði í mest sum allari myndlist.


Meðan sólin enn er frammi ganga vit ein túr fram við egningarskúrunum á Stangabrúnni. Her eru vøkur navnabretti bæði á landi og sjógvi. Meðan fyrra inspiratiónskeldan er siðbundin føroysk, er hin seinna eysturlendsk, kanska úr fjøllunum í Tibet.


So ein góðan bita á matstovuni Angus, sum er har, ið Herford var fyrr. Vit verða á kroppi, tá vit ganga heimaftur til rullandi húsvognin, ið er sum ein gogguskel. Nýggja kampingplássið, ið ikki er annað enn eitt parkeringspláss, hevur hesa útsikt niðan móti Heygavegi.


Nú er at sleppa sær til hús og blíva turrur. Tað er áarføri um alt landið. Her er Halá í Hvalvík amyndað á ferðini suður aftur til Havnar.


Heimkomin liggur telefonbókin í postkassanum. Hon er tíggju ár eldri enn pissikumman hjá Duchamp. Og er komin til tað greiðu niðurstøðu, at nú er skeiðið runnið. Alt hevur sína tíð. Eingin telefonbók meir. Hetta er hin seinasta. Við frálíka kampingplássinum úti við Strond í Havn í baksýni, gevur tað mær høvið til at reflektera yvir eina feriuviku á føroyskum kampingplássum í egnum bili. Tríggjar stjørnur fara til kampingplássið á Eiði fyri umhvørið, at fólk savnast har, og fyri at tey svara beinanvegin. Tvær stjørnur til kampingplássið á Selatrað, tí Petur Weihe er so stuttligur, og fyri at hava eitt reint vesi við brúsu, sum hevur gott vatntrýst. Eina veika stjørnu fær kampingplássið í Klaksvík fyri at so nógv fólk eru so vinarlig. Men tey muna einki, tá kommunan byggir allan býin upp í slokk. Hetta var tað fyri hesu ferð. Eitt road trip sum krabbagogga í egnum húsvogni.