24.6.17

Takk fyri stuðul og íblástur!


Jógvan Arge, sum 17. juni fylti 70, fer nú úr føstum starvi í Kringvarpinum. Persónliga vildi eg sagt Útvarpinum, tí tað er har hann hevur verið virkin, og tað er har eg havi møtt honum.

Eingin hevur sum Jógvan stuðlað uppundir, opnað dyr og givið íblástur at gera útvarp.

Eftir nærum hálva øld, heilt nágreiniliga 47 og eitt hálvt ár, sleppur hann ikki heilt Kringvarpinum, men fer at gera útvarpssendingar, nú sum fríyrkisfólk. Júst har var tað, at eg møtti tí professionella Jógvani. Á fríyrkisvøllinum. Tá sendingar, ikki triviellar tónleikasendingar, men seriøsar talusendingar, sum sagt varð, skuldu gerast.

Fyrstu boð vóru at finna eitt tema, sum tørvur var á, og so at fylla staklutir í umbidna tematiska karmin, so tú aldri varð í uppisetri. Síðan at meta um leveringsdigtigheit, eisini hjá teimum, ið skuldu medvirka. So at snøgga til og meta um heildina, finna eitt heiti, eina klokkutíð og eitt eyðkennislag. So var leyst og liðugt, og tú slapp á skránna. Takkað verið programmleiðaranum, medspælaranum og sparringspartnaranum Jógvani Arge.

Sendingarnar vóru nógvar. Úr rúgvuni kemur mær fyrst til hugs Vetrarbeytin og Skúlagáttin, sum vóru mánakvøld, og siglandi summarsendingin Kon-Tiki, sum var leygarkvøld.

Ein onnur sending, sum eisini var leygarkvøld, var Náttarravnar, sum Heðin Arge og eg fingu høvið at gera í kreppuni fyrst í nítiárunum. Ein sending, sum takkað verið fyrst og fremst Jógvani Arge, men eisini Jógvani Jespersen og Ova Olsen, bygdi nýggjar brýr millum triviellu tónleikasendingarnar og seriøsu talusendingarnar í Útvarpinum eitt leygarkvøld.

Jógvan gjørdi eksperimentið gjørligt. Og var heldur ikki uttan medábyrgd, tá eg púra óvæntað fekk eina norðurlendska virðisløn, Norbok, fyri mentanarsendingina Vetrarbreytin. Takk fyri tað!

Fríyrkisfólk hava brúk fyri tí leikluti, sum Jógvan hevur havt øll hesi árini.

Eisini í Tórshavnar kommunu høvdu vit eitt framúr gott samstarv, tá Havnin fylti hundrað sum fólkavald kommuna í 2009. Hundrað og seytjan tiltøk bleiv tað til.

Takk fyri róðurin higartil - til lukku við teim sjeyti og góða eydnu við nýggju tilveruni sum fríyrkisfólk í Kringvarpinum!