Skip to main content

Áðrenn sólin setur


Tað er fríggjakvøld og meðan landið tendrar fyri Degi og Viku, sendir junisólin sínar seinastu strálur yvir Tjørnuvíksvegin. Nú liggur bygdin í skugga. Eina løtu innan var hetta sýnið av lendingini hinumegin og yvir sandin.


Hóast fitt av ferðafólki er í bygdini - spælandi børn, studentar, sum eru lidnir, heimligar motorsúklur og leigubilar við útlendingum - er friðsælt í bygdini. Undir hjallinum kínir Suni grindalykkjum í heimagjørdum laka. Tær eru úr Hvalvíksgrindini.


Rúni er á sandinum saman við Lenu og Niclasi og gera filmsupptøkur. Klokkan er farin av níggju og børnini eru farin av sandinum.


Meðan seinastu sólstrálurnar raka Kollin og ovastu røðirnar yvir Tjørnuvík, bjóða vit lokala ferðaleiðaranum, Hildebrandi, sushi úr Havn, soja úr Japan og hvítvín úr Avstralia. Tónleikurin er Rubber Soul.


So byrjar midnáttartúrurin. Undir einum kletti, við Fjørðuglyvur, á vegnum til Víkar eru tríggir steinar loysnaðir. Tveir standa eftir her norðuri, meðan hin triði er suðri í Havn. Hann er partur av listaverkinum hjá Tróndi Patursson framman fyri Kringvarpshúsunum við Ringvegin.


Nú myrknar og Brandur vísur okkum oman á Glasstovugrundina, helluna niðri í bønum, har Víkamenn og Tjøruvíkskingar kvøðu Vind op i Rå, tá teir skiltust eftir eitt dansikvøld í aðrari av bygdunum innan vegurin kom. Aftanfyri er Eiðisbygd og bátar hoyrast damla framvið. Her niðri løgdu syskinabørnini bátin, tá tey róðu yvirum, sigur Brandur.


Seyðurin hjá Elmari er merkiliga spakur og kyrrur fram við vegnum. Tað er ikki sørt at hann vil stilla seg fram og poséra, sum var tað á Sunset Boulevard.


So er at ganga heim og bíða eftir at sólin rísur um eina løtu, ein tíma ella so.


Og her eru sjey myndir, tiknar av fyrsta parkeringsplássi í Tjørnuvík, av sólarrisi í tíggju minuttir um trítíðina, leygarmorgunin 1. juli í 2017. Vit lata myndirnar tala fyri seg. Gott vikuskifti!


So var sólin uppi og søgan úti!