21.7.17

Dunkirk er Nolan'sa finest hour!


- Kríggj er forferdiligt, sigur pápin við dóttrina í biograftúninum, og spyr óttafullur, hvar hon fer. Hon svarar kyrrandi, og gongur um Tinghúshornið longur oman í miðbýin við vinkonunum. - Bara róligur!


Tað er hóskvøld og Dunkirk hevur verið frumsýndur fyri nærum fullsettari høll í Havnar Bio. Nógvir pápar og hálvaksnir synir. Øll eru ávirkað.


Helst er hetta fyrsti filmur hjá bretska Christoper Nolan (f.1970), ið er faktuellur og heldur seg til góðkendu søgubøkurnar, men konstruerar veruleikan strikt úr bretskum sjónarhorni. Heilt nágreiniliga av sandstrondini í Dunkirk summarið í 1940, tá týskurin stendur til at vinna Bretland, og síðan leggja allan heimin undir seg, sum sagt verður í orðkarga og kollektiva krígsfilminum, ið er tikin við IMAX útgerð á sanna staðnum, Dunkirk.


Vit eru millum kroystar bretar, har tap og rýming eru skrivað í forbannaða fremmandasandin, meðan heimlandið dagar hinumegin sundið. Ein krígsklaustrofobisk søga av veruliga hermótinum, sum í sterkum filmsekvensum, sum tá eru bestir, eru uttan orð, lýsa kríggj og leitan eftir hetjum. Hetta er hansara finest hour. Skift verður millum frámerkt støð sum molan, flogfør, skip og bátar, og tíðarløg sum viku, dag og tíma. Ein catchy stílur hjá Nolan at gera turrisligar søgubøkur livandi afturvið dukandi tónleikinum hjá týska Hans Zimmer (f.1957), ið er sum eitt klokkuverk, ið kann fara í luftina hvørja løtu.

Ikki fyrr enn í endanum hoyra vit krígsmasokistin Churchill reypa um their finest hour. Men tá er tað ungi hermaðurin, ið hevur borið okkum gjøgnum søguna, sum í Saving Private Ryan, ið situr í tokinum og lesur orðini upp úr avísini.

Eru teir hetjur, bretarnir? Tað halda teir ikki sjálvir og tora ikki út millum fólk. Men greitt er, at Nolan gevur júst fólkinum allan heiðurin fyri Dynamo-bjargingina, at føra hermenninar heim aftur um Ermarsund. Av hesum stendur Mark Rylance (f.1960) sterkastur.


Fyrr hava krígsfilmar roynt at vísa báðar stríðandi síðurnar. Men tá vit einaferð fáa høvi at síggja fíggindan í hesum bretska filmi, er hann uttan fokus. Men hann er har, beint fyri okkum, djevulskt demoniski Dunkirktýskurin í 1940. Ein sterk Nolan-visualisering, sum lyftir skjótt 80 ára gomlu hendingina inn í nútíðarsamfelagið, har fíggindin er uttan andlit, men tó altíð sigst vera okkara millum.

Einki kríggj, sum er lýst í einum Nolan-filmi, verður gloymt. Tað setir seg í merg og bein. Tað er hansar styrki, serliga drúgvu orðaleysu partarnir, ið vísa, at henda sjangran, krígsfilmurin, er ikki skotin av verðini.

Tí er biografurin enn dagsins tempul at uppliva eina kompleksa søgu. Ikki tí, IMAX og 70 mm hevði gjørt upplivingina enn sterkari. Men tað kemur kanska.

Giti, at Dunkirk hjá Nolan fær onkra Oscarvirðisløn. Til dømis fyri ljóð, tónleik, klipping, art direction og bestu mannligu hjáleiklutir, antin Mark Rylance ella Kenneth Branagh.

This was their finest hour!