16.7.17

Frá Konni til Kris og til endans


So er sunnudagur og liðugt á G! Ikki bara hátíðarkonsertirnar og gerandisfestivalurin allur, men eisini náttarregnið. Tað kom og tað fór. Nokk so ofta. Regnið er størsta avbjóðing hjá festivalum og útilívi. Men ráð eru fyri tí. Navia gevur mær ein stóran plastposa til myndatólið, og tá Kris fer á pallin dregur frá og sólin litar aftur allar líðir oman í Syðrugøtu.


Longu innan felagssangin og fýrsaradansin hjá Alphaville, varð eg sannførdur um, at spennið frá ungu Konni til aldrandi Kris er fullkomið, og gerst ikki betur. Tað er ein lívssyklus á plátu, sum eg eri framúr nøgdur við, bæði sum kampari og lurtari.


Og so vildi eg verið Benjamin, sum overlooking the plains í fedranna bygd slapp at syngja Pílagrímskórið úr tríogtredvinta kapitli, sum Travis Bickle mutlar fram fyri seg í Scorsesefilminum Taxi Driver fyri meir enn fjøruti árum síðan:

He's a poet, and he's a picker, he's a prophet, and he's a pusher
He's a pilgrim and a preacher, and a problem when he's stoned
He's a walkin' contradiction, partly truth and partly fiction
Takin' every wrong direction on his lonely way back home


Einogfýrsáragamli Kris er sjónliga vælnøgdur við løtuna á Gøtusandi. Eftir at hann hevur lagt sangbókina, sum so nógv hava sungið úr alt lívið, verður hann førdur niðan til Páll Gregersen at fáa ein góðan nátturða.


Á sama palli framførdi Teitur við orkestri og strúkarum alla hina fantastisku fløguna Poetry & Aeroplanes, sum plátufelagið Universal gav út í 2003. Ein sjáldsama væluppløgd spæliløta á sandinum, at síggja, hoyra og kunna syngja við, tá ein hin besta føroyska fløgan verður pløgd úr fyrstu skering til hina seinastu, púra laiv á sandinum.


Best sum eg helt, at nú fekst ikki meir av tí góða á G!, so rendi eg meg í deiliga kaliforniska soulpsykedeliska bólkin, Monophonics, sum við smittandi spæligleði og interaktión fekk lív í mannamúgvuna uppi á Spæliplássinum. Frontmaður er Kelly Finnegan í hvítu prædikandi soultraditiónini, har ljómborðið er altarið, sum vit onkuntíð hava sæð hjá bretska Alan Price. Finnegan var so góður agitator, at nú má eitt stig leggjast afturat hástigi av orðunum góður. Hetta var so superlativt nógv av tí góða, at tað varð rein yvirflóð. Við Monophonicsmyndum takki eg fyri meg á hesum sinni. Sleppi eg við, so vil eg longu nú bíleggja eitt pláss niðri við kaiina í Syðrugøtu næsta ár. Inntil tá sigi eg bara - takk, tit kæru G!fólk.