14.7.17

Karen Marie av Fjóni


MØ er navnið á 28 ára gomlu bóndagentuni Karen Marie við eftirnavninum Aagaard Ørsted. Innan hon hevur fortalt, at bókstavirnir MØ eru tiknir púra ópolitiskt úr navninum, so er absolutt greitt, at hon spælir uppá, at hon er ein púra almindilig ungmoyggj, ein MØ, sum by the way eisini hevur hugt eftir Madonnu, men mest hevur lurtað eftir Janet Jackson. Men hvat er hetta fyri ein áhoyraraskari, sum hon skal møta? Haldi, at hon er í iva, tá hon gongur fram á pallin.


Men so byrjar egni stílurin, sum øll á Gøtusandi eru samd um. Ikki bara stílurin, men hvør einstakur sangur. Sangirnir hjá MØ.


Hon er bara so praktfull, at eg teir oyraproppar, sum eg fái í hondina, siga bara Janet Jackson, men tó eitt norðurlendskt frábrigdi, sum er púra egið. Tað er fjónska moyggin MØ, sum hevur eitt giga sannførandi sjov í tíðarinnar vælvalda anda.



Áskoðarafjøldin á Gøtusandi er púra burtur í MØ.