13.7.17

Konni kastar stjørnuglans á G!


Tað er hóskvøld í Gøtu og Konni Kass og hennara orkestur hava byrjað ársins G! Festival á sandinum í Syðrugøtu. Meðan børnini spæla á sandinum og bátarnir damla á víkini, er mannamúgvan sannførd um ektaða og unikka potensialið hjá Konni og ljómliði.


Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu, og aðrir stýrismlimir við, er væl nøgdir við tær fyrireikingar, sum longu síggjast kring G! Festivalin, bæði her í Syðurugøtu og í Norðragøtu.


Eisini Bogi Andreasen, talsmaður fyri G! Festivalin og formaður í nevndini fyri G! Grunnin er væl nøgdur við fyrireikingarnar. Eg avmyndaði hann við kampingøkið á kaiini við Norðlýsinum í baksýni.


Sakaris Stóra er eisini á G! Festivali í ár. Fyrsti filmur hansara í spælifilmslongd "Dreymar við havið" verður frumsýndur í Filmsfelagnum í Havnar Bio i heyst.


Guðsorðið stendur sterkt í Gøtu. Um hornið eru prestar savnaðir um orðið.


Ímeðan svimja fólk í rættuliga svalliga sjóvarmálanum og hita seg í heitu pottunum aftaná.



Nú er bara moyggin av Fjóni, MØ, eftir á mínari kvøldskrá. Ímeðan hugna vit okkum við fish & chips og øðrum góðum í enn betri selskapi. Soleiðis er G!