15.7.17

Lyon er stjørnan!


Í fjósinum hjá Per bonda í Syðrugøtu hoyrdi eg Lyon hjá Jóannes hjá Jakku hjá Marsannu úr Gøtugjógv. Hyggi upp undir loftið, innan ljóssjovið tekur yvir.


Jú, hetta er aðalkjarnin í G! Staðbundin autentisitetur. Á einum óvæntaðum stað, at lata upp fyri tí ekseptionelt góða, sum fer út í hvønn krók í Gøtu, upp eftir Eggini, Støðlafjalli og røðunum út eftir allari víkini, og so surfandi innanftur við flóðini.


Fjósið, har eg billi mær inn at lukta autentiskt súrhoyggj eina lítla løtu - men kanska vóru tað bara ímyndingarevnini eitt fríggjakvøld - verður til eitt svart vekingarmøti í amerikansku suðurstatunum, lameterandi á klaverið, sum Kurt Weill fyri kríggið í dekadenta Berlin, og hov, var tað nú Tom Waits, ið varð vundin gjøgnum mikrofonina, jú gussdoy, og so reisir hann seg upp, og so er hann Son of Schmilsson, Harry Nillsson, í fullum figuri, leikandi, lameterandi sum eitt gosfjall.


Við hvassa rumble-surf gittaranum fer hann longur en Duane Eddy, ja heilt til amerikanska indianaran Link Wray, sum eitt skifti surfaði á norðursælendsku sandheygunum. So fer hann á knæ og eg ivist í um tað aftur er vekingarmøti í Gøtu, men tað verður til eitt Jimi Hendrix lick at kyssa gittaran og spæla við tonnunum.

Sjovið hjá Lyon er so sterkt, sannførandi og fjøltáttað, at eg eri málleysur. Soleiðis er ein góð konsert. Eg yvirgevi meg so púrasta. Hetta var alt, ið eitt gittar- og klaver sentrerað sjov kann bjóða uppá. Ríkt, egið og gleðiligt. Takk!

Næststørsta stjørnan eg hoyrdi á G! fríggjadagin var trummusláarin í Desert Mountain Tribe á sandinum. Hann er Felix Jahn, og orkestrið hevur heimstað í London via Köln, sum sagt verður á altjóða heimasíðuni. Felix dukar so hart og svingandi stevfast, at trímanna rock and roll bólkurin hoyrist um alla bygdina, og rungandi ljóðbotnurin slær inn og út úr hvørjum skoti. Hetta er rock-and-roll-fantastiskt! Aftur eitt ektað og óvæntað ljóðbílæt. Takk!

Teitur tosar við bretskar journalistar á vegnum, sum eitur Húsgarður, og Eivör savnar vinkonurnar á sama vegi, har fólk nú koma úr øllum skotum, og savnast at gera klárt til eitt hendingaríkt fríggjakvøld meðan sissandi aldan rullar inn og út.

Uni, sum býr í grannavogninum, kemur nýsnákaður út eftir Gróvargøtu. Hann og onnur úr Kringvarpinum gera ein dokumentarfilm við kamera og dronum um G! Festivalin, sum eisini russiskir myndamenn dekka, eitt nú Areg Manvelyan úr Moskva. Ragnar ger klárt at spæla í Fjósinum, og ikki at gloyma tær tríggjar flúgvandi fryntligu Barbara Lamhauge, Angeli Gudjonsson og Shaila Dam Jacobsen, sum eg hitti í Valhøll.

So er at finna eina góða burritos rullu við chili con carne og mexikanskum sodavatni.

Sessirnir eru góðir á G! Umframt sessiligu oljutunnurnar, ber eisini til at seta seg á puntutu langbríkirnar, sum hin litríki Tummas Jákup hevur gjørt saman við Elisabeth og Vár.

Og so leggur dagur saman hendur yvir listarliga signaðu Gøtu og víkina alla. Amen og takk fyri í dag!