5.7.17

Nývaskað dekk


Gongur tú oman á Bursatanga í kvøld, og letst fara umborð á Ternuna til Nólsoyar, men ístaðin sníkir teg til vinstru inn á lítið læsta Schengenøkið, so kennur tú sjáldsama summarangan av sápu. Tað var ikki gamalt á hesum leiðum við rusti, olju og fiski. Og rætt varð snoddað, teak-dekkið á Nikata er nývaskað.


Appilsingulu deksmadrassurnar eru lagdar til viks meðan vaskað verður. - Vit eru fimm umborð, og vit hava verið all over the place, sigur fryntligi bátsmaðurin úr London. Hann greiðir frá, at eftir ein drúgvan túr í Karibia og USA, eru tey nú á heimferð til London, har 35 metrar langa superjaktin Nikata er skrásett við loyniligum eigara.


Hekkan kann rullast út og verða ein trappa, so lagaligt er at svimja frá bátinum, sum bæði er kappsiglari, ið sum ongan ting gongur 28 míl, og familjubátur við pláss fyri 10 í eksklusivum kahúttum, eru ráðini og hugurin til tess.


Nikata er bygd úr carbon á Baltic Yacht verksmiðjuni í Jakobstad í Finnlandi í 2015. Har hava tey fyrr gjørt bátar úr sama tilfari, sum eru út við 70 metrar til longdar. Arkitektar í førinum Nikata eru týska teknistovan hjá Rolf E. Vrolijk og Fietje Judel í Bremerhaven og italska Nauta Design, sum í ár hevur vunnið World Superyacht Award fyri marglætisbátarnar My Song og Narvalo. Í fjør vann Nikata ikki færri enn seks virðislønir av sama slag, m.a. fyri holistiskt snið.

Gloyma vit høgu mastrina, sær superjaktin út sum ein týskur kavbátur, lág og aggressiv, tá vit hyggja av Tinganesi.


Litríkari eru tó føroysku bátarnir, Royður og Barbara, við Kongabrúnna. Tarin á endanum ber tó boð um, at teir ikki hava verið so langt úti í verð, sum Nikata.