5.7.17

Russiskt sjónvarp í Tórsbyrgi


Jenný Augustudóttir Kragesteen og Hergeir Staksberg vórðu filmaði live á bønum í Tórsbyrgi í dag, meðan tey spældu undir heitinum FRUM. Tey eru bæði úr grannalagnum.


Upptøkuliðið, sum er úr Russlandi, telur fýra ung fólk við bestu mobilu útgerð. Byrjanin til russiska áhugan fyri Føroyum vóru tónleikavitjanir har í landinum, sum russiski sendiharrin í Moskva og plátufelagið Tutl fingu í lag í fjør.


Russiska upptøkuliðið, sum er her í tríggjar vikur, hevur longu fingið nógv burturúr. Upptøkurnar síggjasta mest sum beinan vegin á opnu heimasíðuni farland.me, sum tey hava gjørt til ferðina. Her sæst eisini at Visit Faroe Islands og Tutl eru stuðlar undir hugvekjandi samstarvinum millum Russland og Føroyar.


Jenný, sum lesur heimspeki, skal til Kina í heyst at syngja. Hon hevur nógvar fylgjarar á YouTube síðunum hjá Tutl.