Skip to main content

Súkklarar sigla í kvøld


Í morgun savnaðust eyðkendu gulu súkklararnir, Team Rynkeby, hjá Leif Mohr við Hoyvíksvegin í Havn. Eftir eina góða máltíð fóru tey í bussin hjá Hildur, og koyrdu norður til Klaksvíkar eftir restini av føroysku súkklarunum. Samlaða føroyska liðið fer av stað við Norrønu í kvøld.

Í súkklandi stýrisbólkinum eru Alfred Hummeland, Aksel Haraldsen og Finn Danberg. Teir hava allir verið við fleiri ferðir fyrr. Samlaða liðið telur 57 fólk. 29 av súkklarunum havi ikki verið við fyrr. Tænastuliðið telur tíggju fólk. Trý teirra hava verið við fyrr. Bjarni, sum var teknikari í Náttarravnssendingini í Útvarpinum í hálvfemsunum, er ein teirra, sum hevur verið við fyrr. Hann skrivar á Facebook, at ferðin byrjaði í Vági klokkan 05:20 í morgun, at hann verður aftur úr Klaksvík klokkan 18:00, og siglir so av Havnini við Norrønu í nátt klokkan hálvgum fýra.

Team Rynkeby er eitt norðurlendskt súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til franska høvuðsstaðin París. Endamálið er at savna pening til børn við krabbameini.

Rynkeby navnið tók við í 2002, tá ið ellivu motiónsúkklarar hjá Rynkeby Foods í Danmark funnu uppá at súkkla til París at síggja endan á stóru summarsúklukappingini Tour de France. Danski djúsframleiðarin stuðlaði ferðini, sum síðan hevur gingið undir navninum Team Rynkeby. Sum sæst, hevur Team Rynkeby góða undirtøku í Føroyum.

Vit ynskja teimum øllum eina góða ferð til París og heima aftur!