Skip to main content

SummarNám á Skansanum


Meðan gamlir ferðafólkabussar við enn eldri ferðafólki standa á Farstøðini, klintranst skúlabørn úr øðrum flokki til og við fimta flokki upp og niður eftir klettinum á Skansanum, har sum Sandsølan var fyrr.


- Hetta er SummarNám, siga børnini í bandinum, tá eg spyrji. So skjótt tey traðka á grøna bøin undir svarta klettinum, loysa tey seg úr og renna niðan aftur á Skansabakkan.


Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu upplýsir, at SummarNám er verkætlan í Margarinfabrikkini, sum við ymsum verkstovum í tvær vikur er ætlað børnum frá øðrum flokki til og við fimta flokk. Verkætlanin varð fyrstu ferð roynd í 2013. Undirtøkan var sera góð, og aftursvarini hava verið nógv og jalig. Í ár er aftur fultteknað, siga fyrireikararnir.



- Børnini hava langa summarfrítíð, og foreldrini hava ikki altíð møguleika at hava summarfrí saman við børnunum í sjey vikur, sigur Kommunan.


Tórshavnar kommuna upplýsir, at SummarNám leggur dent á skapandi innihald í verksmiðjunum. Børnini síggja, at tað er tilgongdin og sambandið við onnur børn, sum er umráðandi heldur enn endaliga úrslitið. - Børnini eta hvønn dag morgunmat og miðmála saman. Hetta ger, at børnini fáa sambond tvørtur um verksmiðjurnar. Tey fáa nýggjar vinir og læra onnur børn at kenna, sum hava onnur áhugamál og annan lívsstíl, siga tey, sum á fimta sinni skipa fyri SummarNámi.