Skip to main content

Tá tjóðin savnast


Á ólavsøku savnast tjóðin. Ein aftan og ein dagur. Tað mest áhugaverda hesar báðar dagar er at møta útlendingum, sum spyrja. Og so skalt tú siga, hvat hetta er fyri nakað. Tað er ein avbjóðing, men eisini ein roynd í skaldskapi. Tí enn er tjóðin bara skaldskapur. Men í mínari tíð og mált við mínari alin, er tað avgjørt nóg mikið. Føroyar eru ein so rík skaldskaparlig fiktión, at á ólavsku eri eg politiskt nøgdur eins og øll onnur, óansæð politiskan observans. Øll savnast undir Merkinum í høvuðsstaðnum, eins og tey gera úti um landið, tá flaggdagur er. Hvør rætti tjóðdagurin er hjá eini tjóð, sum ikki er, kunnu vit kjakast um til hon verður, tjóðin. Men søgan um konstruktiónina Føroyar er komin í hæddina, tá ólavsøka er. Tað er tjóðskaparligur hádagur.


Fyrra dagin eigur kommunan og ítrótturin undir Tinghúsinum. Eisini børnini spæla við tjóðskaparminnini á Tinghúsvøllinum á ólavsøku.


Føroyski búnin hevur fingið eina renesansu hjá ungum og gomlum. Her eru Beinta við Riley Norð og Marjun við Olaf, báðir í siðbundnum barnabúnað.


Og fyri at dvølja við tað heilt siðbundna, hevur Ruth sett Olaf í leypin úti á Argjum, meðan Marjun og Hanus mussast. Fittari kann tað neyvan verða á ólavsøku.

Á Vaglinum møta vit grannanum Heðini og eiðismanninum Rasmussi, meðan Elin er í baksýni. Og Tórður í Útvarpinum tryggjar okkum ferðina og sýnið av útvarpssavnandi Vaglinum. Øll somul í siðbundnum búnað.


Høgtíðardagarnar er fráfarandi sjefpolitiinspektørurin, Niels Erik Nymark Jensen, blíður á Vaglinum, hóast uppgávan er stór, tí yvirgangsvirksemi hevur sett síni grefligu spor í stórbýum úti í heimi, sum vit eru partur av.


Vegforðandi betongblokkar eru settir har, ið óðir lastbilførarar kunnu hugsast at koyra á fólk, ið savnast í stórum tali, so sum vit hava sæð í seinastuni úti í stóru verð. Her kemur friðsæli frisørurin hjá mær, Inga.

Av somu orsøk verða allar taskur tiknar frá kirkjufólki í Dómkirkjuni ólavsøkudag. Tær fáa eitt nummar og verða goymdar til ólavsøkuprædikan er av. Her er Birita við security keppi í Arnesminde, sum Havnar kirkja nú eigur.


Tann prestur, ið er nýggjastur í starvi, heldur ólavsøkuprædikuna. Í ár er tað Anne Mette Greve Klemensen, sum er prestur í Fuglafirði, ið eisini mynstrar við egnum kóri. Prædikan leggur sjáldsama væl afturat tí førningi, vit bera við okkum á ólavsøku. Vitug, fær hon meg eisini at hugsa um gamla poppsangin hjá Bee Gees um orðini: It's only Words, but Words are all I have. Men eisini Stories, sum í sanginum hjá Eivør. Orð, ið eisini kunnu verða best, tá tey eru ósøgd.

Beint sum eg undir Tinghúsinum skal zooma inn á Anne Mette, og fáa hana at venda sær, so eg kann takka henni fyri eina framúr góða ólavsøkuprædiku, kemur Bøgesvang inn í bílætið og ger alt fyri meg. Tað er ólavsøkunáði í grimdarregni. Tvífalt takk!


Um tað regnar ella ei, er vakrasta sýni á ólavsøku helst tá bispur, tingformaður og løgmaður ganga fremstir í tríraðaðu gonguni úr Dómkirkjuni og niðan á Vaglið, har ólavsøkukórið syngur, innan tingið verður sett. Fráfarandi sjefpolitiinspektørurin gongur undan. 

Tað regnar av grimd og ein stórskíggi er tendraður í Vágsbotni, har tey mongu, sum ikki rúmast í Domkirkjuni, kunnu fylgja við í ólavsøkuprædikuni, sum á mangan hátt setur skránna fyri kjaki hesar báðar dagarnar.

Nú er váta gongan komin niðan til Tinghúsið og stendur undir skjøldrinum, meðan ólavsøkukórið syngur undir leiðslu av Tóru Vestergaard.

Úr siðbundnu sangskráini leggi eg til merkis, hvussu yndisligur sangurin hjá Jens Paula og Elini Heinesen um Dýpið av dýrari tíð er. Kórleiðarin Tóra, sum er av Tvøroyri og er kandidatur í kórleiðslu og musikkpedagogikk, undirvísir í babysálmasangi í Lutherkirkjuni. Hon hevur so sjáldsom innlivingarevni at formidla sang og tónleik, at tú verður rúnarbundin í øllum regninum.

 Tveir dagar undan var Pride, sum í dag er so sjálvsøgd, at fólk hava tikið orðið og hugtakið um stórsavnandi Pride'ina til sín. Eisini presturin, sum eina viku undan tjóðardegnum hevði morgunlestur í Útvarpinum, og útgreinaði hugmóð. Í einum innskotnum setningi fekk prestur eitt kall at fara í ensku orðabokina, at finna teirra orð fyri hugmóð. Og hann náði tú meg, um ikki enska orðið fyri hugmóð er pride. Tað er ólavsøkuupplýsing, sum vil nakað. Sólskynsmyndina av Vaglinum havi eg lánt frá fyriskiparunum LGBT.

Á sama stað koma reiðfólk og ítróttafólk tá ólavsøkan verður sett fyrra dagin.

Elin Heðinsdóttir Joensen, sum er ÍSF forseti, setti ólavsøkuna í ár. Hon legði dentin á allar tær sjálvbodnu eldsálirnar, sum tæna ítróttini og mentanini kring landið. Merkisvert er, at kvinnur hava fingið lyklauppgávur og eru ovastar á ólavsøkuskránni í ár: setan, prædika og kórleiðsla. Og fyri tað fær Elin ein muss frá pápanum.

Avloysarin hjá Heðini á Vaglinum, Annika Olsen, borgarstjóri, er fyri fyrstu ferð alment í nýggju borgarstjóraketuni, sum Jógvan Sverrason Biskopstø hevur gjørt fyri SMS, sum í ár fyllir 40 ár. Tí hevur SMS givið høvuðsstaðarkommununi hesa gávu, ið bara klaksvíkingar higartil hava átt. Tá var gevarin Norðoya Sparikassi.

Á Tinghúsvøllinum ólavsøkuaftan er eisini starvsfelagin og framúr trummusláarin, Jeffri Jørgensen, úr Miðvági.

Eftir setanina er kappróður á havnarøkinum. Føroyameistaraskapurin skal staðfestast, og nógv er at gita og tosa um í góðum lag og enn í eins góðum veðri. Ja, tað er sum í sanginum, at tað spruttar og spríkir úr knappholunum eins og á vágni.

So er opið hús og Oddmar og Jonny bjóða tapas við turrum kjøti av Velbastað, eggum úr Kaldbak og eini røð at spennandi øli frá Okkara. Og ikki at gloyma kryddsnapsirnar hjá Oddmar, sum vanliga brúkar Lívsins vatn. Í hesum føri hevur hann brúkt hvonn, Eldvatn og Aalborg. Í fyrsta kryddglasi er stelkur av hvonn løgd í Eldvatn, í øðrum glasi eru bløð og nakað av stelki løgd í Eldvatn, og í triðja glasi eru fleiri bløð og stelkir løgd í reytt Aalborg.  

Sjálvt slitni Klubbaveggurin er nýmálaður, og ætlanin er eisini at skifta fasaduna út, sigur nevndin.


Og nú bíða vit bara eftir at tingið verður sett í grannahúsunum. Kringvarpið og allir miðlar eru til staðar, og eg sleppi framm á fyrstu røð at fotografera tingformannin, Páll á Reynatúgvu, løgmann, Aksel Vilhelmson Johannesen, og varaløgmann, Høgna Hoydal. Tað havi eg ikki roynt áður. Og eg leggi skjótt merki til svarta blettin á vitala málninginum hjá Ingálvi av Reyni. Í løgmansførinum er tað sum um hann sigur: Vík frá mær, alt, ið svart er. Ein góður, men eisini áminniligur, tanki haldi eg sjálvur, framman fyri málningi og løgmanni, nú menn hava sett ólavsøkutingið.

Nýggj í býnum er Blábar hjá Rógva á Rógvu og tvíburabeiggjanum Mortani Zachariasen í Niels Finsensgøtu, har Skilling var fyrr. Ein jazz og blues barr við livandi tónleiki og vaksnum fólki akkurát sum tá jazzfelagið var í hæddini í Klubbanum. Innanduramyndina havi eg lánt frá Unn Patursson.

Og nú vit nema við hugtakið livandi tónleik, fara vit eitt seinasta legg oman á Vaglið innan siðbundni felagssangurin, sum er toppurin á ólavsøkuni, byrjar. Tað er elsta dóttir Johnny Cash, Rosanne Cash, sum Tummas Justinussen hevur fingið higar at syngja saman við manninum John Leventhal eina lætta løtu. Rosanne er tann ektað amerikanska vøran, sum nógv eru møtt at hoyra tjóðardagin mitt í Havn. Ein friðsæl løta við hennara bestu sangum, uppskriftum frá pápanum um ektaðan amerikanskan fólkatónleik og so ein einkultur frá pápanum sjálvum. Bæði sum yrkjari og sangari stendur hon stinn á egnum beinum, og ikki á nakran hátt í skugganum av undanfarna pápanum. Hon endar við sangum Seven Year Ache úr gomlu LP plátuni frá 1981, sum á ein sniðfundigan hátt krøkir í Stories í ólavsøkuprædikuni dagin eftir. So eru orðini uppi og søgan úti.