Skip to main content

Tú ert ein strikukota


Í vikuni sá eg ein Panoramafilm frá BBC um Facebook, og hvussu tey skrásettu okkum sum brúkarar, hvørja ferð vit logga á, uttan at vit vita tað og enn minni samtykkja.

"Eg eri eitt nummar," syngja vit í einum sangi. Á Facebook eri eg ein strikukota, sum eg havi fingið í nakkan uttan at vita tað.

Tú ert fangaður í brúkarasamfelagnum og blivin ein hentur lutur, a commodity, varð niðurstøðan í ræðandi sendingini.

Tó so, Google hevur í sekstan ár brúkt adwords og í fjúrtan ár adsense á netinum.

Tá eg vitjaði høvuðskvarterið hjá Google í Mountain View á ólavsøku í 2008, spurdi eg, um eg kundi brúka adwords og adsense á mínum bloggi.

“Nei, tín bloggur er á føroyskum og tað málið er ov lítið til hesar tænastur. Men vit kunnu hyggja uppá tað aftur, sum tíðin gongur,” varð mær lovað.

Enn eru partarnir, leitskipanin Google og tungumálið føroyskt, ikki komin til sættis í eini samskipaðari leiting, sum gevur pengar og hits, hvørja ferð eg skrivi eitt skrásett vørumerki, føroyskt ella útlendskt.

Men um dagarnar legði eg til merkis, at fotografurin Ólavur hevði skrásett, taggað, meg sum prest á trappuni í Dómkirkjuni næst síðstu ólavsøku.

Facebook skrivaði beinanvegin til mín og spurdi: “Harra Kruse, tygum hava ikki sagt okkum, at tygum eru prestur!”
“Jú, tað er sjón fyri søgn. Hyggið tygum bara eftir myndini, sum er frámerkt við tykkara egnu funku, sum sigur at eg eri prestur. Tit eru próvbyrðan, frú Facebook!”
“Jamen, so mugu vit endurskoða tygara Facebookprofil, tí ein ólavsøkuprestur við hirðastavi er í okkara æviga fjallastaði eitt annað commodity fyri Várharra enn ein frítíðarbloggari á einum smámáli,” varð svarið frá næsta granna Google’s í Mountain View, Facebook.

Nú greitt er, at vit eru einki uttan ein strika og ein kota, er at finna ein dag, har vit øll samfelt býta um samleika hvør hjá øðrum. Bara fyri at gera fólkaræðið hjá Facebook til einkis.

Ein árligan Assbook umbýtisdag.

Tí skjótt verður tað payback-time.