Skip to main content

Videobloggur

Her er ein roynd við einum vloggi, sum ein videobloggur kallast. Tað eru Hans og Martin, sum spæla tvey Shadows-løg á akustiskum gittara á køksgólvinum hjá Jóhan Petur, innan hann serveraði døgurða til 60 ára samkomu leygarkvøldið. 

Fyrsta lagið er nokk so sjálvsagt - Theme for young Lovers, sum Bruce Welsh komponeraði í 1964. Seinna lagið er Apache, sum Jerry Lordon komponeraði til Burt Weedon, og sum Shadows spældu inn á plátu í 1960. Hesin seinni er í tveimum tøkum. Enjoy!