Skip to main content

Blue Fashion Challenge 2017


Undir leiðslu av lærarunum Lailu av Reyni og Beintu K. Mouritsen eru klædnaatstøðingar á øðrum ári fluttir inn í Fabrikkina hjá Öström á Skálatrøð í Havn. Næmingarnir eru Poula Alberg, Angela Sváva Poulsen, Anna Margit N. Arabo, Hanna Hansen, Harriet Joy Steinberg, Helga Gásadal, Ingibjørg Beder, Jóhanna Niclassen, Maria Johannessen, Maria Kjærbæk og Sanna Olsson.


Níggju ár eru liðin, síðan fyrstu næmingar vórðu tiknir inn á hesa útbúgving, sum Glasir bjóðar. Ein av næmingunum, Lissi B. Andreassen, verður við tá NORA - Norrønt Atlantssamstarv, saman við Fiskimálaráðnum og Norðulendska Ráðharraráðnum skipar fyri Blue Fashion Challenge. Tá sleppa ellivu viðurkendir sniðgevar úr Norðurlondum at gera nýmótans klædnasnið úr eitt nú tara, kópi og fiski. Jákup Sørensen er samskipari.


Frá í morgin og vikuna út, sleppa sniðgevar at kappast um at skapa tað besta og mest spennandi haute couture úr nevndu rávørum. Og tú sleppur at síggja alla tilgongdina, sigur Jákup frá NORA.


Blue Fashion Challenge byggir á tankan um at finna nýskapandi og burðardyggar rávørur til mótaheimin. Átakið skal birta undir at lyfta ídnaðin inn í eitt nýtt tíðarskeið, har tilfeingið og ídnaður, skulu verða í javnvág við náttúruna.


Verkætlanin fevnir um eina kapping millum 11 kendar sniðgevar, ið skulu skapa nýggjar og spennandi mótavørur úr hesum "alternativu" rávørunum.


Søguliga sæð, eru summar av rávørunum ikki so ókendar, men tá ræður um tara og skræðu, er talan um rávørur, ið eru í einari spennandi meningartilgongd. Júst her er hvassi broddurin av nýhugsan og tað er her, at sniðgevarnir sleppa at geva sítt íkast til framtíðarinnar mótaídnað.


Tríggjar teir fyrstu dagarnar fara sniðgevarnir at arbeiða við sínum verkum og hæddarpunktið verður ein mótaframsýning, har verkini verða sýnd fram við professionellum modellum. Mótaframsýningin verður niðri í Østrøm leygardagin 26. august um kvøldið, tá virðislønir verða handaðar.


Teir ellivu norðurlendsku sniðgevarnir eru Kolbrún Ýr Gunnarsdóttir og Milla Snorrason úr Íslandi, Louise Lynge Hansen úr Grønlandi, Lizette S. Karrento úr Álandi, Marianne Mørck og Iben Bergstrøm úr Noregi, Helena Manner úr Finlandi, Freya Dalsjø úr Danmark, og tær tríggjar føroysku eru Sissal K. Kristiansen, Lissi B. Andreassen og Frida Poulsen.

Í dómsnevndini til Blue Fashion Challenge sita: Tommy Ton, fotografur, sum er formaður, Sarah Ditty, Fashion Revolution, Suzi Christoffersen, Danish Fashion Institute og Halla Helgadóttir, Icelandic Fashion Center.

Virðisløn verður latin til nummar eitt og nummar tvey í kappingini. Vinningurin er 50.000 krónur til nummar eitt og 25.000 til nummar tvey.

Sunnudagin fer heimskendi fotografurin Tommy Ton at taka myndir av modellunum tá ið kappingin verður liðug.