Skip to main content

Er nakað mark millum skemt og happing á netinum?


Í kvøld var stak áhugaverd sending á DR2, Hængt ud på nettet, har Michael Jeppesen kannar atferð hjá ungum danskarum á netinum, tá tey skriva á Facebooksíðuni Offensimentum, har fleiri enn hundraðtúsund kunnu lesa og dáma.

Helst er skrivingarlagið í byrjanini hugsað sum skemt, men eftir øllum at døma fer skemtið yvir gevind, verður happandi og niðrandi, grovari og grovari, sum so aftur skapar orðalagið og mongu viðmerkingarnar, har eingin vil standa aftanfyri ein annan í óflýggjaligheitum og óvandamáli.

Tað er sum eitt skriðulop, ið fer at liva sítt egna teldulív á kamarinum hjá eltibløðruni, sum neyvan grunar nakað, tí hann ella hon ikki hevur lært atferð á netinum, har einki andlit sæst, uttan bara knappar og ein bláblinkstrandi skíggi.

Henda sjokkerandi danska ungdómssending fekk meg at hugsa um ein stóran føroyskan bólk á Facebook, sum kallast Føroysk Memes. Har halda tey skrivandi, sum eisini telja tilkomin fólk, at tað er stuttligt at seta navn á menn í Føroyum, sum í loyndum eiga børn í Grønlandi. Siga tey, í hvussu er.

Eg undraðist, tá ein vísti mær hetta sokallaða føroyska memes skemtið í cyberspace, og dugdi ikki at síggja skemtið yvirhøvur.

Blaðaði gjøgnum bólkin, og helt meg síggja ein infantilan farra av skemti úr amerikanskum ungdómsfilmum, sum til dømis American Pie, har føroysku lesararnir halda sær at gamni við at navngeva, tagga, gentur, ið hugna sær við øðrum gentum, ella dreingir, sum beint nú hava tørv á eini pylsu ella einum pitsatríkanti.

Hevur skemtið sum fyribrigdi fingið eitt nýtt andlit, tema og orðalag á netinum?

PS! Onkur heldur, at memes er nakað, ið børn og ung hava funnið uppá beint nú. So er ikki. Í 1976 fann Richard Dawkins uppá hugtakið í fyrstu bókini, The Selfish Gene, Sjálvselskugenið. Mike Goodwin umrøddi fyrstu ferð internet memes í tíðarritinum Wired í juni í 1993. Í 2013 lýsti Richard Dawkins internet memes í sama tíðarriti sum "a meme deliberately altered by human creativity - distinguished from biological genes and Dawkins' pre-Internet concept of a meme which involved mutation by random change and spreading through accurate replication as in Darwinian selection. Dawkins explained that Internet memes are thus a "hijacking of the original idea", the very idea of a meme having mutated and evolved in this new direction". Í týsk-føroysku orðabókini hjá Kára Davidsen, stendur m.a. um týska meme: "(tlm) eitt mim (nakað sum verður tikið sum fyrimynd til víðari viðgerð)".