Skip to main content

Eru Føroyar ein danskur prumpur?


Við postinum í dag kom ein rúgva av tilfari. Adressuleyst verður tað kallað á postføroyskum.

Umframt Handilssosialin, tilboð frá Vøruhúsinum, Bónus og Hoyrnini, komu Lutherbløð frá kirkjuni og Námi, og sum rosinan í tilboðsendanum kom allur faldarin frá Kvøldskúlanum í Havn.

Inspiratión til skeið í máling og politikki, og innbjóðandi skeið til útlendingar at læra føroyskt. Altjóðagerðin er í fult sving. Fantastiskt.

Og á blaðsíðu 17, beint eftir skeiðið um Ríkisfelagsskapin, er skeið nummar 1979 við heitinum Føroyskur samleiki. Óluksáliga spennandi hesi bæði nýggju skeið í altjóðagerð í Kvøldskúlanum.

Svangur, eti eg meg gjøgnum tekstin í skeiðsfaldaranum, har spurt verður á móðurmálinum: "Hvør er føroyingur nú á døgum. Hvat ger ein føroyingur, og hvat hendir við føroyskum samleika nú á døgum og í framtíðini?"

Men so skiftir tónin í móðurmálsfaldaranum við grindaknívi á breddanum, so mítt forvitni verður hvest enn meir, tá Kvøldskúlagangarin verður spurdur á eini knívsegg: "Kann ein ditta sær at seta ágangandi spurningar sum til dømis, at føroyskur samleiki er, tá ið samanum kemur, komin í lag, við tað at donsk mentan hevur ávirkað?"

Hvat sigur tú, hvat var hatta? Prumpaði tú?

Og tá eg lesi teir báðar seinastu spyrjandi programmsetningarnar í snøgt skornu kvøldskúlaskránni kenni eg hin ramasta prumpiroyk í stovuni, tá skeiðshaldarin staðfestir: "Tað er eisini ein bornholmskur samleiki - stendst hann av tí sama? Hevði føroyskur samleiki verið sterkari uttan Danmark?"

Og so stendur skrivað lakoniskt, at skeiðið verður hildið á donskum. So er prumpipremissurin lagdur.

Eitt er, at eingin vøra kann seljast í Føroyum, uttan hon kemur úr Danmark, at eingin føroyskur tíðindastubbi kann lesast uttan danska vinkling, støði og keldu, at eingin filmur kann vísast uttan danskan undirtekst, og at einki lærandi skeið kann haldast í landinum uttan á donskum, ja sjálvt í effektivum samskifti og hábærsligari taluskriving, men at vit nú eisini skulu verða hildin fast í eini óloysiligari móðurbinding til Danmark, fyri at hyggja aftur á okkum sjálvi, er ein prumpur, sum luktar leingi.

Eftir at hava lisið Kvøldskúlafaldaran má eg fara at gloppa vindeyganum. Tað er úr norskari H-Dygd og keypt sum føroyskt. Uttanfyri regnar.