3.8.17

Filmstevna um minnilutar í september


Í dag legði Nadia Abraham fram skránna fyri fyrsta Faroe Islands International Minority Film Festival í Perluni, har sýningar vera í døgunum 7.-10. september í ár. Tiltøk verða eisini í Sirkus. Hóast evnið er ein avbjóðing og sýningarstøðini ikki eru fremstu mentanartempul, er hetta mest sannførandi og professionella skrá, eg nakrantíð havi sæð av einum føroyskum filmstiltaki.

- Sum yngri, plagdi eg at brúka nógva tíð í Havnar Bio, segði Nadia á tíðindafundinum í dag. - Men sum queer, rasublandað og sjálvbjargin, var eg sjálvdan umboðað í filmunum tá, og ei heldur síggi eg stórar broytingar í altjóða filmi í dag. Eg ynski at broyta hetta, og eg trúgvi veruliga, at biografurin er ein pallur, har júst hetta ber til, segði Nadia sannførd og væl uppløgd á tíðindafundinum í Perluni í dag, har hon gekk gjøgnum skránna og takkaði stuðlum og teimum, ið høvdu samstarvað um at gera fyrsta tiltakið til veruleika.

Millum spennandi filmarnar í skránni eru The Handmaiden úr Korea, finski Tom of Finland og Teddy vinnarin Stories of our Lives úr Kenja.