Skip to main content

Grøna veðraoyggin


Allastaðni har tú ferðast í Suðuroynni í hesum døgum eru grønska og veðrar at síggja. Lýkka er í luftini, og sólin grønskar dalar og líðir. Veðrarnar omanfyri sá eg við vegjaðaran í Hvalba niðan móti Norðbergseiði. Henda sjáldsama Texas Longhorn veðrin við uppbendum hornum, sá eg úr bilinum í Froðba.


Í Hvalba hópa tey bobbens og bildekk saman á grøna bønum, har seyðurin gongur. Havi ikki sæð hetta aðrastaðni í landinum, og veit tí ikki, hvat endamálið ella nyttan er. Kanska er tað at venja veðurlombini at stúta, ella tað bara er eitt slag av stiki.


Á Kunningarstovuni, Visit Suðuroy, sum er í hølunum hjá kommununi á Tvøroyri, hevur fryntligi avgreðslumaðurin nógv uppskot um túrar, sum hann teknar á frálíka kortið yvir økið. Ein er til kikaran fyri endanum á vegnum innast í Trongisvági, til vinstru har tunnilin fer til Hvalbiara. Ein kilometur ella so at ganga. Norðanfjørðs havi eg sæð, hvussu ymiskur seyður kann verða, serliga í Tjørnuvík, har hann er spakur og næstan ómælandi fram við vegnum. Her undrist eg yvir, hvussu væl skipaður hann er, at ganga á rað hvør eftir sínari rás.

Meðan eg undrist yvir ymiskleikan hjá seyði og djórapsykologi ymsastaðni í oyggjunum, hyggi eg longur niðan og síggi hendan á sýnini.


Undur okkum reka menn og kvinnur og longst til vinstru sæst hundurin. Eg hoyri tey brúka fartelefon millum sín.


Beint framman fyri okkum er ein fimur ungur maður. Eg spyrji hann, um tey eru á fjalli í dag. "Teir reka!" sigur hann. "So forstýra vit", sigi eg og royni at anda inn, krógva fotolinsuna og gera meg ósjónligan. "Kanska!" sigur ungi maðurin og er longu burtur, klappandi í lógvarnar og blásandi millum tennirnar at fáa rættan rakstur á seyðin. Trý orð og alt er greitt. Tað er samskifti á fjøllum.

So er kikarin fyri okkum og sýnið er frítt út í hav, norðureftir bjørgunum og suður móti Fámjin.


Komin gjøgnum einsporaða Hvalbartunnilin, ið varð liðugur í 1963, og er hin elsti í landinum, snara vit niðan av vegnum og koyra móti kolanáminum í Prestfjalli.


Ikki ein sjél at síggja. Ein vognur stendur vinskur á sporinum og longst burturi sæst kolanámsmunnin.


Ein arbeiðsskúrur er her, og ein bilur frá Gummubátatænastuni, sum er uttan nummarplátur. Hugtakandi at síggja eina pallmynd, har tíðin tykst hava staðið still nóg so leingi. Og tó standa sjey kolasekkir, klárir at heinta. Kanska blæsur onkur lív í hesa søguligu mynd og ger hana livandi aftur. Ein turistattraktión er hon í hvussu er.

Og fram við vegnum verður tú mintur á, at umhvørvið ávirkar fólk og fæ, so alt verður kolalitt.


Hyggur tú niðan móti trølsligu fjøllunum í botninum á dalinum, sært tú nógvan grønan vøkstur, eitt nú hvonn og hjálpirot. Tú freistast at taka heim við at seta í túnið, men tað verður við tankan. Best dámar mær á sløttum.


So oman til Hvalbiara og út í Nes.



Hjá ferðafólki eru vaskiklæði á snórinum eitt sjáldsamt myndaevni. Tað er næstan sum hjá amishfólkunum í USA, har markirnar eru um at bresta av gróðuri og toysnórar síggjast alla staðni. Í summum stórbýum, har illa gongst í hond og alt er grátt í grátt, er ikki loyvt at hanga nývaskaði klæði út.


Í Hvalba spæla tvær smágentur við veðrar og ross á Sandavegnum. Eg steðgi og fái eina friðsæla rossamynd við Lítlu Dímun í baksýni.


Tey hoyggja í allari oynni og nýsligið gras vellir inn í bilin, bara tú opnar rútin. Fantastiskt. Við Nesvegin eru eisini tjøldur á bønum.


Ætlaðu til Sandvíkar, men lokalu bilførarnir høvdu so stóran skund at náa ferjuna, at eg aftraði meg at fara niðan brekkuna og bakka oman, so hvørt teir dagaðu undan. Vendu, og fóru suður aftur. Við ítróttadepilin í Trongisvági er bøurin hvítur so langt eyga røkk. Í fyrstu atløgu helt eg, at tað var sandur, men so sá eg, at tað var mýrifípa.


Næsta steðgipláss er á Drelnesi. Í 1938 bygdi franskt-føroyska felagið, A/S North Atlantic Salt Co, eina risastóra saltsilo her, ið kundi taka 10.000 tons. Felagið hevði funnið salt á Ibiza og góður marknaður var fyri saltfiski og klippfiski í Spania, Portugal, Italia og Grikkalandi. Hóast týskarar bumbaðu saltsiluna og kolagoymsluna á Drelnesi 9. oktober í 1941, var silan framvegis arbeiðspláss hjá lokalum monnum fram til 1980'ini, frá 1963 undir navninum P/F Saltsølan á Drelnesi. Heldur enn at forfalla og verða endaliga bumbað niður, tók Ólavur Rasmussen stig til at endurreisa bygningin, m.a. saman við Alberti Isfeld arkitekti. Her er stásiliga framsíðan á saltsiluni í dag.


Ólavur ruddar og ger kárt til konsert við Kristinu Bærendsen, sum er dóttir Alex, ið er av Tvøroyri.


Ólavur sigur frá um upprunabygningin og konstruktiónirnar, og hvussu kjakast hevur verið um at varðveita veggirnar ráar, so sum teir eru, ella at gera teir glattar og slattar, so einki sæst til upprunan. Lukkutíð varð ráa loysnin vald. Tað er Ólavur fegin um, tí hesir veggir siga søgur.


Úrslitið er ein íshavskatedralur, sum er stórbærur bara at traðka inn í, har hann stendur og sigur sína egnu staðbundnu verkamannasøgu, væl varðveittur, men við nútímas funktionaliteti.


Klaverið á gólvinum á myndini omanfyri, sæst nærri her:


Av Drelnesi sæst yvir á Tvøroyri. Eftir eldibrandin á Varðanum Pelagic hin 9. juni í ár er bryggjan á Tvøroyri í dag ein syndarlig sjón. Kirkjan sæst longst til høgru og á niðaru myndin sæst eisini sjúkrahúsið longst til vinstru. Fremst fyri eru brendu restirnar av virkinum hjá Varðanum. Á fyrru myndin sæst, hvussu munadyggur brandveggurin hevur verið. Á niðaru myndini sæst hvussu havnarlagið er lagt út. Upp móti grønu líðunum og søguligu bygningum, er havnarlagið sjáldsama lítið organiskt.


Her sæst av brekkuni oman móti havnarlagnum, hvussu brandveggurin hevur steðgað eldinum. Til vinstru í myndin er alt óruddið, ið skal avskipast í dag, savnað.


Tóri Holm, sum í sekstan ár hevur arbeitt í grannahúsunum hjá Richard B. Thomsen, og var til arbeiðis tá alt brendið, rópar á meg og spyr, um hann skal koyra meg inn á økið.


Jú, eg takki fyri og vit tosa eina løtu um arbeiði, fótbólt og um tað ómetaliga hepni, at ættin lá av landinum tá eldur kom í. Tí hetta er sum at vera í krígsbumbaða Bagdad, so sum vit hava sæð mordarligar krígsstøður verið lýstar í sjónvarpi og á filmi.


Ruskið skuldi verið ført av landinum í dag, men søgur ganga um, at báturin kom ikki, tí eldur kom í ein grabbara umborð. Grøni bøurin og prangandi kirkjan standa í skærari konrast móti oyðileggilsinum niðri á bryggjuni. Sama er um hornið. Alt er grønt, organiskt og friðsælt.


Eftir ein túr á Pubbini skilji eg, at havnamaðurin Poul Hansen eigur bygningarnar. Tað var nýtt fyri mær. Aftur kemur mær til hugs ikki bara varðveitingarvirði, men eisini viljin at varðveita á ein ósjálvsøknan hátt. Heiðurligi viljin at varðveita, tí tú hevur ráð og sært eitt endamál. Tað er eisini galdandi í minni mátistokki.


Sami tanki um at varðveita og bjóða fram eina autentiska staðbundna uppliving, heldur enn at lata søguna doyggja, sæst aftur á Café MorMor undir Heygnum á Tvøroyri. Umframt uppafturhitað á Pubbini, er gastronomiska útboðið á Tvøroyri í dag bara ein pitsamatstova, sum hotellið eigur. Autentiska staðbundna rákið, sum vit hava sæð í Gásadali, er eisini komið til Suðuroynna, har vit finna Café MorMor og Hjá Jugga í Vági. Fólk eru ikki longur nøgd við grillmat, sum verður tikin úr frystaranum og blakaður í frityrugrýtina so hvørt. Uppliving og autentisitetur eru lyklaorðini. Her er søgan um navnið á Café MorMor:


Sami persónligi og staðbundni autentsitetur sæst Hjá Jugga í Vági. Tað var Jørgen M. Olsen, ið varð kallaður soleiðis. Hann kannaði sildina, sum svav á høvdinum í Vágsfirði. Perman og grafiska mynstrið av bókini Náttúrunnar Børn (1982) sæst aftur til vinstru fyri keypmansdiskin, sum er úr handlinum á Gørðunum, hinumegin vegin. Við diskin stendur Anna úr Aarhus, sum er knýtt at ítróttaskúlanum í Vági.


Jugga, ið gevur kaffistovuni navn, hevði biograf í hesum hølum. Tað sæst enn á vegginum, har gomul filmsuppsløg sum Telemarkens Helte enn hanga. Eina plakatin, sum lýsur fyri Zigøjnaragentuni, hongur útfrá, so til ber at taka í hana og senda Valarasanginum ein vinaligan arbeiðaratanka.


So niðan í Keypsamtøkuna at keypa Fylking og Blátt Cirkulkaffi til gassblussið, og gott, fast rugbreyð og dadlukøkur frá Gaards Bakarí, sum næstan er eitt undurhús við tíðindafróðum monnum.


Á vegnum varnist eg monumentalu inngongdina til missiónshúsið, ið hevur næstan somu áskrift sum kirkjan, Hellige (t) Herren og Søger Herren.


Palli Gregoriussen skrivar í bókini um Yngru Hválvkirkjurnar um kirkjuna á Tvøroyri, at fari varð undir at byggja í 1905. "Arbeiðið gekk væl at byrja við, men í apríl kom steðgur í, av fleiri orsøkum. M.a. segði J.A. Arge arbeiði frá sær og eingin annar fekst til grótarbeiði. Áðrenn arbeiði var farið í gongd, høvdu A/S J. Mortensen Eftf. bjóða sær at geva alt byggitilfarið um kirkjan varð gjørd úr timburi. 18. januar 1906 gjørdu amtmaðurin C. Bærentsen og Fr. Petersen, próstur, eitt nýtt tilmæli til løgtingið. Har varð víst á, at soleiðis sum støðan var, var einasti møguleiki at byggja eina trækirkju. Og endin var, at A/S J. Mortensen Eftf. sjálvir komu at standa fyri byggingini. Nýggja trækirkjan kom at vera nokk so lík uppruna grótkirkjuni. Í mun til aðrar kirkjur í Føroyum, so er hendan kirkjan smíða uttanlanda, á Strømmen Trævarefabrik A/S í Noregi. Arbeiði fór ígongd um heystið í 1906 og var liðugt í 1907. Síðani varð hon førd heim til Føroya. Kirkjan varð sett upp á ætlaða staðnum. Um várið 1908 var hon klár at taka í nýtslu, og Kr. Himmalferðardag sama ár fór vígslan fram."

Her er vakra kirkjan á Tvøroyri í bleiktrandi vesturskini í fyrrakvøldið:


Eftir ráðum frá Kunningarstovuni seta vit húsbilin við TB Húsið á Sevmýri. Her er opið, og alt er reint og nossligt. Men eingin svarar, heldur ikki á telefonini. "Tey eru farin í feriu", sigur Kunningarstovan tá vit spyrja. Tummil upp fyri øllum viðurskiftum, bara ikki heita vatninum, sum eg ikki fann. Men hvat, eg hevði einki rindað, tí einki varð kravt. So har er vónandi slætt borð.


Fyrsta morgunútsikt er henda, sum aftur minnir okkum á hoyberartíð og góða angan av nýslignum grasi. Burtur frá havnarlagnum er hetta ein organisk oyggj, vit vitja. Í brekkunum er alt grønt í grønt.


Hesin morgun er í Froðba, har alt er sjáldsama vakurt og organiskt, ja beint fram eksotiskt fyri ein norðanfjørðsmann. Her er grønt á hvørjum teigi og stykki, urtagarðar eru væl røktir og einki hús tykist standa tómt. Landslagið er so markant annarleiðis enn norðanfyri. Lendið er sum ein grønur golfvøllur alt sum tað er, ikki ólíkt Orknoyum ella fjarari londum.


So er at náa Smyril, sum siglir av Krambatanga klokkan hálvgum tíggju. Restratiónin, sum skeltið sigur, er sjáldsama bílig og her eru allir hentleikar umborð, so ein ikki nýtist at sita fyri einki teir báðar tímarnar, siglingin varir. Skuldi ein kortini kett seg, so ber til at hyggja eftir fugli, birdwatching.


Og eftir nógva Lopransvatnið í ódýru restratiónini kann ein skjóta til máls á mannfólkavesinum. Skuggan til høgru eigur fartelefonin, eingin annar. Takk fyri hesu ferð. Restin av oynni verður goymd í kalendaranum til eina aðra ferð.