Skip to main content

Hesir dystast um Norðurlendsku Filmsvirðislønina


Her er íslendski leikstjórin, Guðmundur Arnar Guðmundsson (f. 1982), til høgru, tá hann fekk fyrstu filmsvirðisløn í Lubeck í november í fjør fyri filmin Hjartasteinn. Hann er ein av fimm norðurlendskum filmum, sum nú eru í uppskoti at fáa Norðurlendsku Filmsvirðislønina, sum er 350.000 danskar krónur.

Tað varð kunngjørt úr Eddabiografinum í Haugesund í sambandi við tiltakið New Nordic Films í kvøld. Allir fimm filmarnir verða eisini sýndir á staðnum, har altjóða filmsstevna er.

Filmarnir eru:

Danmark: Forældre (Christian Tafdrup)
Finnland: Tyttö nimeltä Varpu (Selma Vilhunen)
Ísland: Hjartasteinn (Guðmundur Arnar Guðmundsson)
Noreg: Fluefangeren (Izer Aliu)
Svøríki: Sameblod (Amanda Kernell)

Íslendski og svenski filmurin hava verið sýndir her heima.

Hvør av hesum fimm tilnevndu filmum fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina í ár, verður kunngjørt í Helsingfors hin 1. november, tá Norðurlandaráðsfundur verður har. Norðurlendski Filmsgrunnurin boðar frá, at fyri henda dag verða teir fimm tilnevndu filmarnir vístir á ymsum støðum í Norðurlondum.

Í fjør fekk norski leikstjórin Joachim Trier virðislønina fyri altjóða filmin Louder Than Bombs. Jan Berg Jørgensen innleiddi sýningina, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Havnar Bio hin 13. november í 2016.

Í dómsnevndunum fyri Norðurlendsku Filmsvirðislønini sita Per Juul Carlsen, Jakob Wendt Jensen og Eva Novrup Redvall úr Danmark, Jaana Puskala, Harri Römpötti og Mikaela Westerlund úr Finnlandi, Silja Hauksdóttir, Börkur Gunnarsson og Helga Þórey Jónsdóttir úr Íslandi, Inger Merete Hobbelstad, Kalle Løchen og Britt Sørensen úr Noregi, Kristina Börjeson, Gunnar Bergdahl og Emma Gray-Munthe úr Svøríki.

Norðurlendski Filmsgrunnurin ræður hvørt ár yvir 80 mió krónum. Ein triðingur av fíggjarætlanini er frá Norðurlendska Ráðharraráðnum, ein triðingur frá norðurlendsku filmsstovnunum og ein triðingur frá norðurlendsku kringvørpunum. Fimta hvørt ár verður fíggjarligi parturin av norðurlendska filmssamstarvinum endurskoðaður. Eins og Áland, Grønland, sámar og kvenar, hava Føroyar ikki sjálvstøðuga umboðan í Norðurlandaráðnum, og heldur ikki almennan filmsstovn ella kringvarp, sum luttekur í Norðurlendska Filmsgrunninum.


- Men persónligar kontaktir kunnu loysa upp fyri mongum møguleikum í filmsvakstrarlandinum Føroyum. Tað segði stjórin í Norðurlendska Filmsgrunninum, Petri Kemppinen, tá hann vitjaði í Føroyum í sambandi við Geytan í Norðurlandahúsinum í desember í 2015. Tá nýtti hann høvið at tosa við Rigmor Dam, landstýriskvinnu við mentamálum, biografeigaran Jákup Eli Jacobsen í Havnar Bio, og grafiska verksmiðjueigaran Jan Andersson í Steinprenti.