Skip to main content

Nú fara næmingarnir at fáa somu uppgávur!


Morten Stemre frá NORA tók myndina omanfyri. Longst til høgru sæst vinnarin Sissal K. Kristiansen.


- Tað ljóðaði sum søtur tónleikur, og fekk meg heilt upp at flákra, tá Jákup Sørensen frá NORA kom á vitjan hjá okkum fyri hálvum ári síðan, sigur Laila av Reyni, lærari hjá klædnaatstøðingum á Glasi, nú Blue Fashion Challange er av.


- Fyri ikki at blíva skuffað, segði eg við meg sjálva, at hatta mátti verða to good to be true. Men nú tiltakið er av, kann eg siga, at hvørt orð úr hansara munni varð veruligt. Hann gav bæði lærarum og næmingum eina lívsuppliving. Næmingarnir sloppu veruliga at blóma, og at vísa teirra dygdir, tá teir sluppu at verða assistentar hjá viðurkendum sniðgevum, ið áttu øll hugskotini, men í fleiri førum høvdu verið hjálparleysar uttan hjálp frá næmingunum, sum duga sítt 'shit', tá tað kemur til at konstruera mynstur og at seyma pløgg. Alt gekk upp í eina hægri eind, tá partarnir møttust. Næmingarnir kendu tað sum eitt stórt herðaklapp og viðurkennandi við, at síggja, hvussu teirra hjálp stórliga var tiltrongd og vird, sigur Laila.


- Eg kenni, at eg havi fingið íblástur, eitt boost, frá teimum ymisku sniðgevunum, sigur Ingibjørg, sum er næmingur, og Anna Margit hevur fotogtaferað, omanfyri. - Tað var ótrúliga stuttligt at vera við. Nú hava vit fingið ein smakkroynd úr hesum heiminum, sigur hon væl nøgd.


- Hvat siti eg eftir við? Jú, eg siti eftir við kensluni av gleði og fulfillness. Hetta hevur verið heilt fantastiska skeg, well, og eg havi fingið nógvan íblástur frá øllum sniðgevunum. Blue Fashion Challenge hevur gjørt meg meira forvitna um, hvat verðin hevur at bjóða, og hvat vit kunna seyma burtur úr tí, sigur Harriet, sum er næmingur og Angela avmyndaði omanfyri.


- Blue Fashion Challenge hevur opnað míni eygu fyri mótaheiminum. Dagarnir í Öström vóru læruríkir fyri meg, tí at eg ongantíð havi arbeitt við tí tilfarði, sum var at brúka. Eg lærdi nógv, tá eg arbeiddi saman við teimum ymisku sniðgevunum, so sum Sissal. Eg eri sera takksom fyri at eg kundi verða við, og fari heilt vist at nýta ta nýggju vitan, sum eg havi fingið úr Blue Fashion Challenge, sigur Angela, sum sæst omanfyri og niðanfyri, ið er næmingur. Harriet tók myndirnar.


- Eg eri púra bilsin, at tað bleiv so stuttligt og læruríkt. Eg kundi so gott hugsa mær at arbeitt longri við hesari verkætlanini. Eg lærdi eina rúgvu av at arbeiða so tætt uppá ein sniðgeva, og hjálpa henni at føra hugsanirnar út í verk, sigur Anna Margit, sum er næmingur og sæst niðanfyri. Ingibjørg tók myndina.


- Komandi vikuna hava mínir næmingar fingið somu uppgávur sum sniðgevarnir á Blue Fashion Challenge. Tær skulu sniðgeva og tilevna eitt outfit frá top til tá, við akkurát somu krøvum sum vóru niðri í Öström - við framsýning, modelli, hári, makeup, dómarapaneli og myndatøku, sigur Laila av Reyni, sum saman við Beintu K. Mouritsen er lærari hjá klædnaatstøðingum á Glasi í Havn. Niðanfyri tók eg eina mynda av teimum øllum, meðan tær tóku eina sjálvsu, og allar niðast er sjálv sjálvsan.