5.8.17

Ovastevna á fjørðinum


Nógv virksemi er í Tanga- og Nólsoyarfirði, nú Ovastevnan er sett í fagrasta veðri. Av terassuni í Tórsbyrgi eydnaðist mær at fanga aftastu bátarnar í regattaróðrinum úr Hósvík til Nólsoyar. Fremri teinæringurin fór inn í Hoyvík, har Fornminnissavnið er. Ytri teinæringurin helt fram beint til Nólsoyar.


Samstundis varð skotið fyri svimjarunum Yvir við Strond. Teir hava sett sær fyri at svimja um allan fjørðin. Við teimum eru fleiri bátar, so alt er undir tryggum umstøðum. Nú er bara at vóna, at eingin mistekur svimjararnar fyri kóp ella hval og fer at løða byrsu ella hvessa vákn.


Seinni eru báðir teinæringarnir komnir til Nólsoyar, og báturin hjá Ova Joensen, sum er upphavið til Ovastevnuna, er drigin úr neysti í góðveðrinum.