28.9.17

Islam hóttir Føroyar, siga børn Ábrahams

Ímyndandi børn Ábrahams, er myndin omanfyri úr vøkru bókini Kristni 6, sum kom í 2013. Hon er ein av mongu upprunaføroysku skúlabókunum, sum við tógvið stríð og ovurhonds upphæddir vóru gjørdar at læra øll, frá yngsta til elsta liðið í fólksins skúla tolsemi, og geva næminginum vitan um tilveruspurningar og heimsins átrúnaðir gjøgnum lærugreinina kristni.

Børn Ábrahams sipar til ábrahamska trúgv, sum er felagsheiti, ið verður nýtt um tær monoteistisku trúargreinarnar, ið stava frá patriarkinum Ábrahami, tað er jødadómur, kristindómur, islam, rastafari og kanska fleiri átrúnaðir við.

Eitt er, at lærugreinin kristni í skúlanum er avmarkað í tímatali, men at hon eisini er so hugfrøðiliga avmarkandi, ja av tí beinleiðis snævurskygda slagnum, er nýtt fyri mær.

Semjusøkjandi læran úr nýggju skúlabókunum í kristni hevur so ikki upplýst teir føroyingar, ið nú hava sett sær fyri at hava ein virknan leiklut í komandi fólkaræðisligu Føroyum.


Av øllum teim hóttanum, sum rættskafni føroyski borgarin við kristni og Bíbliu í hond hevur boðað Føroya løgtingi frá, er - hondina á hjartað - islam millum tær vandamiklastu. Islam er ein tilverulig hóttan í Føroyum í dag. Tað gongur greitt fram í teim ummælum, sum Føroya løgting nú kunngerð á heimasíðuni við navns nevnilsi.

Tingið boðar frá, at uppskotið til Stjórnarskipan Føroya varð lagt til almenna hoyring ólavsøkudag 2017 við ummælisfrest til 25. august 2017. Inn komu 124 ummæli. 16 av hesum vóru frá samkomum og áhugafelagsskapum. 5 frá lands- og statsmyndugleikum. Restin, 103, vóru frá einstaklingum, sum øll eru nevnd við navni. Ongin kommuna ella kommunufelagsskapur sendi inn ummæli. Innkomin ummæli til uppskotið til Stjórnarskipan Føroya fylla 345 blaðsíður av reinum teksti. Eingin átrúnarlig, sexistisk ella tjóðskaparlig tekn ella myndir eru sett inn í millum.

Ein navnsnevndur maður vil áleggja útlendingum at tillaga seg, so "tað skal standa í Stjórnarskipnarlógini, at tað er ein treyt, at útlendingar, sum flyta til Føroya, skulu laga seg til føroysk virði."

Ein annar maður við bíbilskum navni vil hava, at "tað eigur at standa í Stjórnarskipan Føroya, at tað er ikki loyvt at byggja moskur í Føroyum."

Hinvegin skjýtur Útoyggjafelagið upp um føroyska útjaðaran, at honum skal "tryggjast somu rættindi sum meginøkið. Hetta hevði tryggjað eina fjølbroytta búseting í Føroyum."

Eitt annað felag, ProVita, sigur, at "tað er neyðugt, at stjórnarskipanin viðurkennir rættin hjá ófødda barninum."

Eftir hesar sjáldsamt konstaterandi upplýsingar, at tryggja tey á útoyggj og ófødda barnið, vísur Løgtingið eisini á, at tað av borgarum verður fatað sum "avmarkandi at nevna føroyskt sum tjóðarmál, tí fleiri borgarar brúka eitt annað móðurmál."

Skuldi ein trúð, at her búgva fólkaræðisliga sinnað fólk í einum framkomnum multikulturellum vælferðarlandi, verður tú nipin og skammiliga skuffaður í grein 12, ið fevnir um trúgv og kristni við hópin av tilvísingum til blaðsíður.

Her verður við navns nevnilsi sagt, at ”Islam skal bannast, tí hon er ein harðrend religión og lærir muslimar, at teir eiga at fremja yvirgangsálop.” Enntá verður av einum lívfrøðiliga demokratiskum føroyingi nágreinað, at ”ótti er eisini fyri, at muslimar við verandi stjórnarskipanarorðing kunna útrudda okkum, sum her búgva. Eisini gevur verandi orðing muslimum møguleika at byggja moskur.” Soleiðis skrivar ein navnsnevndur føroyingur, sum javnan er frammi á øllum sosialum pallum við líknandi sjónarmiðum. Nú er hann eisini til skjals í savninum hjá Føroya løgtingi. Rætturin at vera idiot er royndur og toygdur í ytstu lykkju. Tað er eisini fólkaræði, at rúma idiotin og biðja hann koma fram á torg.

Ein annar nútíðarmaður í fólkaræðisligu Føroyum skrivar, at ”vit skulu halda okkum til, at Føroyar er eitt Kristi samfelag og ikki lova ørðum ideologium sum t.d Islam v.m. at koma inn í landið.” Ein annar fittur maður, sum fyrr spældi revolterandi rock, sigur og skrivar nú undir fullum navni, at ”tað skal standa í tí nýggju føroysku stjórnarskipanini, at islam, sum er ein ónd religión og ideologi, ið mótarbeiðir kristindóminum og fólkaræðinum, ið okkara kristna samfelag byggir á, skal bannast í Føroyum, og tað burdi sagt seg sjálvt, fyri at vísa virðing fyri okkara forfedrum, sum hava bygt okkara land upp á tey kristnu virðini, ið eru okkara grundarsteinur, sum vit standa á, og tann arvur, sum okkara eftirkomarar eisini skulla byggja víðari á!”

Ein, sum er handilsmaður og prædikumaður, sigur eisini á skrift, at islam er orsøkin til heimsins trupulleikar: ”Tá vit vita hvussu ógvuslig støðan er úti í Evropa í dag, enntá í okkara grannalondum, orsakað av økjandi islamsku ávirkanina, so er tað torført fyri meg at skilja hví vit tá ikki taka tann danska setningin við inn í uppskot til trúarfrælsi. At lata uppskotið standa óbroytt vil viðføra at yvirvøldin stendur hjálparleys yvirfyri eini støðu, ið kann seta landsins trygd í vanda, um hendan er orsakað av átrúnaði,” skrivar handilsamðurin, sum eisini er prædikumaður.

Ein yvirmaður, sum siglir úti, skrivar, at ”Framtíðar trúðarfrælsið í Føroyum má verjast, og tað gerst best við at forbjóða at Islam verður "praktiserað". Ein, sum møguliga eisini er samkomuleiðari, skrivar, at ávísir paragraffir ”loyvir eitt nú Islam at gera fastar tøkur í Føroyum. Hendan paragraff loyvir burku, mosku o.a. Danir høvdu handlað annarleiðis, um teir kunnu spola tíðina aftur,” veit hann at siga.

Ein góður skúlabókateknari sigur at enda, at ”Stjórnarskipanaruppskotið tekur sum er, ikki nóg væl hond um verjuna av Føroyum, ímóti voldeligum ideologium, sum islam, fasismu, nasismu og kommunismu.”

Tað, sum fellir í eyguni er, at hetta eru alt menn, ið hava hesi sjáldsama afturlatnu sjónarmið, sum teir ikki smæðast fyri at bera fram undir teirra kristna, ja kristna, navni. Eg øtist teirra vegna, men fegnist, at okkara høga ting er so atkomuligt og umboðandi í røttum fólkaræðisligum anda, at sjálvt idiotarnir, tey, ið ikki hava áhuga fyri politikki, eisini sleppa at úttala seg.

Fyrisitingarliga er tað flott og heiðurligt, men menniskjansliga er tað ræðandi. So ræðandi, at kanska skulu vit strika alt, sum í lógarsmíði og atferð ber brá av kristni og átrúnaði í almenna rúminum, frá kristni í skúla til morgunlestur i útvarpi.


26.9.17

Høgni í útbroti


Seinastu dagarnar havi eg verið ein súkklutúr um allar Føroyar, og fingið skemtisøgur afturvið av hvørjum tanga, og fjølmiðlakritikk eisini, so tað stendur eftir í. Eftir hesa ferð er neyvan nakar hvítur journalistiskur blettur eftir á føroyska súkklukortinum hjá Høgna. Ella er tað tað?

Og hvussu skal eg kalla eitt ummæli av nýggju bókini hjá hinum fyrst og fremst vælskrivandi, men eisini besnissaða og sniðfundiga høvundanum, Høgna Mohr?

Lendi á uppskotinum “Tá skrivigleði møtir sálartrega”, og havi hug at skoyta uppí "hina ótamdu gleðina og hin svarta sálartregan", og at machomaðurin letur tey bæði verða "floygd á eini ljósareyðari gentusúkklu". Ja, kanska tað. Men so verður hon so long, yvirskriftin, og fyndin fellur. Men so tað, at dótturin eigur súkkluna, sum friðleysi pápin tekur, og at sama dótturin í endanum skrivar forloysandi orðini - í einum donskum stíli, sum tjóðskaparpápin lesur, skal eg draga tað uppí yvirskriftina, og skal eg eisini draga ólavsøkuna uppí, tí tað er jú beint fyri ólavsøku í fjør at súkklarin, sum eisini er revsandi høvundur og ættgranskari, brýtur út sum eitt ótt?

Sum skilst, melur av ymsum ættum, tá ein eitur Høgni Mohr og hevur sett seg á hjólhestin í Havn, sum stálsettur fer gjøgnum tíð og rúm.

Sjálvur grundar hann yvir, um hetta er óðamannaverk, men sum ferðin á súkkluni hjá Lý líður, lýgur hann ikki, tá hann fegnast um avgerðina at seta sær júst hetta fyri. At súkkla til allar bygdir og oyggjar, uttan nakað mobilt samskiftisamboð, tí skrivast skal ikki fyrr enn friður er, og avmáldi teinurin er lagdur afturum. Onkuntíð ov skjótt og onkuntíð ov seint. Ferðin, altso, ikki skrivingin.

Hon er í passandi flogferð, skrivingin. Floygd, sum eingin annar tekstur eg nýligani havi lisið.

Síðst eg kendi meg so væl í felag við hin skrivandi var, tá eg læs Bommhjarta hjá Jóanesi Nielsen, sum kom í fjør. Ein smittandi respektleys søga, sum hemningsleys gongur sínar egnu leiðir. Men aftanfyri hómast ein leitan eftir egnum upphavi. Hví bleiv eg sum eg bleiv, er skuggaspurningur høvundans.

Sama ítøkiligheit er í tí ytra í søguni hjá Høgna. Súkklutúrurin framm eftir vegnum til allar bygdir í øllum oyggjum, tilsamans 1300 kilometrar, er ein leitan eftir egnum upphavi. Ikki tí, hann hevur funnið tað, upphavið, tá hann byrjar, men hvat er at leita og finna, tá eingin veit av tí? Kanst tú sita heima við stovuborðið, velja Facebook frá, og selfieleysur siga "Á ja eg havi akkurát fingið at vita at pápi mín, sum breyt mær nøsina framman fyri floksfeløgunum, er ikki pápi mín, alt er ein lygn, og systur mín, sum var í Danmark, er burtur og farin"?

Nei, tað er ikki Høgni. Hann fer út at rasa. Eftir vegnum og á súkklu. Men kjølfestið er alla tíðina dótturin, sum eigur súkkluna, ið hann hevur tikið úr túninum. Sjálvt í brattlendinum av Slættanesi, tá hann er um at geva upp, er tað súkklan, sum stiðjar og heldur honum á gøtuni.

Ítøkiligu og gerandisligu hendingarnar benda í øllum sunnudagsskúlasligum Vágseinfeldi aftur á Pílagrímsferðina hjá John Bunyan, men eru á einum ómetaliga nógv hægri málsligum støði, ájavnt við Viderø, tí hetta er ikki bara ein missiónsferð eftir Sendero Luminoso, har endin er vissan um fullkomna frælsisfrelsu, nei, endin er púra óvissur, ferðin er sum ein roadmovie, har ferðin er sjálv søgan. Tá komið er á mál, er søgan úti. Liðug og pístr vekk. Eitt fon undir stóru sjóneykuni millum tunnlar í Kalsoynni.

Afturvendandi myndin hjá høvundanum er at verða í javnvág, ítøkiliga á súkkluni og kosmiskt í hugsan og lívsførslu. Tá hann súkklar til Selatraðar, roynir hann at vera í javnvág á saðilinum, uttan at nema asfaltið. Sum hjá amerikanska Robert Pirsig, sum fyrr í ár doyði, 88 ára gamal. Í 1974 skrivað hann púra fiktivt, men ikki minni hugtakandi, um at koyra á motorsúkklu við soninum og kenna jørðina glíða framvið beint undur fótum. Keypti bókina á enskum frá Lars Jespersen í Nýggja Bókhandli hjá Anfinni Zachariassen á Gladejørn í 1975, og læs eina síðu av og á. Faktiskt snúði tann bókin seg um at dyrka hitt góða og skriva góðan tekst og einki annað. Tað ger Høgni. Fyrst fyri er teksturin. So er valið, hvørt teksturin skal verða happandi, sum hann sjálvur ofta grundar yvir og hví. Og so er skilnaðurin millum ferðina, sum er beint fram eftir vegnum, og innsettu brotini, har høvundurin longu tíðliga sigur frá um vikurnar á Heilbrigdi á Velbastað, um uppvøkstur og trupulleikan at hava ein pápa, sum er lærari og hartil ikki er pápin, og so álopini á Kringvarpið og fulla blaðmannin á Sosialinum, sum hann møtir í Nólsoy, og fær skuldina fyri at ein politistur tók lívi av sær.

Realitetssamanrenningarnar eru sterkar og ófrávíkiligar. Her er eingin náði. Og hví skuldi tað verið tað? Hinvegin kann tað tykjast møðsamt upp í saman at hoyra um Kringvarpið, tá rásin er brøtt og tað regnar av grimd og bátarnir ikki sigla fyri veður. Men aftur her er tað sum hjá stóru ferðasøgunum, Ilionskvæði hjá Homeros til dømis, har Hans Jacob Debes lærdi okkum um horror vacui, sum enn stendur skrivað við svørtum tusj í bókini, tað er djúpa ræðslan fyri tí tóma, ið skaldið fylti við innsettum by-the-way-søgum av áminnandi og belærandi slag, sum verður ein framskotin bordi um innaru søguna.

Og í næstu brekku er sum hjá Sisyfos, ið hevur fingið lívsdóm at rulla grót í allari verðini. Vónin um undanbrekkuna, sum er handan sýnina, heldur honum í gongd. Henda sterka antitesa og frumsøga spríkir upp av summum síðum hjá Høgna, bókasíðum í søguni altso, og heldur søguni í gongd, og ger hana forvitnisliga, tí hann møtir so nógvum fólkum á leiðini, sum hann eisini tosar fornuftugt við. Tað er ikki tann bera happing og gremjan.

Og tá hann hartar Kringvarpið fyri heiladeyðan journalistikk úr Danmark, og hvørjum sum helst útlandi, bara ikki refleksivt úr heimligum jørðildi, so eri eg so æviga samdur. Sjónvarpsparturin hjá Kringvarpinum kom so øvutur í verðina, at har slepst ikki víðari, fyrr enn vit eru farin aftur um 1984, tá sjónvarpið varð føtt, og seta tað úr aftur verðini, gera tað óføtt, og byrja av nýggjum. Tástanni kann Útvarpið fáa frið at menna seg sum ein egin heimlig skipan og organisk miðlaverða á øllum pallum, eisini sjónvarpi, við Degi & Viku hvønn einasta dag. Hygg, nú slapp eg eisini at siga hatta.

Slagið av ferðandi bekennilsislitteraturi hjá Høgna er so smittandi kommenterandi, at eg kann ikki halda mær frá at ganga í eitt við søguna, so góð er hon, tá eg leggi hana saman.

Øll fáa sítt og eingin verður spardur. Og tó, meðan fyrrverandi formaðurin í Fólkaheilsuráðnum verður illa viðfarin, tí hann er so tjúkkur, so verður núverandi formaður í sama ráði ikki nevndur. Her er ein hvítur blettur á tilverukortinum hjá Høgna, sum fær meg at undrast.

Tað skal dirvi til at rópa so hart, sum Høgni ger millum reglurnar í Fractura nasi, nasabrótarasøguni, nú halga nøtubrótaratíðin nærkast, og øll skulu gleðast, so sum handlarnir vilja. Bónusforbarmiseg.

Men bara jólarólig. Søgan lendir væl og á einum góðum støði. Til næsta útbrot verður. Útbrot, sum hjá súkklarunum, ið stinga av frá hópinum og fara í útbrot, við tann helvitis fart. Soleiðis skrivar hann eisini, Høgni, í føroyskum einmansútbroti.

Strokasálin hevur tikið verðina á seg - og kemur heil aftur.

Um tað endar sum í jødiska ævintýrinum - at tey frómu, og nú helst formermaðu, fingu himmiríkis dyr at lata seg upp fyri strokasálini - skal verða ósagt. Men súkklan er aftur í túninum og alt er gott.

Til lukku við tí og takk fyri ferðina!

25.9.17

Fullsett til søguliga sýning í Filmsfelagnum


Eftir fullsetta sýning við nýggja týska filminum um Stefan Zweig, Vor der Morgenröte, eru Fílmsdagar í Felag av á hesum sinni. Tað er triðja ferðin at Filmsfelagið og Havnar Bio skipa fyri Filmsdøgum í Felag, har nýggir filmar verða sýndir fyri ein ódýran penga. Síðan Filmsfelagið varð stovnað í júst hesum hølum í 1962, hevur siður verið, at hvør sýning byrjar við einum stuttum inngangi.


Til endasýningina sunnukvøldið, samstundis sum týska valið varð av, innleiddi Knút Olsen sýningina við at lesa úr bókini hjá Stefan Zweig, sum verður kallað heimsins longsta sjálvmorðsbræv. Knút hevur sjálvur týtt bókina, sum nýggi filmurin byggir á. Forlagið Sprotin gevur hana út á føroyskum undir heitinum Heimurin, ið var.


Nú Filmsdagar í Felag eru av, byrja regluligu mikudagssýningarnar aftur. Fyrsti mikudagsfilmur á vetrarskránni í Filmsfelagnum er Paula, ið er um týsku listakvinnuna Paulu Modersohn-Becker (1876-19079, sum livdi í skugganum av manninum, Otto Modersohn (1865-1943).

Kinna Poulsen fer at innleiða sýningina við nýggja týska filminum Paula.


Atgongumerkjasølan til sýningarnar í Filmsfelagnum, sum eru opnar og almennar, er byrjað.

Myndirnar frá fullsettu sýningini á Filmsdøgum í Felag tók Ole Wich.

24.9.17

Stefan Zweig endar Filmsdagarnar


Í kvøld enda Filmsdagar í Felag, sum Filmsfelagið hevur skipað fyri í Havnar Bio. Seinasti filmur byrjar klokkan 20:30, tá Knút Olsen fer at innleiða nýggja filmin um Stefan Zweig, sum hevur týska upprunaheitið Vor der Morgenröte - Stefan Zweig in Amerika.

Knút hevur týtt bókina hjá Stefan Zweig, sum filmurin byggir á. Sprotin gevur hana út undir heitinum Heimurin, ið var. Bókin fæst fyri serligan prís, 300 krónur, í sambandi við sýningina.


Drúgva skaldsøgan, Heimurin, ið var, hevur verið kallað longsta sjálvmorðsbræv í allari bókmentasøguni. Eysturríkski jødin Stefan Zweig skrivaði bókina meðan hann flýddi undan nasismuni og endaði í Brasil. Í februar í 1942 sendi hann lidna handritið til forleggjaran, og dagin eftir tók hann sítt egna lív saman við konu síni. Lívið sum flóttafólk hóvaði honum ikki og hann toldi ikki at síggja hugsjónina um fríðarliga og siðmentaða Evropa fara fyri bakka.


Nýggi filmurin um seinasta skeiðið í lívi Stefan Zweigs hevur í ár fingið bayersku filmsvirðislønina fyri ta leikstjórn, sum týska Maria Schrader stóð fyri. Høvuðsleikarin, Josef Hader, omanfyri, ið er millum kendastu skemtarar í Eysturríki, hevur fingið týsku ummælaravirðislønina fyri leiklutin sum hin álvarsami og sorgblíði Stefan Zweig. Í filminum sýggja vit eisini Barbara Sukowa sum fyrru konu Zweigs, Friderike. Barbara Sukowa spældi við í Fassbinder-filmum, sum gamla Filmsfelagið plagdi at vísa. Hon spældi eisini Hannah Arendt í filminum hjá Margarethu von Trotta frá 2012, sum Norðurlandahúsið vísti herfyri.

Erik Clausen um at eldast

Seinasti filmur í røðini Eldrabio er hin nýggjasti hjá Erik Clausen, sum hevur danska heitið Aldrig mere i morgen. Erik Clausen, sum er 75 ára gamal, hevur í seinastu filmunum viðgjørt tað at eldast og at missa minnið. Stílurin er sum vant sosialrealistiskur við ertandi skemti, hóast evnið verður borið fram í størsta álvara. Aldrig mere i morgen verður sýndur í Havnar Bio í dag klokkan 18:15.


Atgongumerki til Filmsdagar í Felag fáast á netinum og við dyrnar í biografinum. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru opnar og almennar.

23.9.17

Flow uttan flóð


Útvarpið hevur ilt í flowinum. Tað hoyrdist uppaftur í morgun, tá vetrarskráin fyri leygardagar fyrstu ferð varð roynd í almenna rúminum. Og júst har er einki sum Útvarpið. Tað definerar almenna rúmið. Og fyri sovítt hevur Útvarpið almenna rúmið sum uppgávu við ørgrynnu av lógum og fyriskipanum. Tað er sum við mínum egna arbeiðsplássi. Tað er sett á fíggjarlógina við eini nákvæmt defineraðari uppgávu, fígging, amboðum og manning m/k.

Men sæst og hoyrist hetta aftur við nýggjum frábrigdum, upplivingum og vælsignilsum, tá eitt nýtt skeið, nýggj skrá ella eitt nýtt ár byrjar og verður boðið út?

Eftir fínu endursendingina hjá Sissal Kampmann í morgun, tað er triðja ferðin at eg hoyri hana, er fyrsta brotið ein betongmorgunlestur úr fólkakirkjuni, sum eg virði, men aldri vitji, og so ein av handahógvi merktur tíðindauppleystur, so púra uttan sál, og so byrjar nýskapta og skrásetta fýratíma sendingin Nú er leygardagur. Ikki bara tað er leygardagur, men er leygardagur.

Tað er . Nú sum í útvarpsnærveru. Mínum elskuligasta nærverumiðili fyri øll, her og nú, og ikki sum fjaldur podkastur, tá summi tíma at lurta, kanska næsta ár í Jerúsalem.

Nú er leygardagur er eitt frálíkt hugskot. Í hvussu er á skriviborðinum. Men nú-nærveran er psst burtur nokkso skjótt. Orsøkin er longu avdúkað omanfyri. Tað eru ov nógvir bremsiklossar, kleppar, at skapa eitt frítt útvarpsflow ein opnan leygardag. Hin tyngsti og alvárligasti er beinanvegin fólkakirkjan. Hon hevur ov sterka og óreflektivt-sjálvsagda atgongd til Útvarpið. Tónleikavalið er í morgun tilvildarligt, íð hvussu er fataði eg ongan greiðan redaktionellan vilja at spæla akkurát tann tónleik, ið hoyrdur varð í morgun. Uttan Guðrun & Bartal, sum vórðu spæld av eini orsøk, sum var aktuelli filmurin hjá Sakarisi. Alt skal hava eina orsøk, tað er mítt ófrávíkiliga krav sum lurtari. Sum lurtari kenni eg meg harafturat lumpaðan, tí burtursæð frá fínum Facebook filmum av innvendu nátagrillini í Útvarpstúninum fyri teimum, sum allareiða eru til arbeiðis, er hetta akkurát somu sendingar, enntá við skerdari mikrofonmanning, varð upplýst frá morgunstundini. Allíkavæl er tilfarið sett á skrá undir nýggjari etikett, Nú er leygardagur, frá klokkan tíggju til tvey.

Fyrr hevur verið roynt at skapa eitt natúrligt útvarpsflow, ja beint fram at gloyma kubbandi klokkuna. Ístaðin skuldu vit fáa kringvarpsgullið borðið av heiði og inn í hvørja stovu, laiv, her og nú ein leygardag, og skapa meirvirði í livandi útvendum dialogi. Men hvat ger redaktiónin í hesum flowtanka? Tey seta tvey eini fyrst at diskutera og dissekera klokkuna, ikki bara eina og hvørja klokku, men ding-dong-kirkjuklokkuna. Kommonn. Hetta gongur ikki. Eg komi í tankar um butterfly-politikarin, sum fyri opnari útvarpsmikrofon mælti til, at ein landstýrismaður fekk stuðulspedagog. Hevði til í dag púra gloymt hasa ljóthvøssu mikrofonglósuna, sum kom aftur til mín úr Útvarpinum í morgun. Og tað ikki uttan orsøk.

Tí flow, tað er lurtaraynskið. Meira flow, kæra Útvarp!

Við Filmsfelagnum til Finnlands og Japans


Teir báðir filmarnir, sum Filmsfelagið sýnir í felag í dag, eru hin japanski Eftir illveðrið og hin finski Ljós í myrkri.

Japanski filmurin, sum viðgerð viðurskifti millum ættarliðini, er partur av røðini Eldrabio. Leikstjórin er 55 ára gamli Hirokazu Koreeda úr Tokyo, sum higartil hevur vunnið ikki færri enn 38 filmsvirðislænir. Í ár hava filmsummælarar á netinum, Online Film Critics Society, givið nýggjasta filminum, Eftir illveðrið, fyrstu virðisløn sum besti filmur, ið ikki er amerikanskur. Eftir illveðrið varð frumsýndur í Cannes í fjør, har hann var partur av skránni í Un Certain Regard. Hirokazu Koreeda, sum ofta tekur evni úr egnum viðurskiftum, verður lýstur soleiðis á heimsins stórstu nettænastu, Internet Movie Data Base:

"The main themes of his oeuvre include memory, loss, death and the intersection of documentary and fictive narratives."

Í røðini Eldrabio sýndi Filmsfelagið í gjár nýsælandska filmin Patriarkurin, sum Lee Tamahori hevur gjørt um tvær stríðandi maoriættir á bygd í Nýsælandi í 1960’unum. Í morgin verður nýggjasti filmur hjá 75 ára gamla Erik Clausen sýndur. Aldrig mere i morgen er danska heitið á filminum, ið er um at eldast.


Japanski filmurin Eftir illveðrið verðir sýndur á Filmsdøgum í Felag í kvøld klokkan 18:15. Lítli danski arthausbiografurin í Aarhus, Øst For Paradis, hevur útvegað japanska filmin til sýning í Føroyum.

Leygarkvøld við Aki Kaurismäki


Kjarnini í gamla Filmsfelagnum hevði ein sjáldsaman alsk til finskan film, og seinastu árini serliga til Aki Kaurismäki, sum í ár er 60 ára gamal. Nýggjasti filmur hansara, sum eisini vann leikstjóravirðislønina í Berlin í ár, verður sýndur á Filmsdøgum í Felag í kvøld klokkan 20:45. Heitið er Ljós í myrkri og hetta er enn sum áður ein stórbýarblues har mótsetningar møtast. Ein fyrrverandi ferðasølumaður, sum nú er farin í matstovuvinnuna og brúkar nógva tíð at spæla poker, møtir flóttum, ið nýliga eru komnir til Finnlands.

Nýggi finski filmurin Ljós í myrkri hevur vunnið átta altjóða virðislønir, m.a. í Berlin, San Sebastian og Jerúsalem. Nú er høvið at síggja hann í Havn.

Atgongumkeri til Filmsdagar í Felag fáast á netinum og við dyrnar í biografinum. Sýningarnar í Filmsfelagnum eru opnar og almennar. Tá atgongumerki verða keypt við skivuna í biografinum til allar sýningarnar, fáast tey fyri triðingsprís.


21.9.17

Dreymar við havið gongur fyri fullum húsum


Nýggur treylari er gjørdur til filmin hjá Sakarisi Stórá Dreymar við havið. Filmurin gongur fyri fullum húsum í Havnar Bio, har eisini skúlasýningar eru fyrrapart og seinrapart. Hvør veit, kanska fer filmurin hjá Sakaris sum frá líður at ota seg inn á føroyska biograffilmsmetið, sum tjúgu ára gamli filmurin Barbara hjá Nils Malmros higartil hevur. Tann filmin hava í hvussu er 20.000 fólk sæð í føroyskum biografum. Eftir tjúgu árum.

Umframt Havnar Bio er í dag bara biografurin Atlantis í Klaksvík. sum regluliga vísur film, hóast onnur støð eru, so sum Perlan, Løkshøll, Norðurlandahúsið og Salt. Fyrr hava føroyingar gingið oftari í biograf enn skandinavar. Í Norðurlondum eru bara íslendingar, sum hava gingið oftari í biograf enn føroyingar. Innan Sjónvarp Føroya byrjaði í 1984, vóru okkurt árið 13 ymsir biografar í Føroyum. Ein teirra var í Skopun, sum avgjørt er filmsríkasti staður í Føroyum.

Dreymar við havið er boðin við í høvuðskappingina um Gylta lundan, The Golden Puffin, á New Visions á Reykjavik International Film Festival saman við 13 nýggjum filmum úr øllum heiminum, teirra millum mest spennandi íslendski filmur beint nú, Vetrarbrøður hjá Hlýni Pálmasson, og God's own country hjá bretska Francis Lee. Íslendska filmstevnan verður í døgunum frá 28. september til 8. oktober í ár. Tað var júst í Reykjavík, at Sakaris Stórá fekk fyrsta herðaklappið, tá hann í 2010 fekk talentprísin fyri fyrsta stuttfilm Passasjeren.

Undirvísingarportalurin Snar hevur seinastu árini keypt rættindini at vísa føroyskar stuttfilmar í skúlastovum. Har ber m.a. til at síggja virðisløntu stuttfilmarnar Passasjeren, Summarnátt og Vetrarmorgun.


Fyrsti filmurin hjá Sakaris í spælifilmslongd, Dreymar við havið, er ein inniligur ungdómsfilmur um vinarlag og leitanina eftir samleika. Juliett Nattestad og Helena Heðinsdóttir hava høvuðsleiklutirnar í filminum, Marjun Syderbø Kjelnæs skrivaði leikritið, og Fish&Film og Adomeit film hava framleitt.

Framleiðararnir eru fegnir um tey sera góðu ummæli, ið filmurin hevur fingið herheima, og hvussu væl vitjaður filmurin er í biografinum. Filmurin gongur enn í Havnar Bio, har hann varð frumsýndur fyri almenninginum. Framleiðararnir siga, at tað eisini ber til at bíleggja sersýningar fyrrapartar og seinnapartar.

Gudmund byrjar Filmsdagar í Felag


Gottkvøld. Takk Havnar Bio og Filmsfelagið, fyri heiðurin at sleppa at skjóta hesar doyligu filmsdagarnar í gongd!

Flestu lond í heiminum hava filmsfestivalar og nú Føroyska filmsvinnan veruliga hevur fest røtur og blómar, kunnu Føroyar teljast ímillum tey lond, sum hava ikki minnið enn tríggjar festivalar. Nakað sum í grundini var óhugsandi fyri bara fáum árum síðan.

Umframt Filmsdagarnar í Felag, sum nú koyra á triðja árið, hava vit nú eisini Tórshavnar Filmsfestival ella TÓFF, sum Norðurlandahúsið saman við Tórshavnar Kommunu tók stig til at byrja í vár - ein 9 daga langur festivalur við frálíkum filmum, útlendskum gestum, einari framúr skrá við 40 filmum og annars ein festivalur við stórum potentialið fyri vøkstrið - og verður hann helst uppaftur størri komandi ár.

Og sum ketta úr høvdatrog kom Faroe Islands Minority Film Festival buldrandi á banan í summar - við bannarum og plakatum og stak góðari marknaðarføring á sosialu miðlunum. Nadia Abraham og hennara fólk hava skapt tað sum man reelt kann kallað ein rættiligan filmsfestival, sum minnir um teir man sær í øðrum londum: við eini ørgrynnu av útlendskum gestum, einari skrá sum koyrdi allan dagin, sýningum við introduktiónum og longum samrøðum við filmskapararnar.

Ein ótrúliga væl skipaður og gevandi festivalur, ið vónandi verður ein afturvendandi táttur í føroyska mentanarlívinum.

Filmsfelagið hevur altíð havt eitt serligt pláss í mínum hjartað. Tá eg var 13 ella 14 fekk eg undantaksloyvið at blíva limur, nakað sum annars bara tey sum vóru 16 ella eldrið fingu loyvi til.
Her fekk eg mínar størstu filmsligu opinberingar – Rúmdarferðin 2001 hjá Kubrick, The Good The Bad and The Ugly, tann tá sera kontroversielli Life of Brian og fleiri aðrir altjóða filmsdýrgripir - og ikki minst Kagemusha hjá Kurosawa, ein rúsandi uppliving, ein veking næstan, ið fylti meg við einari brennandi trongd at arbeiða við og fyri filmi restina av lívinum.

Eisini fekk eg gjøgnum Filmsfelagið eitt av mínum fyrstu størvum. Man kann siga at Filmsfelagið gjørdi sær dælt av barnaarbeiði, tá eg í 1987 slapp at selja atgongumerkir til Norðurlendskar Filmsdagar í Norðurlandahúsinum, tá m.a. Valhalla hjá Peter Madsen varð vístur - og var hann sjálvur annar eisini gestur.

Og eisini í 1989, tá sjeynda Almenna Norðurlendska Filmstevnan varð hildin, við 130 gestum - eitt nú sámin Niels Gaup, ið var Oscar tilnevndur við Vejviseren og íslendska leikstjóranum Friðrik Tór Friðriksson og handrithøvundin Einar Kárasson, sum eisini sýndu filmar.

Og størsta hendingin tað árið var heimsfrumsýningin av fyrsta ordiliga føroyska spælifilminum Atlantic Rhapsody hjá Katrini Ottarsdóttir. Tað var søguligt! So Filmsfelagið eigur stóran heiður uppiborðnan fyri ágrýtni, og at hava verið ein stórur liður í at menna føroysku filmsmentanina.

Ná, men vit eru her fyri at tosa um Jätten hjá Johannes Nyholm - fyrsti spælifilmur hansara. Hetta er ein fantastiskur filmur frá einum serstøkum og provokerandi filmsmakara. Hetta eri ein maður sum skilir sjálvpallseting - at skapa sær ein almennan persón - eins og leikstjórar sum Tarantino, Lars Von Trier, og hví ikki eisini okkara egni Sakaris Stórá?

Jätten er ein ítrottarfilmur um nakað so stuttligt sum - Pétanque - og sum í øðrum ítróttarfilmum, so sum Rocky, er hetta ein underdog søga, sum er tikin heilt út í ytstu æsir. Stílurin er eitt bland av sosialari og magiskari realismu - dogmuestetikkur, men við íblastri úr kovboyfilmum, serliga spaghettikovboyfilmum og ævintýrfilmum sum heild.

Jätten er stuttligur, rúsandi, tragiskur og hjartanemandi og púra egin! Eitt frískt nýbrot í norðurlendskum filmi - og gleði meg longu ótrúliga nógv at fylgja leiðini hjá úrmælinginum Johannes Nyholm.

Vælkomin til Filmsdagar í Felag!

20.9.17

Hava vit nátt blóðiga markinum?


- Er hetta markið millum, hvat vit kunnu loyva okkum í almenna rúmin? Tankin kom til mín í Vágsbotni, har Slaktið varð fyriskipað niðast í Tórsgøtu, sum er mentanargøtan í Havn. Ikki tí, Slaktið var eisini fyriskipað og hildið á sama stað í fjør. Tá var ein kúgv slaktað onkra aðrastaðni, og so skorin sundur í mentanargøtuni, meðan børnini og øll tey møttu sóu. Grundsjónarmiðið við pallsetta Slaktinum er at knýta barnsins ans, huga og vitan við veruleikan her og nú. Soleiðis er tað, púra ósentimentalt. Men nógv bendir á, at hetta ósentimentala sýnið, at tú skalt slakta, um tú vilt hava mat á borðið, er um at hvørva. Ikki bara í Havn, men alla staðni. Tað hevur ikki so nógv við stødd, fólkatættleika og mentanarstøði at gera, men heldur tað, at tú sært aldri slakt. Tað er hermetiskt lukkað og bannað at koma inn. Tað skipa heilsumyndugleikarnir fyri, tí talan er um slakt til matna, har einki tolsemi er fyri slendrian. Júst tí er alt hermetiskt lukkað. Bara ikki grindadrápið - ja, og so tann parturin av heystslaktinum, sum hugsjónarfólk draga oman í mentanargøtuna í høvuðsstaðnum. Hóast ikki inniløgumaður eftir nakrari alin, er tað ein framsýggin og heiðurlig hugsjón, sum eg haldi ger stóra almenna nyttu.


Uttan blóð er einki slakt. Eg plagi at spyrja forfardar amerikanarar - sum ikki skilja vitleysar grindamenn í Føroyum - um problemið við grindadrápi varð loyst, um hvalirnir bløddu grønt. - Tjae, siga tey og draga ein djúpan tanka av Tinselgrunni. - Tú sigur nakað. Men kundi man ikki fingið okkurt grønt klorfylkorn og stroytt tað á sjógvin, sum sodavtansídnaðurin ger, so sjógvurin bleiv instantgrønur og ikki er so blóðiga reyður, sum beint nú?


Eg skilji. Trupulleikin er ikki gastronomiskur ella á nakran hátt knýttur at matgerð og ambisjónini um at fáa ein bita á borðið nakrastaðni í heiminum. Tað er slettis ikki har vit eru. - Tit kunnu jú eta høsnarunga ístaðin, sigur ein úr midwest, ið enn ikki hevur skilt poengið í transatlantisku diskussiónini. Trupulleikin er reint visuellur og hevur einki við nakað annað at gera. Hann er blinkstrandi visuellur. Og hvør er tað, sum ger av, hvat vit fáa í eyguni hvønn Gudskapta dag? Tað er so ikki tey, ið geva okkum mat á borðið. Tey skeikla okkara egnu hugmynd av einum góðum borðiski og eini góðari máltíð. Tey stýra okkara keypi, sum nú er lækkað frá First Price til Rema 1000. Eg haldi at vit sum aldri áður skulu drepa grind og gera vart við slátur og slakt alla staðni, har vit koma og fara. Her er einki at fjala. Tí her er alt opið. Tað eru hini, fremst av øllum miðlarnir, ið fjala slátur og slakt og gera tað ónatúrligt. Tað kann so aldri verða okkara last, at vit liva so væl í pakt við náttúruna.




18.9.17

Filmsdagar í Felag fyri øll


Mikudagin 20. september kl 20:30 byrja Filmsdagar í Felag. Filmsfelagið, sum fór undur vetrarskránna við at frumsýna filmin hjá Sakarisi Stórá ”Dreymar við havið”, skipar fyri Filmsdøgum í Felag. Tað er alment tiltak, sum á triðja sinnið er í Havnar Bio. Fyrsti filmur er tann mest umrøddi svenski í ár, "Kempan" (Jätten, Johannes Nyholm, Svøríki 2016 86 min). Gudmund Helmsdal Nielsen frá Filmsfjepparafelagnum Hyggasíggj fer at innleiða ta sýningina. Sýningar eru hvørt kvøld og hvønn dag hesa vikuna. Seinasta sýning er sunnukvøldið 24. september tá filmurin "Stefan Zweig: Farvæl, Evropa” verður sýndur. Tá fer Knút Olsen at innleiða. Hann hevur umsett bókina, sum filmurin byggir á. Forlagið Sprotin gevur nýtýddu bókina út undir heitinum ”Heimurin, ið var”.

Skráin fyri Filmsdagar í Felag fæst í Havnar Bio, í Visit Tórshavn og á Býarbókasavninum í Havn og sæst eisini á netinum her.

Triðingsavsláttur fyri film

Fert tú í biograf við Filmsfelagnum hesa vikuna, fært tú triðingsavsláttur, um tú keypir atgongumerki við skivuna í biografinum til allar filmarnar. Tá er prísurin 60 krónur fyri hvønn filmin. Vanligi prísurin er 90 krónur. Tá fært tú eisini eina hugvekjandi innleiðing frá Gudmundi Helmsdal, Brynhild Thomsen, Vónbjørt Vang, Henny á Líknargøtu ella Knúti Olsen. Umframt at fáa atgongumerki til góðan aktuellan film, sum bara verður vístur eina ferð, ert tú eisini við í kappingini um at vinna eina ferð fyri tvey í bili til Danmarkar næsta ár við Norrönu. Tað er Filmsfelagið, sum varð stovnað í nýbygda Havnar Bio í 1962, íð skipar fyri Filmsdøgum í Felag.


17.9.17

Brent og Katrina bjóða ein Frumbita


Brent Morrow úr avstralska havnarbýnum Coffs Harbour og Katrina Mortensen úr Havn eru dømi um, at tað grør um gangandi fót í matstovuvinnuni í Havn. Meðan eksotiskar nýggjar matstovur, skeinkistøð og hotell eru í umbúnað, lata tey upp matstovuna Frumbiti. Matstovan við sjáldsama navninum er í nýggjasta hotellinum, Hotel Havn, sum læt upp í Doktar Jakobsens gøtu í 2014.


- Navnið er ein samanseting av tveimum orðum frumbitil, ið merkir kjarni og uppruni, og biti, sum vit vanliga nýta í sambandi við mat og máltíð. Hetta er eisini konseptið. Føroyskar rávørur úr føroysku náttúruni.


Soleiðis siga teir tríggir Lávus Kárason Djurhuus, omanfyri, Jógvan Breckmann og Brent Morrow, ið síðan hálvan juni hava arbeitt við ætlanini um eina matstovu, sum nú er komin so langt, at hon letur upp týsdagin.


- Málið hevur støðugt verið, at gestirnir skulu fáa eina uppliving burtur úr føroyskum rávørum, greiða tey frá.


- Føroyska náttúran er ógvuliga rík, tá tað kemur til vøkstur og náttúrutilfeingi, so hetta er ein upplagdur møguleiki at grunda eina matstovu á. Í Føroyum liva vit so tætt at nátturuni, at vit kunnu fáa nógv nýhentað og feskt, uttan at flyta inn eins nógvar rávørur, ið man vanliga ger. Á matskránni er fiskur, lambskjøt, neytakjøt og ymsar urtir, røtur og annað grønt, sum er velt og vaksið í Føroyum. Hvat prísi viðvíkur er ætlanin at liggja á einum miðalstøði, siga tey.


Tórur Árnastein kemur við fyrsta rætti, einum deli at deila, sum er eitt úrval av lakaðum og tilgjørdum kjøti og grønmeti við heimabakaðum breyði og kryddurtum. Síðan royna vit seks rættir frá dagsins úrvali, sum kokkurin velur og skipar, chef´s choice, sum matskráin sigur.


Omanfyri er fyrst hin leskiligasti stokti toskur, framúr vælsmakkandi, við tara og várleyki, og síðan riststokt kál við snertum mandlum, basilikum og sitrónsmøri. Helt ikki, at kál kundi verða so broyskið og vælsmakkandi, sum eg fleiri ferðir í ár havi varnast. Næstu smárættir at deila við borðið er pannustokt føroyskt lambsbeykon við stoktum tomatum, hvítleyki og sitrón, linkókaður kaldur laksur við piparrótkremi og blommu, saltbakað reyðrót við osti og appilsin, tartar - malið føroyskt neytakjøt - við sinnopskremi og urtum. Reyðrótin fær meg aftur at undrast, at hon kann verða so vælsmakkandi í sjálvum sær. Tað var ikki gamalt.



So kemur Tórur við granita, sum er rabarbuísur við ingiferkremi, súrepli sitrónráka. Hetta er bara fyrsti partur av øllum sum kemur omaná - sjokulátamousse og kaka við konjakk og kaffi kemur eisini á borðið. Umframt leskiliga toskin, var hetta tað besta í kvøld. Vínið afturvið var Red Diamond shiraz úr USA.


Umframt staðsetingina mitt í Havn, har tú á ein sjáldsman hátt sært bæði inn og út, tí gonguteigurin í virknastu handilsgøtuni er so nær glugganum, at hann næstan kennist sum er hann inni, so eru ljóðviðurskiftini í matstovuni sjáldsama góð og væl doyvd. Her ber til at tosa við borðið uttan at alt hoyrist til næsta borð. Stílurin er rustikkur, knívar og gaflar eru rullaðir inn í sekkjalørift, og á innastu beinkjunum er hitt mjúkasta skinn av seyði at sita á.


Velur tú eitt borð við gluggan, so ber eisini til at eygleiða, hvussu ljósið skiftur og náttin legst á eitt septemberkvøld, frá byrjan til endan á eini frágera máltíð í býarsøguligum umhvørvi.


Fryntligu fólkini í Frumbita biðja góða nátt og greiða frá um upplatingartíðir og samskiftispallar, ið eru heimasíða, Facebook og Instagram. Opið verður fimm kvøld um vikuna, frá týsdegi til og við leygardag.


Páll Breckmann, sum eigur hotellið, vísur okkum uppá, so vit kunnu njóta sýnið av svalanum á eini svituni. - Hendan er bíløgd til ólavsøku, men annars er hon tøk beint nú, sigur Páll. Yvirav eru Lampubúðin og húsini hjá Einar Storr, og sýnið er frítt fyri út á Bacalao, Molan og heilt út í Nólsoyarfjørð til vitan á heimsins enda, Borðuni. Meðan vit aftur varnast góða akustikkin, siga vit manga takk og biðja góða nátt - mitt í Havn.


15.9.17

Submergence í spanska saltfiskabýnum


Í næstu viku verður nýggi Wenders filmurin Submergence heiðursfilmurin, ið sleppur at byrja altjóða filmstevnuna, sum á 65. sinni er í spanska saltfiskabýnum San Sebastian. Hóast Føroyar ikki eru nevndar í pressutilfarinum undan filmstevuni, var nógv hóvasták, tá kendi týski leikstjórin og hansara upptøkulið, ið taldi út við 30 fólk, vóru í Føroyum í fjør summar. Omanfyri er hann avmyndaður saman við Guðrið Højgaard, stjóra á Visit Faroe Islands.


Wim Wenders og Alicia Vikander (f.1988) eru við á sponsku filmstevnuni, sum byrjar 22. september. Umframt svensku Vikander, er skotski James McAvoy (f.1979) eisini við í filminum, sum er ein altjóða kærleikssøga, ið bæði knýtir saman og skilir sundur heimspartar, og í oyðimarkargongdini ætlandi hevur ein grønan part úr Gásadali, og undirsjóvarmyndir úr Sørvágsfirði, sum í enska pressutilfarinum verður kallaður the Greenland Sea. Filmsfelagið fer at sýna filmin eftir at hann um jóltíðir verður tøkur á okkara leiðum. Hetta er pressumyndin, ið marknaðarførir filmin í San Sebastian í næstu viku.