7.9.17

Størsta frambrot í føroyskari filmsgerð


Dreymar við havið er eitt búgvið og poetiskt coming-of-age-drama uttan beiskleika. Eitt ungdómsdrama, ið letur seg upp, sum Ester sigur, og støðugt verður borið av einglum, fyri at vera í terminologiini hjá handritahøvundinum, Marjun Syderbø Kjelnæs. Hon eigur tekstgrundarlagið, sum Sakaris Stórá hevur leikstjórnað eftir og bygt á saman við leikarunum.


Undanfrumsýning fyri stuðlar, leikarar og medvirkandi annars var týskvøldið í Norðurlandahúsinum. Tá untist mær at sita saman við foreldrunum hjá Sakarisi.


Útselt er fyri rúmari tíð síðan til frumsýningina, sum Filmsfelagið skipaði fyri í Havnar Bio í gjárkvøldið. Sýningar halda fram so leingi áhugi er, og nú er eisini kunngjørt at fyrstu skúlasýningar verða 13. september og so leingi áhugi er. Og nú vit tosa um skúla frøddi tað meg, at Pauli Nielsen var millum áskoðararnar. Hann og Michael Rasmussen úr Silkeborg vóru medvirkandi til at Filmsfelagið varð endurstovnað í 1984, tá eg gekk á Læraraskúla.


Millum áskoðararnar var ein annar námsfrøðiligur mentor, grannin Heðin M. Klein, ið sum eingin annar hevur ført meg inn í altjóða og serliga norðurlendskan skaldskap.


Høvuðskreftirnar aftanfyri filmsgerðina vóru sjálvandi eisini møttar til frumsýningina. Her eru Ingun í Skrivarastovu, framleiðari og fyrrverandi nevndarlimur bæði í Filmsfelagnum og Geytadómsnevndini, og Beinta Haraldsen, ið hevur verið samskipari í filmsgerðini, og annars er ein meistarligur fotografur.


Juliett Nattestad er Ester, og Helena Heðinsdóttir er Ragna í filminum. Juliett fyri fyrstu ferð á filmi, meðan Helena var við í stuttfilminum Vetrarmorgun. Aktuella rammusøgan er tær báðar, ikki bara teirra eginleikar og dreymar, men eisini teirra sosiali arvur, og hvussu tær taka ábyrgd, tá á stendur.


Dreymar við havið eru fýrs spælifilmsminuttir við góðum ljóði í Havnar Bio, góðum ljósi og fremst av øllum so góðari handhildnari fotografering, at hon syftir filmin upp í heimsklassa. Tilsamans ein góð felagsuppliving í biografinum í gjárkvøldið, nú Filmsfelagið er farið undir vetrarskránna við poppkorni og øllum.


Gongd er sum aldri áður í føroyskari filmsgerð. Katrin Ottarsdóttir er pionerurin í føroyskari filmsgerð, ið ikki kann hugsast uttan hana. Men nú hevur Geytin verið í gongd í fimm ár, Mentamálaráðið hevur sett á stovn ein filmsgrunn, har Vár B. Jacobsen og Magni Høgnesen í løtuni eru ráðgevar, og við pengum úr hesum grunni eru fleiri onnur í gongd við at gera film. Hin sjónligasti øll hesi vakstrarárini í føroyskum filmi er Sakaris Stórá úr Skopun, sum her svarar spurningum eftir frumsýningina í gjárkvøldið. Ole Wich tók myndirnar.


Hann brúkar eisini heimbygdina og oynna, eins og í teim báðum undanfarnu stuttfilmunum, sum kunnu brúkast í films- og aðrari móðurmálsundirvísing í øllum íbundnum skúlastovum á undirvísingarsíðuni Snar hjá Námi.


Dreymar við havið er eitt coming-of-age-drama, sum tey siga, tað er ikki bara ungdómsfilmur av slagnum vit kenna úr Danmark í 1970'unum við knallertfilmum sum Mig og Charly (1978), men eisini ein staðbundin leitan eftir samleika í teenage árunum, sum verður ríkað við einum sosialum broddi, ið lýsur korini at vaksa upp í einum samfelag sum okkara. Sama filmiska leitan, enntá við einum kynsdefinerandi broddi, sást í íslendska Hjartasteinn (2016), ið hevur tað til felags við Dreymar við havið, at hann er av bygd og er púra uttan fartelefonir.


Og hesir dreymar við havið eru ikki bara sum um. Hetta er føroyskt, uttan undirtekst, tí málið er okkara. Tí verður hetta eisini ein politiskur boðskapur, eitt statement í sjálvum sær, um føroyska filmsgerð og hvussu langt hon er komin, føroyska filmsgerðin.

Á heimasíðini hjá biografinum verður sagt um Dreymar við havið:

Ester býr í lítlu bygdini við havið, hon gongur í sunnudagsskúla, keðir seg, og onki hendir, til opinberingin, Ragna, kemur til bygdina. Gjøgnum Ragnu letur ein nýggjur heimur seg upp, alt fer at lata seg upp, sigur hon. Men Ragna hevur trupulleikar at dragast við, og Ester lærir skjótt, at frælsi og val hava avleiðingar. Saman droyma tær um at sleppa burtur, men gera sær ikki rættiliga far um, hvat tær flýggja undan, ella hvagar tær skulu fara. 

Av leikarunum er Noomi Kunoy Heradóttir - ið er avmyndað omanfyri saman við framleiðaranum Ingun í Skrivarastovu á seinasta Geytatiltakinum í Norðurlandahúsinum í fjør - púra óvantaða superstjørnan, ið brennur gjøgnum løriftið sum alkoholiseraða mamman, uttan mann og akker, men við tveimum børnum, ið sum skaldið segði, "eru komin á hana". Men eisini vælskipaða og trúgvandi foreldraparið Búi Dam og Kristina Sørensen Ougaard, sum er aktuell í leikinum Ómegd leygardagin, eru í autentiskum støðum og leiklutum, ið spinna nógvar søgur, ið serliga lata upp fyri undirvísingargongdum í hádeild úr hesum frágera filmi. Og ikki at gloyma Levi Ragnarson, sum í filminum er bara átta ára gamal og dugir allar setningarnar. Eisini teir hjá hinum, skilti eg eftir frumsýningina í biografinum milum bommini í gjárkvøldið.


Skal eg gera eina filmiska samanbering úr okkara mentanarliga tulkingarfelagsskapi, so lendi eg á danska filminum Submarino (Thomas Vinterberg 2010), sum eg ummælti á blogginum tá hann var nýggjur. Har var latenti boðskapurin eins og her, at hóast vána kor, tí sosiali arvurin vigar so tungt, og myndugleikarnir í vælferðarsamfelagnum eru fráverandi, kanska í besta føri lagdir í hendurnar á einum bindiklubba, so hevur hvør einstakur ein valmøguleika – at taka egna lagnu í egnar hendur.

Tað er tað, sum gera filmin hjá Sakaris so viðkomandi, djúpan og eisini vælegnaðan til undirvísing. So leingi liggur hann á, tí hetta er eingin skundverður, men reflekterandi kostur, eisini til svangar skúlastovur.

Dreymar við havið er eitt so stórt frambrot í føroyskari filmsgerð, at hann tekur allar stjørnur, ið tøkar eru. Fult stigatal frá mær.

Vegleiðandi aldursmarkið er sett til 12 ár.