Skip to main content

Tom of Finland og Handmaiden mitt í Havn!


Altjóða minniluta filmsstevnan FIMFF, Faroe Islands International Minority Film Festival, byrjaði í Perluni í gjárkvøldi við svensk-amerikanska dokumentarfilminum KIKI (2016). Aftaná var Q&A við altjóða gestum, sum Nadia Abraham stýrdi við fermari hond fyri fullum húsum. Eitt frálíkt tiltak.


Til stevuna er prentað hin flottasta skrá sum nakrantíð er gjørd til eitt tílíkt tiltak her á landi. Altjóða filmsstevnan heldur fram m.a. við TOM OF FINLAND (Dome Karukoski 2017) í kvøld klokkan 21:00. Helst er hetta einasti møguleiki at síggja spildurnýggja finska filmin um ikoniska TOM OF FINLAND uttanfyri upprunalandið.


Leygarkvøldið kl 18:30 verður hin Teddy-virðislønti filmurin THE STORIES OF OUR LIVES úr Kenja sýndur. Hann varar ein tíma. Sunnukvøldið kl 20:30 verður hin víðagitni koreanski filmurin THE HANDMAIDEN (2016) sýndur í Perluni. Filmsfelagið er boðið við at stuðla Føroya fyrstu minniluta filmsstevnu. Tað ger felagið fegið. Væl møtt til frágerða filmar mitt í býnum!