Skip to main content

Björk: The sexual force is what drives you


Tim Walker tók myndina av Björk fyri kvinnublaðið W

Í kjalarvørrinum av søgunum um jødiska filmsframleiðaran Harvey Weinstein í Hollywood, skrivar íslendska Björk í gjár á Facebook, hvussu ein danskur filmsleikstjóri føldi uppá og handfór hana, sum var hon einki annað enn eitt sexobjekt, ið menn kundu gera við, sum teir vildu. Øll tey donsku filmsfólkini, sum vóru til staðar, lótu tað henda, skrivar Björk.

Björk, ið skrivar við smáum stavum og ger millumrúm áðrenn komma og punktum, byrjar Facebook-boðini við setninginum: ”i am inspired by the women everywhere who are speaking up online to tell about my experience with a danish director .”

Hóast danski leikstjórin ikki verður nevndur við navni, er greitt at tað er Lars von Trier, hon sipar til. Saman gjørdu tey virðislønta filmin Dancer in the Dark í 2000, sum er millum bestu filmar, eg yvirhøvur minnist meg hava sæð. Björk gjørdi mesta tónleikin og hevði høvuðsleiklutin sum hin sjónveika Selma Ježková, ið droymir seg burtur úr stravna verksmiðjulívinum. Hon vil tryggja, at sonurin ikki arvar hennara tiltakandi blindni. Tað eg veit, hevur Björk ikki arbeitt við øðrum donskum filmsleikstjórum, í hvussu er ikki við filmi, sum higartil eru komnir í biografarnar.

Hinvegin er eisini greitt, at Björk beint nú sendir nýtt savn á marknaðin, Utopia, sum sambært henni sjálvari er eitt ”sex-, love-, and utopia-fueled album”. Fyrsti sangur úr savninum, "The Gate", kom í september. Ein frálíkur sveimandi elektronika sangur, sum fær sítt heilt serliga eyðkenni, tá Björk spennir, toyggir og rullar tey hørðu íslendsku rrr’ini longri og markantari, enn eg fyrri havi hoyrt.

Hóast tað er frálíkt, og ber í sær ein staðbundnan autentisitet úr Björklandi, mugu vit við orðunum "her komi eg, síggja tit meg" sanna, at vit liva í einum heimi við ágangandi larmi og tiltakandi forstýrilsi. Hjá listarliga útinnandi fólki er alt um at vera sæddur, og at verða tikin í eið sum meiningsdannari, hóast listarliga navnið m/k er vorðið eitt skrásett vørumerki í einum náðileysum handilsskála.

Í samrøðu við seg sjálva í kvinnublaðnum W sigur Björk, sum svar uppá spurningin “how important is the sexual force to you?” soleiðis: “extremely. it is what drives you, i think obviously it is not literally only in sex but it is vital to include it into the choreography of all things.”

So er vøllurin strikaður av. The sexual force is what drives you.

Og so eitt kynsleyst punktum og millumspæl um makt heldur enn kyn:

Tá Björk fekk Norðurlendsku Tónleikavirðislønina í Oslo fyri tjúgu árum síðan, hepnaðist mær at fáa orð á hana til sendingina Vetrarbreytin. Seinni var eg í London og hevði funnið fram til tað, tey róptu hennara ”factory”, har eg ætlaði at fáa eina longri samrøðu. Tá tey hoyrdu føroyska útvarpsnavnið, varð eg í telefonini møttur við sjávinistiska setninginum: “Do you know how big this is?”. So varð lagt á.

Fimm ár seinni setti týdningarmiklasta kvinnan í føroyska mentanarumhvørvinum meg í samband við tey, sum arbeiddu kring Björk. Ørindini vóru at fáa hana til Føroya at hava konsert. Fyrsti setningur, eg fekk at svara var: “How much would a Björk concert generate in the Faroes?” Tað var fyrstu ferð eg lærdi meg at brúka orðið generate í mentanarligum, fyri ikki at siga listarligum høpi. Tá eg hevði savnað tilfar um øll konsertstøð í landinum, fekk eg at vita, at honorarkravið var fimm millionir danskar krónur, umframt honorar til fimtan inuittgentur, sum sungu kór, og ferðaseðil til tveir plátuvendarar úr San Francisco. So skuldu tey steðga í Havn, tá tey sigldu við Norrönu úr Íslandi til Noregs. Og forrestin, konsertin skuldi haldast í eini kirkju uttan mikrofonir.

Varð eg paff tað fyrru ferðina, varð eg dubultpaff hesa ferðina. Fimm millionir av spælipengum úr eini kirkju í Havn. Nei, dekanfari. Rímiligvís bleiv einki burturúr.

Men nú sagt verður, at sex er drívmegin hjá jødum og grikka, vil eg leggja afturat, at dollars og krónur gera ikki upplivingina verri. Í hvussu er ikki hjá tí útinnandi partinum. Hann liggur altíð omaná. Hann, sum er í tí pengasterkara leiklutinum.